unum er ein 89 ára gomul kona, og luttekur hendan í morgunfimleikinum á hvørjum morgni. Eftir morgunfimleikin er morgunmatur á skránni, síðani lestur og morgunsangur, og eftir hetta verður byrjað við tí [...] hevur á skránni. Og er hendan sera spennandi og fjølbroytt fyri pensionistarnar. Á skránni eru m.a. vitjanir til ymsik áhugaverd støð í Havnini, handaligt arbeiði, fyrilestar, drama og veitsla. Løgmaður [...] vakst dungin av kertum heilt væl. Pensionistarnir vóru ógvuliga blíðir og fyrikomandi, og spurdu teir úr hvørji bygd blaðmaðurin kom og hvaðani hann var ættaður. Hesum royndi hann at greiða frá sum frægast
kundi fáa eitt skip til keyps, sum var millum fimm og 10 ára gamalt. Keypsprísurin var millum 25 og 30 mió. kr. Og til støddar var skipið ímillum Ternuna og Dúgvuna. Hetta vildi verið eitt hóskandi skip at [...] metrar langar. Fólk sita ótolin og bíða eftir, at tey skulu sleppa umborð á Dúgvuna ella Sam, og meðan bíða verður, fáa leiðarin á strandferðsluni, Kristian Davidsen og leiðarin á ferða-fólkadeildini, [...] sin hjá útoyggjafólki og øllum teimum, sum skulu ferðast um Suðuroyarfjørð, Skopunarfjørð og Leirvíksfjørð. Teir løgdu stein oman á byrðu, bæði hjá vinnulívinum í útjaðaranum, og hjá øllum teimum, sum
Klaksvík hugsa nógv um at profilera Reyða Kross í býnum og Norðoyggjum og at vísa fólki í økinum á vælgerðararbeiðið, sum Reyði Krossur ger bæði í Føroyum og uttanlands. Tað fer eisini at síggjast aftur í sjálvum [...] gott arbeiðið og síggi nógv virði í arbeiðnum bæði í Føroyum og uttanlands. So eg hugsaði beinavegin, at hasum vildi eg fegin vera partur av. Vitjanarvinir hava verið í Klaksvík í nógv ár og Málkafé hevur [...] somu rekkjum og tingini liggja á sama stað viku aftaná viku. Hinvegin ætla vit, at innrættingin í hølunum kann broytast so hvørt, og at klæðir til dømis kunnu liggja til útstilling í skuffum og á reolum.
trupuleikan viðvíkjandi kynsligum ágangi móti børnum. Kjakið hevur verið merkt av øði og hatri, og hetta er eins óheppi, og tað er skiljandi. Nógv hava róð framundir, at pedofilurin eigur at revsast harðari [...] eina rættarskipan og eina samfelagsskipan sum heild, ið heldur leggur seg eftir at fyribyrgja og viðgera heldur enn at revsa. Upp í leypar av kanningum hava staðfest, at fyribyrging og viðger eru leiðin [...] við málinum, kunna samfelagið og birta í kjak. Visjónin er ein stovnur ella eitt “hús”, ið skal virka fyri at fremja eina nullhugsjón á økinum, og ið skal út í barnagarðar og skúlar at greiða barninum frá
Unn Paturson og Onnu Mariu Olsen (kór) og Kim Kristensen (keyboard) Tónleikastílurin á fløguni er ein blandingur av indie-poppi og singer-songwriter. Katrina hevur sjálv skrivað bæði tekst og tónleik til [...] tekstir og løg. Serliga tí tá vendst jú ikki aftur, sum Katrina staðfestir - Eg eri ikki tann, sum rópi »Hey, eg havi gjørt eitt lag - góðu kom og lurtið«. Eg havi heldur lyndi til at goyma míni løg og fara [...] sera persónlig og avdúka nokk eina síðu av Katrinu, sum onnur ikki kenna, viðgongur hon. - Vanliga eri eg ein nokkso glaður persónur, men fløgan vísir eina myrkari og hugtyngri síðu av mær. Og onkursvegna
