hevur vunnið frama. Tá so landsstýrið legði sítt uppskot fram um fullveldi, vildi hann ikki góðtaka hesa meining, og gróv »lík« sítt um sjálvstýrislóg upp aftur og royndi at blása nýtt lív í tað. Úrslitið [...] At sambandsflokkurin skuldi verða so hart ímóti, høvdu fá roknað við. Tí í fleiri ár hevur hann meylað um eina sjálvstýrislóg, uttan at vit hava fingið nakað at vita um, hvat hon inniheldur. Jú teir siga [...] og kann tað væl eisini vera so. Tí er tað í dag so óskiljandi, hvat hesin flokkur vil, ella hví hann nú hevur fingið kaldar føtur. Flokkurin hevur lagt uppskot sítt fram fleiri ferðir, uttan at tað hevur
sum gevir hann so nógv at hugsa um, at ein kemur ikki á mál og kann halda fram at hugsa. Einki svar er, bert spurningar og ein fær kensluna av, at tímin er komin til sjálvrannsakan. Um ein so hevur bukað [...] leikur er veruliga ein trupul uppgáva. Ringt er at siga nakað stutt um hann, tí hann er skelkandi og so nógv er, ið skal sodnast. So nógvar hendingar. Og kanska kann leikurin eisini samanberast við heimsstøðuna [...] eftir hvat krevst. Á ein hátt er meira talan um frásøgukynstur, ið hevur til endamáls at fáa áskoðaran at gykla sær sín egna leik, men hetta megnar Hans Tórgarð so framúrskarandi, at ein sær fyri sær bæði
eina kvotaskipan fram um eina dagaskipan Umsitingarligir fyrimunir Við eini kvotaskipan kann neyðug avmarkingin í fiskiveiðu ásetast einfalt og beinleiðis sambært tilmælum frá fiskifrøðini um mest loyvda veiðu [...] burðardyggari fiskarí enn aðrir? Tað verður ein vanlukka fyri samfelagið, um vit halda fram við eini dagaskipan, og kanska ikki fyrr enn um eini 10 ár mugu viðurkenna, at ein slík kapasitetsavmarkandi skipan [...] og sínum lívsgrundarlagi væl, er hon væl eisini áhugað í at virka fyri, at útblaking fer ikki fram. 3) Um okkara dagaskipan verður tillagað og óhepnar bindingar tiknar burtur, kann hon, eins væl og ein
Tingmaðurin hevur ikki hugsað seg nóg væl um. Hann eigur at føra síni sjónarmið fram í orðum og ikki í gerðum. Hann kann eisini seta broytingaruppskot fram, um hann er ónøgdur við uppskotið, sigur Finnbogi [...] sær, hvat kann henda, um fólk fara at føra síni sjónarmið fram við gerðum heldur enn í orðum. Kortini heldur tingformaðurin, at hetta er eindømi í Føroyum. Tingfólk eru vanliga so mikið at sær komin, at [...] tænir nøkrum endamáli at tosa um, hvørt ein er fyri ella ímóti ósømiligum atburði í tinginum. Eg taki ikki undir við hesum, sigur ein avgjørdur Edmund Joensen. Spurdur um tingmaðurin fær átalu frá flokkinum
Myrkjanoyri, grein um lagnuna hjá fleiri bóndum har, og har eisini so mætir menn sum Nólsoyar Páll hava búð. Egon Hansen leggur fram áhugavert tilfar, mest eftir pápan, um staðanøvn fram við Nólsoynni. Andras [...] frammanundan fjølbroytt við søgum, frásagnum, yrkingum og bókaummælum. Sverri Djurhuus heldur fram við at skriva um barnaárini í Kollafirði; hetta er annar partur. Jólanátt á Drangoy er íslendsk søga, sum Leon [...] og Óðin gudur. Eftir Einar Joensen, sála, er grein um Føroyar í gomlum døgum. Petra Arge skrivar um skúlabarnaferð til Danmarkar fyri meiri enn 50 árum síðani. Nicodemus Rasmussen, sum hevur skrivað av
