Onkuntíð hevur tað verið havt á máli, at føringar áttu at sloppið at roynt seg í altjóða kappingum við nútíðar kappróðrarbátum. Har mugu vit tó gera okkum greitt, at kappingar á slíkum støði krevja, at kvinnur og menn sessast á róðrartóli alt árið, at ættararvurin við ár í hond tá onki fer at koma okkum til góðar, og at slík professionalisma als ikki kann fáa tann breiða fólksliga týdning, sum róðrarvirksemið á firðum um alt landið hevur í dag.
Men róðrarkapping sum tann, ið Amerada Hess veitti okkara róðrarfólki møguleikan at vera við í á Scilly Oyggjunum er áhugaverd fyri okkum, og úrslitini higartil hava eisini verið okkum til heiðurs.
Oljufelagið A.H. hevur nú latið tað upp í hendurnar á Róðrarsambandi Føroya at skipa fyri føroysku luttøkuni í hesum altjóða kappingum við gomlum 6-mannaðum róðrarbátum, og sum skilst hevur róðrarsambandið sett upp eina reglugerð hesum viðvíkjandi. Men tað, sum hoyrist og sæst um hetta í fjølmiðlunum, fær meg at ivast, um henda reglugerð tryggjar, at tað veruliga verða bestu manningarnar, sum koma at umboða okkum í hesum kappróðri.
Sanniliga unni eg av fullum huga manningini á Frúnni í Miðvági allan heiður fyri tað avrik, tær longu hava framt við sínum nýggja báti. Men at nr. 2 bátarnir í hvørjum bólki skulu avgera, um føroyameistararnir á 5-mannaførunum ella tær á 6-mannaførunum skulu umboða okkum sum róðrartjóð á Isles of Scilly, tað kennist ikki rættvíst. Her eigur enn ein kvalifikatiónskapping at fara fram í bátum av somu stødd, og sum verða mettir at vera eins góðir gongubátar.
Sama er at siga um mansróðurin. Argjabáturin hevur í ár aftur gjørt bragdið at vinna allar róðrarnar nú fram móti ólavsøku og hevur sostatt eina serstøðu millum bátar mannaðir við monnum. Men rættvís verður avgerðin um, hvørjir menn skulu umboða okkum á Scilly, bert, um enn ein kvalifikatiónskapping fer fram millum føroyameistararnar á 6-mannafarinum, seks menn av 8-mannafarinum og seks av 10-mannafarinum.
Ólavur Hátúnalan um, at eitt ávíst praktiskt arbeiði skal gerast, men tann sosiali ella umsorgarparturin má ikki gloymast. Tey gomlu eru ikki passivir og sløktir brúkarar, tí hóast ymisk til førleika, so kunnu tey flestu kenna seg væl, um tey eisini merkja, at tey ikki heilt eru til avlops.
Lat okkum tí geva hesi skipan ta neyðugu orkuna, sum kann gera, at hon veruliga verður ein umsorgarskipan, har brúkarin er miðdepilin.
Tryggleikin
á gamalsaldri
Eg vil enda við at bera fram eitt ynski um, at viðurskiftini hjá okkara pensjonistum, bæði sjálvar pensjónirnar, heimarøktin og øll onnur viðurskifti, koma í eina trygga legu, soleiðis at brúkararnir kenna seg væl, kenna seg at hava týdning, kenna seg at verða partur av samfelagnum, kenna seg at hava eina ábyrgd.
Viðurskiftu, sum vit politikarar kenna okkum tryggar við ? bæði sum teir, sum sita við ábyrgd og sum teir, sum um ikki so langa tíð verða pensjonistar.
Takk fyri og framhaldandi góðan eldradag
Jóannes Eidesgaard