frá ælaveðri báðar dagarnar. DMI sigur, at tað er eitt lágtrýst nærindis Føroyum, sum liggur mest sum í stað komandi dagarnar. Í dag verður tí lot til andøvsgul av ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Framvegis skýggjað [...] til 7 m/s. Skýggjað og í støðum regn. Hitin alt samdøgrið millum 8 og 13 stig. Ólavsøkuaftan verður lot til andøvsgul, fyri tað mesta av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, í støðum upp í stívt andøvsgul, 10 m/s [...] ælaveður. Hitin millum 8 og 13 stig. Sunnudagin verður lot til andøvsgul av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, í støðum upp í stívt andøvsgul, 10 m/s. Sólglottar og ælaveður. Hitin millu 8 og 13 stig. Mánadagin verður lot
500 roknskapir, tá freistin er farin 1. juli. Hon sigur, at 1. juli í ár høvdu tey fingið 60 fleiri roknskapir, enn 1. apríl í fjør. Í 2013 vóru um 2.500 roknskapir lætnir inn – og um talið er nøkulunda [...] og hvør kann keypa sær eintøk av øllum roknskapum. Tað er eitt felag í Danmark, sum keypir allar roknskapir at selja víðari. Í Føroyum eru tvær síður, sum kunngera roknskapir, vinnuvitan.biz, og bl.fo Skráseting [...] teir fyrr skuldu latast inn á pappíri, so skulu teir nú latast inn í talgildnum formi. Tað ger, at roknskapirnir koma beileiðis inn í skipanina hjá Skrásetingini, sum eisini ger tað lættari, tá teir skulu
eftirskúla í Føroyum. Tað heldur Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, og varaskúlastjóri á Eysturskúlanum. Spurningurin um at byggja eftirskúla hevur verið frammi av og á hesi seinastu nógvu árini og í hesum sambandi [...] sigur Bjarni Djurholm. Í hesum sambandi mælir Bjarni Djurholm til at miðsavna allar 10. flokkarnar kring landið í tríggjar ella fýra deplar, ístaðin fyri at hava nakrar fáar næmingar í hvørjum 10. flokki kring [...] kring landið. Hann sigur, at 10. flokkarnir í Havn, Nám X, kann vera fyrimynd í hesum sambandi. Tað ber væl til at umskipa 10. Flokkarnar, so at teir fáa ein dám av einum eftirskúla, sigur Bjarni Djurholm
trý sjúkrahúsini undir eina felags leiðslu, var í 2011, tá ið John Johannessen, sum tá var landsstýrismaður í heilsumálum, reisti spurningin. Í Suðuroy og í Norðoyggjum var alt á gosi. Øsingin var so mikið [...] - Øll tey trý sjúkrahúsini í Føroyum skulu stýrast av einum felags stjóra. Tað staðfestur Kaj Leo Holm Johannesen. Nú løgtingið viðgerð fíggjarlógini slepti, hann eini bumbu í kjakið. Hann sigur nevniliga [...] sjúkrahúsinunum hevur verið eitt politiskt stríðsmál av teimum heilt stóru í mong ár. Serliga eru tað politikarar, starvsfólk í heilsiverkinum og vanligir borgarar úr Suðuroy og Norðoyggjum, sum hava noktað
sjónarmiðum her í salinum, segði Sjúrður Skaale. - Vit í Føroyum renna okkum í ein múr, tá talan fellur á ES. Vit uppfata ES sum stóra og ónda samveldið, segði Sjurður Skaale. Fyrr fór Danmark inn í ES sum einasta [...] gjalda í mun til danir, ið jú eru limir í ES. Hann helt fram við at visa á fyrimunir við at gerast partur av ES og vísti til, hvussu føroyingar royna at hald útlendskum íløgum úti, meðan mann í øðrum londum [...] heldur tó, at ES er ein grundarsteinur fyri Europa. - Europa er eitt lítið samfelag, og størsta landið í ES er Týskland, sum er nummar 16 á listanum yvir heimsins størstu lond, segði Sjúrður Skaale. Hann kom
