(Karl-Benn-Helgi), og sum tíðin leið, fingu vit onkran at smíða hjá okkum. Karl, sonur Benn, sum eitur eftir abbanum, var fyrsti lærlingur hjá okkum. Vit hava havt lærlingar alla tíðina, síðan Karl byrjaði [...] vit hava gjørt, er eisini virkisbygningurin hjá Zachariasi Leitistein á Rituvíkarhálsi og bilaverkstaðurin og bygningurin hjá BBR Service á Lambareiði, sigur Helgi. Eisini tað smáa Eitt, sum sermerkir KBH [...] tann partin sundur, har skrivstovur, kantina og wc’ini skulu verða. Hann sigur, at bygningurin í fyrsta lagi skal gera tað lættari hjá byggivirkinum at planleggja og gera tey arbeiði, ið felagið hevur og kemur
meta um. Tað er tó ein sannroynd, at áhugin fyri kappróðri tykist vera minkaður óvanliga nógv. Tá ið fyrsti róðurin á árinum fór av bakkastokki á Norðoyastevnuni í Klaksvík leygardagin, høvdu bert 43 bátar [...] ið á Norðoyastevnu er ógvuliga óheppið, og at hetta ikki er ein góð gongd fyri kappróðurin. Hann sigur tó, at áhugin fyri kappróðri í Føroyum er ikki eins stórur tey árini, tá ið Oyggjaleikirnir eru á [...] sum íðka aðrar krevjandi ítróttargreinar, og tá hava tey ikki altíð yvirskot til rógvingina eisini, sigur formaðurin í Róðrarsambandinum. Fyri fáum árum síðani byrjaðu manningarnar ikki at venja til kapp
this morning, and he said that?! Ok, hugsaði eg við mær sjálvum, maðurin er ikki hvør sum helst. Fyrsti spurningurin snýr seg um, hvør høvuðsuppgáva hansara er sum bretskur ambassadørur í Danmark, og nevnir [...] og fremst ES og komandi grundlógina. - Ein eventuell komandi ES grundlóg setir nógv arbeiði í gongd hjá okkum, og hetta er í øllum førum nakað, sum í framtíðini helst fer at mynda mítt arbeiði, greiðir Sir [...] og Irak, norðuratlantiska handilssamstarvinum, migratiónsmálum o.s.fr., so eg eri fult bookaður, sigur sir Browne við einum smíli. Álopnir í Iran Sum sagt hevur bretski ambasssadørurin arbeitt fyri bretsku
tað venjarin, sum sat eftir við svarta peri. Soleiðis eru treytirnar í fótbólti og hjá venjarunum. Støðutalvan sigur, at lagið ikki er nakað serligt í tveimum øðrum feløgum. Annað teirra er EB/Streymur [...] tyngst í sjónum í løtuni. Sunnudagin skulu klaksvíkingar á Sevmýri, og tá fer nógv at standa á hjá báðum pørtum. Hjá KÍ verður talan um lagnudystir tvær tær næstu ferðirnar, tí annað mikukvøld skulu teir norður [...] dystirnir eisini at vera klokkan 15. Fótbóltsfeløgini sjálvi gera púrt einki fyri at arbeiðsumstøðurnar hjá pressuni skulu vera góðar. Áður er víst á, at meðan t. d. hondbóltsfeløgini standa á høvdinum fyri
avbjóðingini, sigur Tórður Thomsen, sum endar við at venja við NSÍ, har hann eisini situr á bonkinum. Í dysti móti AB verður málverjin hjá argjamonnum illa skaddur. Allan Mørkøre, venjari hjá AB, er skjótur [...] eitt sindur um í dag, sigur hann. Undan hesum kappingarárinum sigur hann nei til at fara til ÍF, men ein mánað seinni er støðan broytt. Í telefonini er Mikkjal Thomassen, venjari hjá B36, og hann hevur [...] greiður Tórður frá. Pengarnir hava ikki broytt lívið hjá Tórði nakað. – Eg havi bara goymt pengarnar og liva akkurát sum eg gjørdi áðrenn, sigur Tórður Thomsen, og leggur afturat, at í longdini skalt
