Tað er ógvuliga trupult at ímynda sær eina betri finalu, enn seinna hálvfinalan millum B36 og EB/Streym í Gundadali í gjár. Dysturin var ikki avgjørdur fyrr enn smáar tríggjar tímar eftir, at Eiler Rasmussen hevði bríkslað fyri fyrstu ferð.
B36 endaði oman á, men bæði liðini eiga stórt rós uppiborið fyri sítt avrik. Eisini Eiler Rasmussen skal hava nøkur góð orð við á vegnum. Kortini sótu kanska eitt lítið sindur leys, men hann hevði tamarhald á harða dystinum, sum ongantíð gjørdist ljótur ella keðiligur.
Mál beinanvegin
Dysturin var ikki nógvar minuttir gamal, tá B36 fekk einasta málið í dystinum. Eitt frísparksinnlegg verður lagt niðan móti brotsteiginum, har tveir mótstøðuleikarar fara upp eftir bóltinum. Hvørgin fær fatur á honum, og at so rullar bólturin fyri føturnar á Mikkjal Thomassen, sum buldrar til og bólturin situr í netinum.
Eitt flott mál frá manninum, sum í vikuni fekk landsliðsboð.
Hetta fekk tó ikki EB/Streym at øtast, og ei heldur B36 at fara aftur á vøllin. Nú stóð samlaða á jøvnum 1-1, og álopini ferðaðust frá einum máli til hitt.
Stórspæl frá René
Tað var greitt, at bæði liðini vildu vinna dystin. Leikferðin var ótrúliga høg, spælið hekk væl saman hjá liðunum báðum og menn bakkaðu ikki fyri hvørjum øðrum. Úrslitið av hesum var, at áskoðararnir í Gundadali vóru vitni til ein tann mest undirhaldandi fótbóltsdystin í ár.
Sylla var ein støðug hóttan hjá B36, og voldi hann Egil á Bø og Knút Vesturtún stórar trupulleikar til tíðir, og einu ferðina var hann beinleiðis óheppin, at skotroynd hansara ikki endaði í netinum. Einsamallur fór hann í kontra, men René Tórgarð stórbjargaði, tá leyp upp undir yvirleggjaran og veittraði skotið út til hornaspark.
Hetta var ikki einasta góða bjargingin hjá René Tórgarð, sum veruliga vísti stórspæl í dystinum.
Nakað áðrenn royndina frá Sylla gjørdi B36 skjótt av í samband við eitt fríspark, og spældu teir bóltin inn í brotsteigin til Santos, sum í tveimum umførum mátti síggja René Tórgarð stórbjarga royndunum.
Uttan fyri rammuna
EB/Streymur hevði eisini sínar kjansir, men í mun til B36, so endaðu atsóknirnar hjá EB/Streymi sum oftast uttan fyri rammuna.
Hans Pauli Samuelsen vísti til tíðir, at hann er besti driblarin í landinum. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki fingu áskoðararnir besta dømi um hetta, tá víkamaðurin sleit seg leysan í høgru og setti fleiri leikarar av sær, áðrenn hann serveraði bóltin fyri Arnbjørn Hansen, sum ikki fekk tamarhald honum men lat bóltin víðari til Rafal Kwiecinski, sum smekkaði bóltin upp um úr stuttari fjarstøðu.
Tá hálvur tími var leiktur var EB/Streymur aftur sera nær við at skora, men skotið frá Arnbjørn Hansen tók uttaru síðu á stongini og fór út.
Kortini
Í seinna hálvleiki var ferðin ikki heilt tann sama, men kortini var framvegis talan um ein ferðmiklan og hendingaríkan dyst. B36 fekk spakuliga upparbeitt sær eina yvirvág, og tá so Egil á Bø sá gult fyri aðru ferð og varð vístur av vøllinum, fekk B36 veruliga tak á EB/Streym.
Hetta takið helt tó ikki meiri enn 20 minuttir, tá Alex José dos Santos fekk sítt seinna gula kort, fyri at fara í so harðliga við Marna Djurhuus. Eftir hetta leikaði nøkulunda javnt á aftur, men kortini vóru framvegis nógv í tali.
11 ferðir hevði Eiler Rasmussen gula kortið á lofti, og tvær ferðir máttu leikarar av vøllinum, tá teir framman undan høvdu fingið gult kort einaferð. Egil á Bø hjá EB/Strreymi og Alex dos Santos sóu báðir reytt.
Orkan uppi
Tá farið var undir longdu leiktíðina, var orkan hjá leikarunum uppi. Har var snøgt sagt ikki meiri krút eftir. B36 hevði bóltin meiri, men megnaðu ikki skapa tað stóra frameftir. EB/Streymur hevði at kalla ikki bóltin, men fekk tó skapt sær tveir stórar kjansir.
Báðir komu eftir hornaspark frá Hans Paula Samuelsen. Fyrst er tað Gert Hansen, sum í seinna hálvleiki í longdu leiktíðini, stútar ein bólt móti málinum, men á sjálvari strikuni verður bjargað. Og tá tað var um at vera liðugt, hevði Sorin eisini ein stóran møguleika eftir hornaspark, men Jákup Mikkelsen vísti hví hann er fyrsta val á landsliðnum og bjargaði.
Vandamiklastu B36-royndina í longdu leiktíðini, átti Herbert í Lon Jacobsen, tá hann royndi seg við drønskoti úr 30 metrum, men fór bólturin dygst framvið málinum.
B36 í finaluni
Í brotssparkskappingini løgdu bæði liðini fyri við at skora upp á teirra fyrstu fýra royndir. Fimta brotssparki hjá EB/Streymi átti Hans Pauli Samuelsen, men tað lyfti hann upp um málið.
Síðani fekk Bárður H. Joensen møguleikan at leingja um spenningin, ella at seta bóltin í kassan og avgera alt. Hann valdi tað seinnu og skilagóðu loysnina, og so slapp rómurin at runga í Gundadali.
Viðhaldsfólkini tustu oman á vøllin fyri at fagna teirra leikarum, og gleðin var øgilig.
Dysturin byrjaði klokkan seks, og nú klokkan nærkaðist níggju var umsíðir liðugt. B36 vann dystin og eru í steypafinaluni. Onkur vildi sagt, at tað var uppiborið og onkur annar ikki, men greitt er, at liðini bæði vóru við til at skapa ein fantastiskan dyst.