KBH 10 ár á baki og nýggjan virkisbygning á Toftum

- Við nýggju hølunum fáa vit nógv betri umstøður at gera ein størri part av arbeiðunum liðug inni. Í fleiri ár hava vit leigað okkum inn, men tá noyðist tú at laga teg eftir øðrum, sum kanska bíða eftir at sleppa inn. Nú verður nógv lættari hjá okkum at leggja arbeiðini til rættis, sigur Helgi Johannessen, sum saman við bróðrinum, Benn, eigur byggifyritøkuna KBH á Toftum

Handverk

 

Byggivirkið sp/f KBH á Toftum, sum brøðurnir Helgi og Benn Johannessen eiga, fær nú munandi betri umstøður til sítt virksemi.

Felagið hevur bygt ein 600 fermetra stóran og snotuligan virkisbygning innanfyri Oyrarnar á Toftum. Sjálvt arbeiðshølið er umleið 500 fermetrar, og síðan er pláss lagt av í syðra enda á bygninginum til fimm skrivstovuhøli, stóra kantinu og trý wc’ir við brúsu. Eitt fjórða wc verður eisini við brúsu, sum liggur upp at sjálvum arbeiðshølinum.

 

Lágorkubygningur

Tað er Helgi Johannessen, sum er útbúgvin byggifrøðingur, ið hevur teknað og projekterað bygningin, og KBH hevur keypt ymiskt tilfar, eitt nú sperrur, klædning, vegg-elementir, dekk-elementir, tak, hurðar og vindeygu frá ymiskum veitarum.

- Hetta er ein lágorkubygningur, sum er ógvuliga væl bjálvaður og at kalla viðlíkahaldsfríur uttan. Her er einki, sum skal málast. Bygningurin er bygdur upp av bjálvaðum betong-elementum, og allir avslutningar eru gjørdir úr aluminium. Vindeyguni eru úr plasti og hurðarnar úr aluminium. Vit hava soleiðis lagt stóran dent á, at bygningurin skal vera bíligur í rakstri, bæði til hita og viðlíkahald, sigur hann.

Helgi væntar, at bygningurin stendur liðugur at taka í nýtslu um einar 2-3 mánaðir, og kostnaðurin fer at liggja millum 4 og 5 miljónir krónur .

- Hitin er faktist komin, og el-arbeiði fer í gongd nú, samstundis sum vit fara at skildra tann partin sundur, har skrivstovur, kantina og wc’ini skulu verða.

Hann sigur, at bygningurin í fyrsta lagi skal gera tað lættari hjá byggivirkinum at planleggja og gera tey arbeiði, ið felagið hevur og kemur at fáa.

- Við nýggju hølunum fáa vit nógv betri umstøður at gera ein størri part av arbeiðunum liðug inni. Í fleiri ár hava vit leigað okkum inn, men tá noyðist tú at laga teg eftir øðrum, sum kanska bíða eftir at sleppa inn. Nú verður nógv lættari hjá okkum at leggja arbeiðini til rættis.

 

Leiga seg inn

KBH ætlar eisini, at byggifeløg og handverkarar annars skulu kunna leiga seg inn í høllina at arbeiða, tá arbeiðshøli er tøkt. Hetta kunnu teir gera ímóti ávísum gjaldi, og tá umstøðurnar eru góðar, hava teir, ið leiga seg inn, kanska eisini møguleikan at gera arbeiðini skjótari,

Longu nú – og áðrenn bygningurin er liðugur - hevur eitt felag verið inni og hevur smíðað eini hús.

Helgi sigur, at tá KBH seinastu 10 árini hevur tikið sær av bæði stórum og smáum, eigur felagið ein hóp av góðum amboðum til næstan øll verðins arbeiði og endamál.

- Haraftrat kemur, at umstøðurnar í nýggju arbeiðshølunum verða ógvuliga góðar við eitt nú kompressarum og luft-skipan kring um í arbeiðshøllini til ymisk luftamboð, sum kunnu brúkast til at skjóta í bæði timbur, betong og stál, sum hann tekur til.

Felagið hevur eisini truck í høllini, sum kann brúkast til at flyta elementir og tungar lutir við.

 

Fimm skrivstovur

Tá bygningurin stendur liðugur, fer KBH eisini at hava einar 2-3 skrivstovur til yvurs, sum høvi verður hjá áhugaðum at leiga.

- Her verða góðar umstøður til skrivstovuhald, tá kantinan er stór, og vit fara at hava trý wc’ir við brúsu uppat skrivstovunum.

Hann heldur, at onkur, sum hevur sítt virksemi í sjóvinnuni, onkur bókhaldsstova ella, hvør tað nú kann vera, skuldi kunnað leigað seg inn her dygst við sjóvarmálan.

Bygningurin er snøggur á at líta, og Helgi sigur, at nú byggingin skuldi fremjast beint omanfyri bátahavnina í Oyrunum, hugsaði hann um, at bygningurin kundi hava okkurt sermerki.

- Suðurendin er tí teknaður og bygdur í sniði sum stevnið á einum báti ella skipi. Hurðin í suðurendanum gongur innundir eina altan, sum eisini gevur lívd, tá illfýsið er, sigur hann.

Helgi sigur, at tað eru eini 2-3 ár síðan, at KBH byrjaði at arbeiða við byggiætlanini.

- Tá søktu vit um byggiøki, og í fjør summar varð verkætlanin sett í ”ordra”, sum hann tekur til.

 

10 ár á baki

Pápi Helga og Benn, Karl Johannessen, arbeiddi í nógv ár sum timburmeistari, og hann gjørdist eisini partur av KBH, sum teir tríggir saman stovnaðu fyri júst 10 árum síðan.