vegin til Føroya at stuðla sínum gentum. Fyrsti dysturin varð leiktur klokkan 17, tá ið Kekkia og Ísland spældu. Endin var tann, at Kekkia vann ein tepran 30-29 sigur. Hetta merkir, at tað tykist óhugsandi [...] minkaður niður í sjey mál, so at støðan er 15-22 til Russland. Gunnfríð P. Nólsoy skoraði 14. málið hjá Føroyum, meðan mál nummar 15 var eitt sjálvmál av russiska málverjanum. Hon fekk bóltin í ryggin aftaná [...] 13-22 til Russland. Ida Norðfoss spælir væl á vinstra bakki og hevur skotið trý tey seinastu málini hjá Føroyum. Dysturin tykist tó avgjørdur, tí at málmunurin er so stórur. 44 minuttir farnir: Nú er føroyska
partinum at skora mál, men NSÍ var tætt við. Besta møguleikan í 1. hálvleiki hevði Dánjal á Lakjuni hjá ÍF, men hann sendi í tvørtræið, tá ið hann kom einsamallur ímóti Kristiani Joensen í NSÍ málinum. – [...] mótsatt av síðuni, sum eg fór ímóti, men lukkutíð fyri okkum, so fór bólturin skeivu megin stólpan, sigur Jákup Mikkelsen. – Sum tað leið frá vóru teir noyddir at spenna álopsbogan. Pól Jóhannus varð sendur [...] tí vit hava fleiri ferðir mist ímóti teimum. B68 hevur nógv at spæla fyri, so tað verður ikki lætt hjá okkum á Svangaskarði, hóast eg haldi, at vit hava spælt øgiliga væl tær seinastu vikurnar. Eg hevði
dyggastu stuðlunum hjá fráhaldsrørsluni. Koppa-Jákup virkaði sum byggimeistari og timburmaður og var eisini eitt skifti gravari í Havn. Men hann er best kendur fyri, at hann var Føroya fyrsti prentari. Bert [...] biðin um at taka sær av prentinum av fyrsta føroyska blaðnum Færingetidende. Í Varðanum 3. bindi sigur hann frá: “Tað var ein merkisdagur í Havn, tá ið fyrsta nummar av Færingetidende fleyg út um býin [...] og fekk Niels Winther beinleiðis deyðshóttanir frá “bøndrunum”, ið hóttu við einum uppslagi á húsið hjá Jákup Nolsøe. Ein plakat segði, at ”Niels Winther átti at kastast oman av bryggjukantinum.” Bert níggju
føroyingum. Hugurin til bókina var kanska ikki av tí besta, betur dámdi honum allan ítrótt. Hann var tann fyrsti, sum í Keypmannahavn fór undir venjingar í fimleiki, og hann var framúr góður byrsumaður og vann [...] kappinagr við riflu. Á sumri 1890, tá hann var 29 ára gamal, fekk hann prógv sum lækni og fekk starv hjá professaranum í kroppsbygnaði á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Hetta starvið kom at eiga lívið í [...] sum so líðandi vant upp á seg og tey komandi árini tarnaði honum í hansara rannsóknararbeiði. Hann sigur sjálvur frá, at tað var hendan sjúkan, ið gjørdi, at hann fór at geva sólarljósinum gætur, hann kendi
fótbóltslandskappingini, men so sanniliga eisini, tí hesin dysturin hevur nakað at gera við samleikan hjá Klaksvíkini og norðoyastevnuni. - Fyri stevnuna er so einki at ivast í, at dysturin hevur nógv at siga [...] ar enn vanligt, umframt at tað eisini plagar at vera heilt fitt av vitjandi fólki og hyggja. Tað sigur Jan Gardar, sum er formaður í NFÍ, Norðoyar frítíðar- og ítróttarráð, og sum soleiðis eisini hevur [...] stóran leiklut í tilrættisleggjanini av stevnuni. - Ikki minst er hetta ein góður fíggjarligur biti hjá KÍ, sum eigur áskoðarainntøkurnar til dystin, men týdningurin fyri sjálva stevnuna er ikki at fara