partabrøv. Millum annað hetta kom fram í sendingini um Eik hjá KVF í kvøld. Tað var kanska smart, at skúlalærarin og prædikumaðurin, Reimund Langgaard, varð settur í starv hjá Kaupthing banka sum ein av [...] og hann hevur verið útsendur sum trúboðari í Kambodja. Talugávunum bilar einki, so hann hevur hóskað væl til sølustrategiina hjá Kaupthing banka í Føroyum, og kanska hann eisini við sínum missións-kontaktum [...] Við tí vitan, eg hevði tá, gjørdi eg tað, sum eg helt vera rætt tá, segði hann. (Brot úr grein í Sosialinum í morgin)
kunnu taka hesi skeiðini í Føroyum, sigur Absalon Matras. Hann sigur, at longu í gjár, hósdag, skuldi fundur verða millum Bjartur Dalsgarð og Akstovuna, og í dag skal málið viðgerast í Vinnumálaráðnum. - So [...] Málið um serlig skeið fyri at kunna koyra í ES-londunum er við at fáa eina loysn. Tað er rímiliga stutt síðani, at málið er flutt frá niðurlagda Innlendismálaráðnum til Vinnumálaráðið. - Og nú tykist rættiliga [...] So nú bíði eg bara í spenningi. Eg stóð annars til at noyðast av við 9.000 krónur fyri hetta skeiðið, tí eg mátti jú ferðast til Danmarkar, og skuldi rinda ferðaseðil. Harumframt skuldi eg rinda 5.000 krónur
sett navn á tær fyrstu 11, sum byrja á vøllinum í kvøld móti Luksembourg Dysturin í kvøld er liður í fyrireikingunum til komandi HM-undankapping, sum verður í døgunum 4. til 9. apríl komandi ár, har Føroyar [...] dysturin verður bríkslaður í gongd, hava venjararnir, Rúni Nolsøe og Jón Pauli Olsen sett navn á tær fyrstu 11, sum byrja á vøllinum í kvøld. Randi S. Wardum byrjar í málinum, og í verjuni verða Bára Skaale [...] Føroyar fara at luttaka. Føroyska ferðalagið fór úr Føroyum mánamorgunin, og sum heild hevur gingist væl, og úr Luksembourg frættist, at umstøðurnar eru av teimum bestu, skrivar heimasíðan hjá fótbóltssambandinum
gistingarhúsum. Tað staðfesti Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, í Løgtingunum í kvøld. Løgtingið viðgjørdi uppskotið hjá Poul Michelsen í Framsókn um at lækka ella avtaka mvg á matstovum og hotellum [...] arbeiðspláss, har serliga ung fólk leita sær til. - Ferðavinnan er uttan iva ein framtíðarvinna í Føroyum og tað legst alla tíðina aftrat teimum tilboðum, sum føroyska ferðavinnan hevur at bjóða og arbeiða [...] brúka meir, men eisini við tað, at eggja føroyingar at gera meiri av at ferðast í egnum landi. Tað kann skapa nógv nýggj størv í vinnuni, heldur hann.
Norðurlandaráðið, var gjørt í samstarvi við Føroya felag ímóti krabbameini, sum hevði formansskapin í Nordisk Cancerunion í fjør. Tað var í mars, at uppskotið varð lagt fram, og í november tók Norðurlandaráðið [...] Eftir uppskoti úr Føroyum hevur Norðurlandaráðið heitt á stjórnirnar og heilsumyndugleikarnar í teimum einstøku londunum um at samstarva við Nordisk Cancerunion og at samst arva um onnur viðurskifti so [...] ráðið einmælt undir við tí. Ov lítið samstarv Uppskotsstillararnir eru ikki í iva um, at uppskotið hevur sera stóran týdning. -Vit meta uppskotið vera eitt frambrot og eitt sera týdningarmikið stig