Eg havi verið 6 ella 7 ár, eg slapp at heilsað upp á so matar fótbóltsleikarar sum HB’aran Poul Michelsen.
Øll vita, hvat hann hevur avrikað, og tað man verða fáur, sum hevur ein so stálsettan vilja at náa sínum málum.
Hann hevur upp á nógvar mátar verið mær ein fyrimynd, ikki bert sum HB ari, eisini hvussu hann hevur livað lívið, bæði sunt og sosialt.
Vit hava oftani skemtað við, hvussu og nær vit siga góðan morgun, líkamikið hvussu tíðliga eg havi sagt góðan morgun so sigur hann.
Góðan morgun, hvat feilar tær, tað eitur góðan dag, sigur Poul altíð, so flenna vit so hjartaliga.
Hann er ein serliga arbeiðssamur maður og ein álitismaður upp á allar mátar, eitt orð er eitt orð og ein maður er ein maður.
Hann hevur verið ikki minni enn fantastiskur fyri HB og fyri havnina og fleiri onnur ítróttarfeløg.
Vit hava arbeitt saman í politikki, og hann er gløggur um, hvussu avbjóðingar skulu loysast, tak ikki feil, hann kann eisini fylla sera nógv í einari samráðing og til tíðir verða ein ”Pain in the J”.
Men hann kemur altíð við menniskjaligum kapasiteti til eina loysn, hann hevur altíð verið mær hollur í ráðum, serliga tá eg sat sum løgmaður.
Vit hava eisini virðisgrundarlagið hjá HB til felags, og tað spælir man ikki hund við.
So Poul, eg vil bert takka tær fyri eitt sera gott og tætt samstarv í politikki og fyri títt stóra hjarta í leiðslu og fyri at hava givið mær inspiratión bæði í ítrótti og politikki❤❤
Eg vil ikki skriva meir, tí hann dámar ikki so væl at verða róstur for nógv.
Kaj Leo Holm Johannesen