Nýggj Reyðakrossbúð letur upp í Klaksvík

Ein lítlan mánað áðrenn Reyðakrossbúðin í Klaksvík letur upp, eru nógv sjálvboðin farin til verka

-Hetta er fantastiska spennandi og her eru so nógv fólk, sum longu vilja hjálpa og gerast partur av hesum.

 

Soleiðis sigur Anna Maria Joensen, við heimasíðuna hjá Reyða Krossi Føroyar. Anna Maria Joensen er virksemisleiðari í spildurnýggja endurnýtsluhandlinum hjá Reyða Krossi í Klaksvík. Nýggi handilin letur upp 19. februar – á Torradøgum. Endurnýtsluhandilin fer at eita Reyðakrossbúðin í Klaksvík og er staðsett í gamla Dávavirkinum, sum var fyrsta flakavirkið í Klaksvík.

 

- Vit hyggja eftir, hvør tørvurin er og hvussu áhugin er fyri hesum, Anna Maria Joensen. Tey sjálvbodnu, sum longu eru vorðin partur av Reyða Kross-toyminum í Klaksvík hugsa nógv um at profilera Reyða Kross í býnum og Norðoyggjum og at vísa fólki í økinum á vælgerðararbeiðið, sum Reyði Krossur ger bæði í Føroyum og uttanlands. Tað fer eisini at síggjast aftur í sjálvum handlinum, at hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi er berandi hugsjónin aftanfyri virksemið.

 

Nógv sjálvboðin

Longu nú, ein lítlan mánað áðrenn Reyðakrossbúðin í Klaksvík letur upp, eru nógv sjálvboðin farin til verka.

 

- Tá eg taldi í morgun vóru 20 sjálvboðin í virkseminum, so tað er fantastiskt, sigur Anna Maria, sum greiðir frá, at tey sjálvbodnu nú hava skilt klæðir úr klædnabingjum tríggjar ferðir. Sambært virksemisleiðaranum gongur skiljiarbeiðið ordiliga væl. ”Tað eru sjálvandi nógv ting at fáa greiðu á, tá slíkt skal stáplast upp á beinini, til dømis hvussu vit skulu skilja klæðini, júst hvørjum standi klæðini skulu vera í, tá tey koma út í handilin at hanga og slíkt. Men tað týdningarmesta í hesum virkseminum er, at vit øll fáa eitt gott samanhald. Og tað haldi eg er á einari heilt góðari leið. sigur hon.

 

Tað er altíð tørvur á fleiri sjálvbodnum.

 

Klaksvík nýggi kraftdepilin hjá Reyða Krossi

Anna Maria Joensen greiðir frá, at tá hon av fyrstan tíð hoyrdi um, at Reyði Krossur ætlaði at lata virksemi upp í Klaksvík og at ætlanin var at gera staðið til ein kraftdepil hjá Reyða Krossi fyri alt landið, varð hon beinavegin bitin av hugskotinum.

 

- Eg skilti á lagnum, at tað var torført at fáa nakran at standa á odda fyri hesum, og tá hugsaði eg at tað kann ikki passa – sjálvandi skulu vit hava Reyðakrossvirksemi í Klaksvík, um tað er tað, ið mett verður er brúk fyri. So, tí tók eg tað á meg. Eg haldi sjálv, at Reyði Krossur ger eitt fantastiska gott arbeiðið og síggi nógv virði í arbeiðnum bæði í Føroyum og uttanlands. So eg hugsaði beinavegin, at hasum vildi eg fegin vera partur av.

 

Vitjanarvinir hava verið í Klaksvík í nógv ár og Málkafé hevur eisini verið. Hølini í gamla Dávavirkinum geva góðar møguleikar fyri, at rúma hesum virksemi. Anna Maria sær fyri sær, at tað eisini ber til at hava okkurt kunningartiltak um integratión í Reyðakrossbúðini.

 

- Málið er, at tá onkur sigur Reyði Krossur, so hugsa allir klaksvíkingar ”á ja, tað er har úti á Dávavirkinum” – og at øll hava hug at hyggja inn.

 


Ætlanin er, at Reyðakrossbúðin í Klaksvík skal hava sín egna stíl. Tað eru tey sjálvbodnu su seta sín dám á handilin.

 

Anna Maria Joensen leggur dent á, at handilin skal vera dynamiskur.

 

- Tað er ikki ætlanin at klæðini skulu hanga á somu rekkjum og tingini liggja á sama stað viku aftaná viku. Hinvegin ætla vit, at innrættingin í hølunum kann broytast so hvørt, og at klæðir til dømis kunnu liggja til útstilling í skuffum og á reolum. Vit ætla at vera kreativ. Innbúgvið verður eisini í mestan mun endurnýtsla. At hugsa um at endurnýta fram um at keypa nýtt er ein hugburðsbroyting, sum so smátt er við at henda, og hesa broytingina vilja vit fegin stuðla. Tað skal vera stuttligt at ganga inni í einum endurnýtsluhandli, heldur Anna Maria.

 


Størstur dentur lagdur á klædnasølu, eisini verða brúkslutir og bøkur at fáa, sum nakað nýtt, er ætlanin selja brúkt amboð.

 

-Tað er sjálvsagt at endurnýta amboð, tí tað eru so nógv amboð, sum liggja ymsastaðni uttan at vera brúkt, sigur Anna Maria Joensen.

 

Tað er eisini ætlanin at hava ein seymiverkstað á gamla Dávavirkinum. Hugskotið er, at fólk kunnu koma inn og keypa sær til dømis tvey pløgg, sum tey vilja seyma saman, ella at taka ermarnar av einari blusu, so tað verður ein vestur og ymiskt annað, sum fólk hava hugflog til. Hetta er ein máti at nýta klæðini umaftur og geva teimum nýtt lív. Og so gevur tað pengar til eitt gott arbeiði í hinum endanum.

 

Ætlanin er eisini at hava kaffikrók, so til ber at seta seg eina løtu og práta. Tað mesta av vinnulívinum í Klaksvík liggur í nærumhvørvinum runt um vágna, og tí er hetta eitt hóskandi stað til ein hugnaligan krók, har tú kanst hyggja út á vágna og vinnulívið hinumegin rútin.

 


Reyðakrossbúðin í Klaksvík letur upp 19. februar – á Torradøgum. Á skránni verður tónleikur, røður og fólki, sum hava arbeitt á gamla Dávavirkinum, fara at greiða frá tá tað var fiskavirki.

 

- Vit eru heppin at sleppa at brúka hesi hølini, sigur Anna Maria Joensen, virksemisleiðari, sum bjóðar øllum at vera vælkomin inn á gólvið, tá Reyði Krossur letur upp í gamla Dávavirkinum.