Nú vanta bara gott 600 roknskapir

Tað gongur væl hjá Skráseting Føroya at fáa inn roknskapir. Freistin hjá partafeløgum og smápartafeløgum at lata inn roknskapir fyri 2013 var 1. juli.

Tað gongur væl hjá Skráseting Føroya at fáa inn roknskapir. Freistin hjá partafeløgum og smápartafeløgum at lata inn roknskapir fyri 2013 var 1. juli.

 

– Tað er faktiskt rættiliga gott, sigur Kristian Ottosdóttir á Skráseting Føroya. Hon sigur, at onkuntíð hava manglað bæði 1.300 og 1.500 roknskapir, tá freistin er farin 1. juli.

 

Hon sigur, at 1. juli í ár høvdu tey fingið 60 fleiri roknskapir, enn 1. apríl í fjør.

 

Í 2013 vóru um 2.500 roknskapir lætnir inn – og um talið er nøkulunda tað sama, so hava tey fingið slakar 2.000 roknskapir inn higartil.

 

Skráseting Føroya hevur fingið eina nýggja skipan at taka ímóti roknskapum. Meðan teir fyrr skuldu latast inn á pappíri, so skulu teir nú latast inn í talgildnum formi. Tað ger, at roknskapirnir koma beileiðis inn í skipanina hjá Skrásetingini, sum eisini ger tað lættari, tá teir skulu latast víðari.

 

Roknskapir eru almennir, og ein og hvør kann keypa sær eintøk av øllum roknskapum. Tað er eitt felag í Danmark, sum keypir allar roknskapir at selja víðari. Í Føroyum eru tvær síður, sum kunngera roknskapir, vinnuvitan.biz, og bl.fo

 

Skráseting Føroya hevur strammað reglurnar viðvíkjandi innlating av roknskapum. Tey, sum ikki hava latið inn roknskapin 1. juli fáa ein rykkjara. Men so ger Skráseting Føroya ikki meira. Koma roknskapirnir ikki inn til ásettu freistina, so verða tey feløgini borin í Skiftirættin til avtøku.