Ítróttarhøllin er ein luksustrupulleiki

Býráðslimurin hjá kollfirðingum helt á borgarafundi í Kollafirði mánakvøldið, at ítróttarhøllin er eitt luskusmál. Skúlin er meira átrokandi helt hann. Men ikki øll vóru samd

 

Borgarafundur


Kollafiðri: Tá kollfirðingar hildu borgarafund mánakvøldið, vóru ymsar meiningar um, hvørt skúli og ítrótarhøll skuldu byggjast í einum, ella hvørt sær. Men tey flestu vildu hava bæði. Býráðslimurin og løgtingsmaðurin úr Kollafirði, Jákup Suni Joensen, helt, at ítróttarhøllin er ein luksustrupulleiki, sum kann raðfestan aftan á skúlan.

Klokkan er júst farin av sjey. Tað er mánakvøld, og kollfirðingar eru farnir, maður av húsi, í bygdarhúsið at hoyra, hvat býráðspolitikarar úr Havn og onnur, sum hava eitthvørt upp á hjarta, hava at siga um politisku støðuna í Kollafirði, nú kollfirðingar kenna seg tiknar við nøsina, tí útlitini fyri ítróttarhøll og skúla eru svinnandi.

Og teir komu og settust við pallborðið. Teir politikarar og fyrrverandi politikarar, sum høvdu við kommunusamanleggingina at gera, umframt onkur, sum er valdur í Tórshavnar Býráð eftir samanleggingina.

Ein teirra, sum sat við pallborðið í Kollafiðri mánakvøldið, var fyrrverandi bygdarráðsformaðurin í Kollafirði, Hans Jacob Hansen.

Hann fegnaðist um samanleggingina, og vísti á alt tað virksemið, sum nú er inni á Langasandi. Tað hevði ikki verið komið, helt hann, um ikki varð lagt saman við Tórshavnar Kommunu. Og hann fekk undirtøku frá fleiri av fundarluttakarunum, sum høvdu orðið seinni.


Rás Tórshavn

Hóast kollfirðingar hava latið frætt, at teir fegnir vilja hava bæði ítróttarhøll og skúla, helt Leivur Hansen, býráðslimur og fyrrverandi borgarstjóri í Havn, ikki, at tað var tað stóra ynskið, seinast borgarafundur var í Kollafirði.

Hann segði seg minnast fyri vist, at tey allarstørstu ynskini hjá kollfirðingum tá vóru at sleppa at síggja Rás Tórshavn og koyra bíliga við Bussleiðini.

Tey ynskini eru bæði uppfylt, vísti Leivur Hansen á, men ásannaði tó, at tað enn eru eini 20 hús í Kollafirði, sum ikki síggja Rás Tórshavn.

At ítróttarhøllins kuldi standa so øgiliga frammalaga, helt hann, var komið upp seinni. Og eingin skrivlig avtala er gjørd um tað, vísti hann á.


Luksusprojekt

Kollfirðingurin í Tórshavnar Býráð, Jákup Suni Joensen, nevndi ítróttarhøllina fyri eitt luksusprojekt.

Við tí vildi hann siga, at tann trupuleikin, at kollfirðingar onga ítróttarhøll hava, var minni enn tann, at skúlavirðurskiftini í Kollafirði eru sera ring. Hann helt tó iki, at høllin átti at strikast, men heldur kundi hon verið raðfest aftan á skúlan.

Eisini helt Jákup Suni Joensen, at verkætlanin var í so stórsligin og dýr, og at tað gjørdi einki, um ein bíligari útgáva av ítróttarhøllini varð gjørd.

Tað varð víst á á fundinum, at gamla hallaranevndin var skift út við eina nýggja, og at hendan nýggja kanska ikki var so sinnað at gera høllina, nú ein var komin i Hoyvík.

Men Jákup Suni Joensen helt ikki, at nøkur grund var fyri at stúra fyri tí. Men hann heitti á fólk um at lata halarnevndina fáa frið at arbeiða, so skuldi nokk okkurt spyrjast burturúr.


Ymsir flokkar

Fundarfólkið fekk eisini mikrofonina, og ymiskt var, sum tey vildu raðfesta. Onkur vildi hava høllina beinanveg, og tann, sum fór longst, helt, at tað gjørdi ikki petti, um kollfirðingar fóru til Havnar í skúla, um bara ítróttarhøllin varð bygd.

Men tað verður nokk ikki bara sum at siga tað, varð upplýst, tí skúlarnir í Havn hava sanniliga eisini hølistrupuleikar, eins og tann í Kollafirði.

Onkur av pallborðsluttakarunum ávaraði í móti, at kollfirðingar býttu seg í tveir bólkar, soleiðis at tað gjørdust tey fyri skúlanum móti teimum fyri høllini. Tað fór at vera tað ringasta, sum kundi henda, varð hildið.

Ført varð fram, at tað var helst rættast at byggja upp í verandi skúla, sum gjørt hevur verið fyrr, og so fáa eina bíligari ítróttarhøll uttan skúlastovur. Tað vil siga ein bygning í einari hædd uttan ta undirhæddina, sum annars var ætlað til serstovur.

Men tað hildu onnur ikki vera nakra góða loysn. Tað mátti tó verið bíligari at bygt saman og so fingið nýtt somu hentleikarnar í bæði skúla og høll. Hugsað varð um ymisk felagsrúm sum til dømis wc, baðirúm, goymslur og so framvegis.

Skúlaleiðarin í Kollafirði vísti á, at skúlin hevur út av lagi vánalig hølisviðurskifti, og hon heitti staðiliga á politikararnar um ikki at taka høllina fram um skúlan.

Ikki tí, at hon hevði nakað petti í móti høllini, segði hon. Men ásannaði bara, at um høllin fyrst varð bygd uttan skúlastovur, fór at verða seinur dagur, áðrenn nakað varð bygt afturat til skúla.

?Tað verður so ikki í mínari tíð, staðfesti hon.

Hons vísti á, at skúlin hevur onga skúlastovu, sum ætlað er til meira enn 15 børn, men at tað íðiliga ganga bæði 25 og upp til 28 børn í flokkunum, sum brúka stovurnar.

Hon visti, hvat hon tosaði um, og eingin var heldur í iva um eftir fundin, at kollfirðingar halda, at skúlamálið er sera ártrokandi at fáa loyst.

Borgarafundurin í Kolafirði mánakvøldið var líka drúgvur, sum tann fyrsti fótbóltsdysturin, kollfirðingar sambært táttinum hjá bygdarmanninum Tonglatummasi, spældu móti hósvíkingum. Hann stóð í tímar tríggjar.