Fótbóltslagið í Fuglafirði er stak gott. Tað er einki at siga til. Eftir 24. umfar og 3-1 heimasigurin á NSÍ er ÍF besta boðið upp á FM heitið, sum bara eina ferð áður er vunnið av fuglfirðingum. Tað var so langt afturi sum í 1979 ella fyri 33 árum síðani.
Tað er so stutt síðani, at NSÍ taldist millum evnini at flyta niður. Síðani hevur NSÍ lyft seg úr botninum, og í Fuglafirði varð væl og virðiliga undirstrikað, at teir í Runavík sjálvsagt framvegis skulu vera partur av bestu deildini.
Serliga í 1. hálvleiki megnaðu gestirnir at seta ÍF undir trýst. Tá eydnaðist hvørjum partinum at skora mál, men NSÍ var tætt við. Besta møguleikan í 1. hálvleiki hevði Dánjal á Lakjuni hjá ÍF, men hann sendi í tvørtræið, tá ið hann kom einsamallur ímóti Kristiani Joensen í NSÍ málinum.
– Í 2. hálvleiki var munurin tann, at vit høvdu Clayton Soares, sum er í fínum stima og hesa ferð skoraði trý mál. Tað var alt avgerandi, heldur ÍF veteranurin millum stólparnar Jákup Mikkelsen.
Dánjal á Lakjuni í høgru var sera væl upplagdur. Hann átti innleggið til bæði 1-0 og 3-0 málið. 2-0 málið skoraði Clayton eftir langa framlegging frá Høgna Madsen.
Lítla løtu eftir, at ÍF var komið á odda, fekk NSÍ risa møguleika at javna. Dómarin peikaði á brotssparksblettin.
– Bartal var óheppin, tá ið hann eftir innlegg royndi at temja bóltin við bringuni. Ólukkutíð fyri okkum rakti bólturin eisini í hondina, og so var brotsspark. Eg hevði fyrireikað meg upp á støðuna og upp á, at Klæmint A. Olsen skuldi skjóta. Kanska broytti hann støðu, tí hann sendi bóltin mótsatt av síðuni, sum eg fór ímóti, men lukkutíð fyri okkum, so fór bólturin skeivu megin stólpan, sigur Jákup Mikkelsen.
– Sum tað leið frá vóru teir noyddir at spenna álopsbogan. Pól Jóhannus varð sendur longri fram á vøllin, og tað bar við sær, at tað var leysari í verjuni, og tað gjørdi Clayton sær dælt av tvær ferðir aftrat, áðrenn Pól Jóhannes við stútara eftir frísparksframlegging frá Sjúrða Jacobsen minkaði um munin, so úrslitið gjørdist 3-1 til okkum, greiðir Jákup Mikkelsen frá.
Nú liggur leiðin opin ímóti FM?
– Royndirnar siga, at vit skulu taka botnliðini í stórum álvara, tí vit hava fleiri ferðir mist ímóti teimum. B68 hevur nógv at spæla fyri, so tað verður ikki lætt hjá okkum á Svangaskarði, hóast eg haldi, at vit hava spælt øgiliga væl tær seinastu vikurnar. Eg hevði roknað við, at KÍ fór at taka stig frá EB/Streymi, tí klaksvíkingar hava gott lið, ið á góðum degi kann vinna ímóti øllum, og tað kann væl vera, at Víkingur fer at arga EB/Streym. Víkingur plagar at hava gott tak á EB/Streymi, heldur Jákup Mikkelsen.
Lyklastøða
Klæmint A. Olsen, toppskjúttin hjá NSÍ, ásannar, at talan var um lyklastøðu, tá ið hann misnýtti brotsspark.
– Teir vóru júst komnir framum. Eg hevði longu frammanndan gjørt av við meg sjálvan, hvar eg skuldi senda bóltin, men tíverri rakti eg hann ikki so væl, og so fór hann skeivu megin stólpan. Tá fóru vit eitt sindur niður við høvdinum, og tað sektaði ÍF. Tað var spell, tí eg haldi, at í 1. hálvleiki vóru vit spælstýrandi. Í 2. hálvleiki var tað ikki so gott, tí tá royndu vit ov nógv við longum sendingum, og í hinum endanum gjørdist tað opnari, tá ið Pól Jóhannus kom longri fram á vøllin.
Sunnudagin fer TB at vitja í Runavík, og hóast NSÍ er í ongamannalandi, so er Klæmint A. Olsen fullvísur í, at NSÍ fer at stríðast fyri søkini:
– Málið var at varveita plássið í bestu deildini. Tí málinum hava vit rokkið. Nú er málið at syrgja fyri, at málmunurin verður positivur. Í løtuni er hann -2. Fyrsti møguleikin at fáa javnvág í verður ímóti TB, so tá fara vit sjálvsagt at stríðast fyri sigrinum.