Í Kamars-ættini eru fleiri við navninum Jacob Jacobsen. Hesin Jacob við tilnavninum Baja man vera kendastur undir heitinum Jákup á Kamarinum ella Koppa-Jákup.
Heitið Koppa-Jákup fekk hann, tá ið hann í 1857 fór um landið og koppsetti, tí læknin var farin til Danmarkar. Hann greiðir sjálvur frá:
”À hesi ferðini var eg alla staðni væl fagnaður. Fólkið hevði stóra ræðslu fyri hesi herviligu sjúku, ið áður hevði týnt so mangt mannalívið her í Føroyum. Øll vóru nú so fegin um at blíva koppsett, og eingin bar seg undan.”
Jákup var føddur í Havn 27. oktober 1836 og andaðist 28. februar 1917 – 80 ár gamal.
Tá ið Fox-kanningarferðin var í Føroyum í 1860 og kannaði um møguleikan at leggja telegrafkaðal úr Europa til Amerika, var Koppa-Jákup ferðaleiðari teirra og verður hann í frágreiðing teirra nevndur sum stak skilagóður, vitugur og skjóttfatandi.
Hann gjørdist í 1878 limur í Thorshavns Afholdsforening, og var hann ein av dyggastu stuðlunum hjá fráhaldsrørsluni.
Koppa-Jákup virkaði sum byggimeistari og timburmaður og var eisini eitt skifti gravari í Havn.
Men hann er best kendur fyri, at hann var Føroya fyrsti prentari. Bert 15 ára gamal var hann av Niels Winther biðin um at taka sær av prentinum av fyrsta føroyska blaðnum Færingetidende.
Í Varðanum 3. bindi sigur hann frá:
“Tað var ein merkisdagur í Havn, tá ið fyrsta nummar av Færingetidende fleyg út um býin. Bløð vóru forkunnug í Føroyum í teirri tíðini, tað var so at siga eina Berlingske, og hon kom sjálvsagt ikki til aðrar enn embætismennirnar. Eg skuldi bera Færingetidende til teir haldarar, ið vóru í Havn, og Niels (Winther) legði mær eina við fyrst at fara til fútan, har móttøkan ikki var víðari, og spelaði eg so avstað, tað dýrasta eg var mentur. Tað ráddi jú um at fáa blaðið runt, áðrenn fútin hin gamli kom í tankar um at senda politistarnar eftir mær. Hvar eg kom, tyrptust fólkið um meg fyri at frætta frá tí ið stóð í blaðnum. Soleiðis gekk hvørja ferð !”
Færingetidende var uttan iva væl fagnað av meiniga manninum, men yvirstættin dámdi einki hetta og fekk Niels Winther beinleiðis deyðshóttanir frá “bøndrunum”, ið hóttu við einum uppslagi á húsið hjá Jákup Nolsøe. Ein plakat segði, at ”Niels Winther átti at kastast oman av bryggjukantinum.”
Bert níggju ferðir í 1852 kom blaðið út, innan sakarmál steðgaðu hesum.
Mennirnir aftan Færingetidende hildu seg hava rætt at siga sína hugsan sambært grundlógini frá 1849. Men eina sakarmálið fekk álvarsamar avleiðingar fyri ábyrgdarblaðstjóran Niels Winther, sum seinni flutti av landinum. INCLUDEPICTURE d z "/Myndir/Koppa%20Jakup.jpg-for-web-SMALL.jpg"
Jacob Jacobsen Baja, var tvær reisur giftur, fyrru ferð við Johonnu Petrinu Casparsdatter, dóttir Johan Caspar Johan-Petersen í Havn. Johanna Petrina doyði á ungum árum. Jákup Jacobsen Baja á Kamarinum sat einkjumaður við tveimum smágentum.?Jacob Jacobsen giftist seinnu ferð við Siggu Frederiku Angelicu Danielsen (01.01.1841-18.01.1922) úr Tranti, hon var dóttir Daniel Danielsen, ið var abbasonur Hovs-Dánjal. Mamma hennara var Lisa Margretha Reinert úr Kaldbak.?Sigga var næstelst av seks systkjum, elstur var Dánjal Jákup Danielsen, sýslumaður í Søldarfirði. Hini systkini vóru Anna Cathrina Charlotta Danielsen, Christina Carolina Danielsen, Christian Cornelius Danielsen, gamli postmeistari Danielsen og Hans Wilhelm Danielsen.???Jákup Jacobsen Baja á Kamarinum og Sigga Danielsen úr Tranti áttu sonin Magnus Jacobsen (27.12.1874-12.12 1921), kendur sum byggimeistarin og teknilærarin Magnus á Kamarinum. Magnus á Kamarinum var byggimeistari. Eftir hann standa nógvir stórbærir bygningar og arbeiði, ið hann hevur greitt út hondum. Nevnast skal millum annað kirkjunar í Sandavági, í Hesti og Leirvík. Hann bygdi harafturat gamla posthúsið í Havn, gomlu telegrafstøðina (núverandi barnatannlæknastovan í Havn) og sethúsini á Kamarinum í Gríms Kambansgøtu.
Tað er bert hann og dóttir hansara Sigrid (1914-1993), sum hava stein. Men her liggja eisini Jákup, Sigga og kanska okkurt av børnunum. Sigrid er vist seinasta fólk, sum er grivið í gamla kirkjugarði.
Kelda:
Heimasíðan: HYPERLINK www.teyavkamarinum.com www.teyavkamarinum.com
Næstu ferð:
Næstu ferð fara vit at umrøða grøvina hjá Elspu og William G Sloan, sum kanska kann sigast at hava verið eitt offur fyri 1. heimsbardaga.