Skræddi lógaruppskot á tingsins røðarapalli

­ Ongar reglur eru fyri, hvussu tingfólk skulu bera seg at á tingsins røðarapalli. Hann skal bert vera sømiligur í síni atferð, sigur Finnbogi Ísakson, tingfomaður, sum ikki veit nakað fordømi, har tingfólk hava gjørt seg inn á lógaruppskot á slíkan hátt, sum Marjus Dam, sambandstingmaðurin gjørdi týsdagin

Tað vóru ivaleyst nógvir SvF hyggjarar, sum fingu lítlan skelk, tá Marjus Dam, tingmaður, vísti sína ónøgd við uppskotið um grundlóg, at hann skræddi tað sundur, framman fyri undrandi tingmanningini.

Tingformaðurin sigur, at at hetta er atburður, sum ikki eigur at koma fyri á tingi, men at hann ongan møguleika hevur at gera nakað við tað.

­ Ongar reglur eru fyri, hvussu tingfólk skulu bera seg at á tingsins røðarapalli ella í tinginum - annað enn at tey skulu vera sømilig. Eru tey ikki tað, verður tað átalað, sigur Finnbogi Ísakson.

Hann dugir ikki at ímynda sær, hvat kann henda, um fólk fara at føra síni sjónarmið fram við gerðum heldur enn í orðum.

Kortini heldur tingformaðurin, at hetta er eindømi í Føroyum. Tingfólk eru vanliga so mikið at sær komin, at tað ikki fer at henda aftur.

­ Tingmaðurin hevur ikki hugsað seg nóg væl um. Hann eigur at føra síni sjónarmið fram í orðum og ikki í gerðum. Hann kann eisini seta broytingaruppskot fram, um hann er ónøgdur við uppskotið, sigur Finnbogi Ísakson.

Edmund Joensen, formaður í Sambandsflokkinum sigur um hendingina, at Sambandsflokkurin sjálvandi gongur inn fyri sømiligum atburði í tinginum, og tað hevur flokkurin altíð gjørt. Slíkt eigur ikki at koma fyri.

­ Vit hava ikki viðgjørt hendingina innanhýsis, tí vit hava ikki verið saman síðani týsdagin, sigur Edmund Joensen, sum ikki heldur tað tænir nøkrum endamáli at tosa um, hvørt ein er fyri ella ímóti ósømiligum atburði í tinginum.

­ Eg taki ikki undir við hesum, sigur ein avgjørdur Edmund Joensen.

Spurdur um tingmaðurin fær átalu frá flokkinum, sigur Edmund Joensen, at hann onga viðmerking hevur.