- Benn og eg vóru báðir burtur í nøkur ár, og eitt nú smíðaði Benn bæði í Danmark og Týsklandi. Eg las til byggifrøðing í Danmark, og tá vit báðir saman við familjum okkara fluttu heimaftur í 1999, stovnaðu vit KBH. Tá var pápi faktist givin sum timburmeistari, men byrjaði aftur og gjørdist partur av nýggja felagnum.

Helgi sigur, at fyri 3-4 árum síðan keyptu hann og bróðirin pápan, sum í dag er 72 ára gamal, út, men kortini hevur pápin verið tøkur til ymiskar uppgávur, tá heitt hevur verið á hann.

- Tað vóru soleiðis vit tríggir, sum byrjaðu KBH (Karl-Benn-Helgi), og sum tíðin leið, fingu vit onkran at smíða hjá okkum. Karl, sonur Benn, sum eitur eftir abbanum, var fyrsti lærlingur hjá okkum. Vit hava havt lærlingar alla tíðina, síðan Karl byrjaði at læra, og í løtuni hava vit fimm lærlingar, harav tann eini verður liðugur seinast í hesum mánaðinum.

Hann sigur, at teir hava havt góðar lærlingar. Hetta hava verið ungir og raskir menn, sum at síggja til hava trivist væl hjá felagnum.

 

Stórar verkætlanir

KBH hevur framt nógvar stórar verkætlanir hesi 10 árini, fyritøkan hevur verið virkin.

- Størsta einstaka byggjaríið er ivaleyst tey 24 sethúsini, vit í samtakinum Sp/f Vist hava bygt omanfyri Røktar-og Ellisheimið í Runavík. Vist er eitt samtak, sum KBH, Fuglø Arkitektar og Falkon eru saman um – Falkon sum entreprenørar og KBH sum byggifyritøka. Aftrat okkum trimum, sum eru saman um verkætlanina, hava so eisini verið aðrir undirveitarar.

Helgi sigur, at tey seinastu húsini av hesum 24 vórðu latin eigarunum í vár.

- Hesi húsini vórðu faktiskt øll seld, áðrenn byggingin byrjaði, og prísirnir vórðu avtalaðir. Vit vórðu tarnaðir nakað við eitt nú loyvum til lendið, men tey, ið skuldu hava hesi húsini, fingu tey uttan nakrar príshækkingar. Vit hava skilt, at fólk, sum heild eru fegin um hetta avrik, ið samtakið hevur gjørt.

Hann sigur, at húsini vórðu seld fyri millum slakar 800.000 krónur og upp í slakar 1,2 miljónir krónur fyri hvørt – alt eftir stødd. Tað vóru bæði yngri og eldri fólk, ið her ognaðu sær eini nýggj hús í góðum umhvørvi, har stutt er oman í miðbýin, og hagin kortini liggur beint við.

- Vit bygdu og seldu hesi 24 húsini fyri umleið 24 miljónir krónur. Vinningurin gjørdist ikki tann stóri, men vit eru til reiðar at fremja eitt byggistig aftrat.

 

10 hús til sølu

Helgi Johannessen sigur, at pláss er fyri 23 húsum í 2. byggistigi, men í fyrstu syfti er ætlanin at byggja 10 hús aftrat, og hesi kunnu nú bíleggjast hjá Meklaranum í Saltangará.

- Vit vænta, at hol verður sett á 2. byggistig í vetur, leggur hann aftrat.

Hetta er soleiðis fyrstu ferð, at KBH hevur verið í so neyvum samstarvi um eina byggiverkætlan, men felagið hevur í aðrar mátar samstarv við aðrar fyritøkur, veitarar og undirveitarar.

Í 2002 varð apotekið í Runavík tikið í nýtslu og í 2004 eldrasambýlið á Toftum, sum KBH í báðum førum læt úr hondum.

- Millum onnur stór arbeiði, sum vit hava gjørt, er eisini virkisbygningurin hjá Zachariasi Leitistein á Rituvíkarhálsi og bilaverkstaðurin og bygningurin hjá BBR Service á Lambareiði, sigur Helgi.

 

Eisini tað smáa

Eitt, sum sermerkir KBH, er, at felagið ongantíð hevur sagt nei til tey smáu arbeiðini, ið fólk hava tørv á at fáa gjørd.

- Vit siga ongantíð nei til at gera eitt arbeiði, tá fólk heita á okkum. Hava vit nógv um at vera, kann tað taka tíð, áðrenn vit kunnu koma. Vit søgdu heldur ikki nei, tá mest var at gera, og vit høvdu stórar verkætlanir at taka okkum av. Tíðir broytast, og tá kann vera gott, at vit eisini í góðu tíðunum góvu okkum stundir til tey smáu arbeiðini, ið kunnu hava stóran týdning fyri viðskiftafólkini og okkum sum fyritøku.

Helgi sigur, at 10 mans í løtuni eru knýttir at KBH-fyritøkuni, men tá mest var at gera, og byggingin av raðhúsunum í Runavík stóð upp á, vóru teir 15 í tali.

- Byggivirksemi er minkað, og nú er tað mest ymiskar umvælingar, ið fólk spyrja um. Tó er líkt til, at gongdin er við at broytast nakað og fólk, vit tosa við, eru ikki so svartskygd longur um sethúsabygging.

Hann sær eisini sína fyritøku sum eina tænastufyritøku, sum eigur at vera teimum til tænastu og hjálpar, ið hava brúk fyri at fáa ymiskt gjørt.

- Tað kann vera so lítið sum eitt rotið vindeyga – ella ein rútur, sum skal skiftast. Í slíkum føri er gott, at vit hava fólk knýtt at virkinum, sum kunnu átaka sær nógvar ymiskar uppgávur, smáar sum stórar, sigur Helgi Johannessen.