vera, at vit heldur skuldu havt sent tvey hundrað og fimmoghálvfems milliónir, og so “vaksinera” okkara 13-14 ára gomlu smágentur móti deyðiligari sjúku, og hildið fram við at latið pensionistum ein kaffimunn [...] høvdu ábyrgd av kreppuni. Danir høvdu í staðin ávarað ímóti henni. Og teir vóru skjótir at hjálpa. Og teir loystu kreppuna bæði skjótt og effektivt. Kann vera, at samanberingin ikki er heilt rættvís Rætt [...] tilhaldunum kring landið. Nei, eg hugsi um munin millum, hvussu vanligi íslendingurin og vanligi føroyingurin “agerar” og “reagerar” tá mótgangur er. Íslendska kreppan Sum øllum kunnugt hava íslendingar merkt
bóltin í kassan og avgera alt. Hann valdi tað seinnu og skilagóðu loysnina, og so slapp rómurin at runga í Gundadali. Viðhaldsfólkini tustu oman á vøllin fyri at fagna teirra leikarum, og gleðin var øgilig [...] ndi fótbóltsdystin í ár. Sylla var ein støðug hóttan hjá B36, og voldi hann Egil á Bø og Knút Vesturtún stórar trupulleikar til tíðir, og einu ferðina var hann beinleiðis óheppin, at skotroynd hansara [...] upparbeitt sær eina yvirvág, og tá so Egil á Bø sá gult fyri aðru ferð og varð vístur av vøllinum, fekk B36 veruliga tak á EB/Streym. Hetta takið helt tó ikki meiri enn 20 minuttir, tá Alex José dos Santos
kenna seg tiknar við nøsina, tí útlitini fyri ítróttarhøll og skúla eru svinnandi. Og teir komu og settust við pallborðið. Teir politikarar og fyrrverandi politikarar, sum høvdu við kommunusamanleggingina [...] í so stórsligin og dýr, og at tað gjørdi einki, um ein bíligari útgáva av ítróttarhøllini varð gjørd. Tað varð víst á á fundinum, at gamla hallaranevndin var skift út við eina nýggja, og at hendan nýggja [...] mátti tó verið bíligari at bygt saman og so fingið nýtt somu hentleikarnar í bæði skúla og høll. Hugsað varð um ymisk felagsrúm sum til dømis wc, baðirúm, goymslur og so framvegis. Skúlaleiðarin í Kollafirði
Hon var sterk, rann skjótt, hoppaði høgt og langt og henni dámdi væl at kappast. Inga royndi seg í fleiri ítróttargreinum, millum annað spældi hon flogbólt og fótbólt. Hennara dagliga starv kom eisini [...] 16 ár, kvinnuunglingum og í 1. deild. Inga var neistakvinna við stórum N, um tú kanst siga tað soleiðis. Umframt at ganga á odda í venjing og dystum, so sat hon við dómaraborðið og var til dystin fús, tá [...] skuldu fyriskipast. Inga var bersøgin. Hon hoyrdist og sást, tá ið hon var í hallunum. Hon legði nógv í venjingina og kravdi nógv av sær sjálvari og viðspælarum í dystum. Tað var onkuntíð torført hjá teimum
uppihald. Vanliga eru millum 100 og 150 fólk á lønarlistanum hjá Hotel Hafnia og matstovunum, og tað broytist eitt sindur frá sesong til sesong. Men nú hjálparpakkin er samtyktur, og koronahjálp verður veitt [...] – Vit hava sitið spent og bíða, og vit fara ikki at koyra nakran, sigur Pætur Trónd Thomsen, stjóri á Hotel Hafnia og komandi Hotel Brandan, sum nú hevur sagt "på gensyn" við flestu starvsfólkini, ið fyribils [...] lítlu fyritøkurnar og tey sjálvstøðugu vinnurekandi. Tey verða hart rakt av hesum. Hetta er eins serlig støða, og tað er einki, sum vit kunnu stýra sum so. Vit mugu bara síggja tíðina an og taka dag fyri dag