30 fólk send til hús í Suðuroy

- Tað er rættiliga óheppið at senda 30 fólk til hús, sigur Egill Steintórsson, stjóri á Faroe Farming.

Nú liðugt er at taka alifisk í Lopra, verður kryvjivirkið stongt, til tikið verður aftur á aðrari alistøð hjá Faroe Farming í Suðuroy.

 

- Tað er rættiliga óheppið, at neyðugt er at senda eini 30 fólk til hús og leggja virkið stilt í einar fýra mánaðar.

 

Tað sigur Egill Steintórsson, stjóri á Faroe Farming, við heimasíðuna hjá Fiskaaling.

 

- Høvdu vit havt eina støð aftrat, kundu vit arbeitt alt árið. Tað hevði eisini gjørt, at vit høvdu sama fólkið alla tíðina. Nú noyðast vit at koyra roynd fólk heim, og vit vita ikki, um vit fáa tey aftur, tá farið verður aftur til arbeiðis - ella, um vit skulu læra nýtt fólk upp tá, sigur hann.

 

Hann vísir á, at søkt er um at sleppa at ala á Hvalbiarfirði. Í fyrsta umfari tó sum eina roynd við nøkrum fáum ringum fyri at vita, um hetta yvirhøvur ber til.

 

- Men, tað ber ikki til uttan nakað at leggja ringar út, tí aliloyvi skal sjálvandi fáast fyrst. At fáa aliloyvi, er ikki bara sum at siga tað, tí eitt aliloyvi, sum kortini ikki er aktivt í løtuni, er longu á økinum, nevniliga loyvið til  toskaaling á landi.

 

Lagt verður aftrat, at umsóknin hjá Faroe Farming er til viðgerðar í Vinnumálaráðnum.

 

Sørin Pram Sørensen, løgfrøðingur, sigur við heimasíðuna hjá Fiskaaling, at fyri at fáa loyvi at ala á sjónum í Hvalba, má kunngerðin broytast, og hetta arbeiðið er í gongd í løtuni.

 

- Vit arbeiða við málinum, men hava ikki nakað úrslit her og nú, sigur hann.

 

Egill Steintórsson, stjóri á Faroe Farming, harmast um, at málið ikki er avgreitt.

 

- Tí, umframt at givið arbeiði á kryvjivirkinum til eini 30 fólk einar fýra mánaðir aftrat um árið, hevði hetta eisini skapt arbeiðspláss í Hvalba - bæði beinleiðis á alibrúkinum og í avleiddum virksemi, sigur hann.