Í løtuni valdar sannur ruðuleiki viðvíkjandi siglingini um Leirvíksfjørð. Bilrøðirnar, sum bíða eftir at verða fluttar um fjørðin, eru við hvørt meira enn 100 metrar langar.
Fólk sita ótolin og bíða eftir, at tey skulu sleppa umborð á Dúgvuna ella Sam, og meðan bíða verður, fáa leiðarin á strandferðsluni, Kristian Davidsen og leiðarin á ferða-fólkadeildini, Poul Jacob Thomsen, mong ókvæmisorð yvir sín kropp. Men teir seku ? teir, ið veruliga hava ábyrgdina av hesum óskili, sleppa undan, og geva fólki vøkur lyfti um, at teir skulu fáa enda á tí óskili, sum teir sjálvir hava skapt.
Millum teir seku, eru norðoyatingmenninir Jógvan við Keldu, Heini O. Heinesen og Jákup Mikkelsen. Tá uppskotið til fíggjarlóg fyri 2003 varð viðgjørt í fíggjarnevndini, skuldi meirilutin (samgonguumboðini), finna sparingar fyri umleið 90 mió. kr. Partur-in hjá strandferðsluni varð 7,5 mió. kr. T. v. s. at strandferðslan fekk 7,5 mió. kr. minni, enn biðið varð um, fyri at nøkta tørvin á sigl-ing, m.a. um Leirvíksfjørð. Millum teirra, sum skerdu hesa játtan, vóru Jógvan við Keldu, Heini O. Heinesen og Jákup Mikkelsen.
Avleiðingin, ið stóðst av hesi skerjing í játtanini til strandferðsluna, var, at ferðaseðlaprísirnir hækkaðu, at siglingin á Vág varð niðurløgd, at siglingin inn á Skálafjørðin varð niðurløgd og at ráð ikki eru til ein nøktandi flutning um Leirvíksfjørð. Tað er sera kostnaðarmikið fyri vinnulívið í Norðoyggjum, at bilar við ráfiski og bilar við fiskaútflutningi, skulu standa í tímavís og bíða eftir at sleppa um fjørðin. Hetta er eisini ein trupul støða fyri øll tey, sum vanliga ferðast um Leirvíksfjørð, antin til arbeiðis, í skúla ella í øðrum ørindum.
Undirritaði, sum er limur í løgtingsins fíggjarnevnd, tók als ikki undir við, at játtanin til strandferðsluna varð skerd. Saman við umboðunum fyri sambandsflokkin mælti eg til ymiskar sparingar á fíggjarlógini. M.a. mæltu vit til at spara umleið 20 mió. kr. í almennu umsitingini. Vit mæltu til at leggja oljumálaráðið saman við vinnumálaráðnum. Eisini mæltu vit til at leggja heilsumálaráðið saman við almannmálaaráðnum. Og somuleiðis mæltu vit til at leggja løgmálaráðið saman við løgmansfyrisitingini. Á hendan hátt kundu vit spart tríggjar landsstýrismenn og trý aðalmálaráð burtur.
Men tað vildu samgonguumboðini ikki. Jógvan við Keldu, Heini O. Heinesen og Jákup Mikkelsen, saman við restini av samgonguni, vildu heldur hevna seg inn á siglingina um Leirvíksfjørð. Tað gjørdu teir við at skerja játtanina til strandferðsluna við 7,5 mió. kr. Harvið hækkaðu teir eisini ferðaseðlaprísin hjá útoyggjafólki og øllum teimum, sum skulu ferðast um Suðuroyarfjørð, Skopunarfjørð og Leirvíksfjørð. Teir løgdu stein oman á byrðu, bæði hjá vinnulívinum í útjaðaranum, og hjá øllum teimum, sum hava valt at búleikast har.
Tá tað snýr seg um at játta pening til almennu umsitingina í Havn er onki óført. Eftir fimm árum er talið av aðalmálaráðum hækkað úr seks upp í nýggju. Í sama tíðarskeiði er játtanin til aðalmálaráðini hækkað úr 53,8 mió. kr. uppí 137,9 mió. kr. Ein hækking á 84,1 mió. kr. eftir fimm árum. Talið av fulltíðarstørvum í landsumsitingini økist við rúkandi ferð og er nú komið upp á 330 heiltíðarstørv. Samstundis verður játtanin til strandferðsluna og til siglingina um Leirvíksfjørð skerd tí vit skulu spara. Hvar er logikkurin og hvar eru tey gyltu vallyftini hjá Jógvani við Keldu, Heina O. Heinesen og Jákupi Mikkelsen ?
Framtíðarloysnin er sjálvandi fast samband um Leirvíksfjørð við einum undirsjóvar-tunnli. Men vit eiga at síggja í eyguni, at hesin gerst ikki veruleiki fyrr enn í 2006, og spurningurin er so, hvussu vit kunnu nøkta flutningstørvin um fjørðin hesi trý árini. Við verandi ferðaætlan og verandi játtan á fíggjarlógini kunnu Dúgvan og Sam ikki nøkta henda tørv. Fyri umleið tveimum árum síðani, fingu vit at vita frá landsstýrismanninum í vinnumálum, at strandferðslan kundi fáa eitt skip til keyps, sum var millum fimm og 10 ára gamalt. Keypsprísurin var millum 25 og 30 mió. kr. Og til støddar var skipið ímillum Ternuna og Dúgvuna.
Hetta vildi verið eitt hóskandi skip at røkt Leirvíksfjarðarleiðini saman við Dúgvuni. Undirritaði sett beinanvegin fram uppskot um at játta strandferðsluni 30 mió. kr. til keypa av hesum skipi. Hetta varð gjørt við broytingaruppskoti til eina eykajáttanarlóg, sum varð viðgjørd í fíggjarnevndini tá, men uppskotið vann ikki frama. Seinni havi eg endurtikið sama uppskotið, men við sama vánaliga úrslitið, tí samgongan vildi ikki játta tann neyðuga peningin, heldur ikki norðoyatingmenninir í samgonguni, Jógvan við Keldu, Heini O. Heinesen og Jákup Mikkelsen. Men tá tað snýr seg um at játta stórar upphæddir til aðalmálaráðini í Havn eru "ingen smalle steder".
Tað ljóðar heilt ótrúligt, tá vit nú hoyra fjølmiðlarnir bera tíðindi um, at norðoyatingmenninir arbeiða við at loysa trupulleikan, sum valdar á Leirvíksfjarðarleiðini. Hetta eru júst somu tingmenn, sum hava skapt henda trupulleika, við at skerja játtanina til strandferðsluna við 7,5 mió. kr. Undirritaði hevur ongi arbeiðsboð fingið. Men eg var heldur ikki við, tá játtanin til strandferðsluna varð skerd; teir, ið stóðu aftan fyri skerjingina, vóru m. a. Jógvan við Keldu, Heini O. Heinesen og Jákup Mikkelsen.