Turt á ólavsøku sigur Yr

Men danska veðurstovan DMI er ikki líka bjartskygd.

Norska veðurstovan Yr sigur, at tó at tað verður grátt í veðrinum, so heldur tað sær væntandi turt alla ólavsøkuna. Nakrir dropar fara tó at fella nátt til ólavsøkudag og um morgunin ólavsøkudag.

 

Danska veðurstovan DMI boðar frá ælaveðri báðar dagarnar.

 

DMI sigur, at tað er eitt lágtrýst nærindis Føroyum, sum liggur mest sum í stað komandi dagarnar.

 

Í dag verður tí lot til andøvsgul av ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Framvegis skýggjað og okkurt æl. Hósnáttina verður lot til andøvsgul av norðri, 2 til 7 m/s. Skýggjað og í støðum regn. Hitin alt samdøgrið millum 8 og 13 stig.

 

Ólavsøkuaftan verður lot til andøvsgul, fyri tað mesta av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, í støðum upp í stívt andøvsgul, 10 m/s. Sólglottar, men eisini ælaveður og regn av og á. Hitin alt samdøgrið millum 8 og 13 stig.

 

Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul, fyri tað mesta av vestri, 5 til 10 m/s. Sólglottar, men eisini ælaveður. Hitin millum 8 og 13 stig.

 

Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Sólglottar og ælaveður. Hitin millum 8 og 13 stig.

 

Sunnudagin verður lot til andøvsgul av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, í støðum upp í stívt andøvsgul, 10 m/s. Sólglottar og ælaveður. Hitin millu 8 og 13 stig.

 

Mánadagin verður lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s, fyri tað mesta av vestri. Sólglottar og okkurt ælið. Hitin millum 8 og 13 stig.