Viðmerking til greinina um fíggjarviðurskiftini hjá Føroya Læraraskúla

Tá ið ein lesur greinina, ið stóð í Sosialinum tann 16. juni 2001, kann ein lætt fáa ta fatan, at embætisfólkið hevur mælt landsstýrismanninum til at hækka játtanina til fíggjarlógaruppskotið fyri 2001, og at landsstýrismaðurin ikki hevur latið við seg koma.

 

Hetta er als ikki í samsvari við veruleikan. Læraraskúlin lat ikki, sum kravt, sína fíggjarætlan inn til ásettu tíðina (15. juni 2000). Undir víðari viðgerðini av løgtings-fíggjarlógar-uppskotinum hevði stýrið ikki neyvari fíggjar-upplýsingar frá skúlanum um væntaða raksturin í 2001 annað enn, at skúlin koyrdi tungt í 2000, men rektarin metti, at hann kundi húsast innan verandi fíggjarkarm í 2000. Av hesi orsøk fekk skúlin bert tillutað eina meirjáttan svarandi til lønarvøksturin í 2001.

Tann 7. sept. 2000 ? dagin fyri, at uppskotið til løgtingsfíggjarlógina fyri 2001 skuldi greiðast til prentingar ? sendi Læraraskúlin eina útgreining av lønarkarminum. Einki verður nevnt um, at skúlanum tørvar meira pening.

Ikki fyrr enn 12. februar 2001, tá Mentamálastýrið varnast, at játtanin fyri 2001 sýnist í so tepur í mun til kend rakstrartøl, setir stýrið seg í samband við Læraraskúlan fyri at kanna hetta nærri. Skúlin fór síðani at kanna rakstartølini og kom fram til, at skúlanum kom at tørva kr. 500.000, um hann skuldi halda fram við verandi virksemi. Landsstýrismaðurin var tá kunnaður um trupulleikan, og var hetta fyrstu ferð, at hann fekk eina formliga kunning um trupulleikan. Mentamálastýrið tók beinanvegin ? sama dag ? stig til, at søkja um um eina eykajáttan.

At landsstýrismaðurin í mentamálum ikki hevur latið við seg koma í sambandi við fíggjarlógararbeiði til 2001, sum fór fram á sumri 2000, er burturvið, tí hann og Mentamálastýrið kendu ikki til trupulleikan fyrr enn 12. februar 2001, tá stýrið av sínum eintingum setti seg í samband við Læraraskúlan. At landsstýrismaðurin í fíggjarmálum skuldi hava havt størri innlit í viðurskiftini enn landsstýrismaðurin í mentamálum er ilt at skilja.