síðani at kanna rakstartølini og kom fram til, at skúlanum kom at tørva kr. 500.000, um hann skuldi halda fram við verandi virksemi. Landsstýrismaðurin var tá kunnaður um trupulleikan, og var hetta fyrstu [...] fyrstu ferð, at hann fekk eina formliga kunning um trupulleikan. Mentamálastýrið tók beinanvegin ? sama dag ? stig til, at søkja um um eina eykajáttan. At landsstýrismaðurin í mentamálum ikki hevur latið við [...] av lønarkarminum. Einki verður nevnt um, at skúlanum tørvar meira pening. Ikki fyrr enn 12. februar 2001, tá Mentamálastýrið varnast, at játtanin fyri 2001 sýnist í so tepur í mun til kend rakstrartøl, setir
at fara fram í bátum av somu stødd, og sum verða mettir at vera eins góðir gongubátar. Sama er at siga um mansróðurin. Argjabáturin hevur í ár aftur gjørt bragdið at vinna allar róðrarnar nú fram móti ólavsøku [...] bátar mannaðir við monnum. Men rættvís verður avgerðin um, hvørjir menn skulu umboða okkum á Scilly, bert, um enn ein kvalifikatiónskapping fer fram millum føroyameistararnar á 6-mannafarinum, seks menn [...] ndið sett upp eina reglugerð hesum viðvíkjandi. Men tað, sum hoyrist og sæst um hetta í fjølmiðlunum, fær meg at ivast, um henda reglugerð tryggjar, at tað veruliga verða bestu manningarnar, sum koma at
tingfundi í farnu viku setti Heidi Petersen fram ein munnligan fyrispurning um hetta málið, sum hevur so stóran týdning fyri fólkið í Vestmanna. Hon spurdi m.a. um, hvussu langt fyrireikingarnar vóru komnar [...] Vestmanna: Hóast lítið hevur verið at hoyrt til tað, so er kortini gongd í málinum um nýggjan Fiskivinnuskúla í Vestmanna. Um ársskiftið kann arbeiðið verða boðið út, og í 2007 verður skúlin klárur at [...] vóru ótolin eftir at frætta um, hvussu gekst við hesi ætlanini. - Nú, vit eru farin at nærkast september mánaði, eru eingi sjónlig tekin um at nøkur skúlabygging skal fara fram í Vestmanna, sigur Heidi Petersen
uppskotið um fiskidagar ætlandi verður lagt fram á Føroya løgtingi. Kunnu spyrja vinnuna - Eg haldi, hetta er fyrstu ferð, at fjølmiðlarnir eru bodnir at verða við, tá ið fiskidaganevndin handar álit um fiskidagar [...] tað haltar viðhvørt við at fáa sjónarmiðini hjá vinnuni fram. - Hetta er so tað seinna tilmæli til landsstýrismannin um fiskidagar. Frammanudan hevur Fiskirannsóknarstovan gjørt sítt tilmæli, sum mælir til [...] seta limunum í nevndini spurningar um álitið, soleiðis at hesin parturin av ráðgevingini eisini verður hoyrdur. Jørgen vísir á, at fiskifrøðingar duga væl at bera fram síni sjónarmið, men heldur, at tað
bara talan um kapping um næstfremsta plássið. Startstpurturin var ikki liðugur, tá guli báturin hevði stungið stevnið, rong og skut og menninar átoftini fram um hinar bátarnar, og síðani var ikki spenningur [...] spenningur um hvør fer at vinna, er burtur, tá 10-mannaførini rógva. Soleiðis var tað eisini vesturi í Vágunum, og skulu vit meta um vánirnar á ólavsøku, út frá tí, sum higartil er avrikað, so verður bara [...] Stórur spenningur var um næstfremsta plássið. Eina løtu sát tað út til, at Kølur og Havnarbáturin skuldu detta eitt sindur aftur um Nólsoying og Vestmenning, men teir togaðu fram aftur, og tað var eyðkent