Ein stjóri fyri øll trý sjúkrahúsini

Tað er neyðugt, at øll trý sjúkrahúsini verða stýrd av einum stjóra, sigur løgmaður

- Øll tey trý sjúkrahúsini í Føroyum skulu stýrast av einum felags stjóra.

Tað staðfestur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Nú løgtingið viðgerð fíggjarlógini slepti, hann eini bumbu í kjakið.

 

Hann sigur nevniliga, at tíðin við fleiri stjórum á okkara sjúkrahúsum má vera ein farin tíð.

 

Leiðsluviðurskiftini á teimum trimum sjúkrahúsinunum hevur verið eitt politiskt stríðsmál av teimum heilt stóru í mong ár.

 

Serliga eru tað politikarar, starvsfólk í heilsiverkinum og vanligir borgarar úr Suðuroy og Norðoyggjum, sum hava noktað blankt fyri at leggja øll sjúkrahúsini undir eina felags leiðslu.

 

Seinast tað var frammi um at leggja øll trý sjúkrahúsini undir eina felags leiðslu, var í 2011, tá ið John Johannessen, sum tá var landsstýrismaður í heilsumálum, reisti spurningin.

 

Í Suðuroy og í Norðoyggjum var alt á gosi. Øsingin var so mikið stór, at tað endaði við, at sjálvt hansara egni flokkur, Javnaðarflokkurin, alment tók frástøðu frá ætlanini og síðani varð málið slept.

 

John Johannessen varð ikki valdur aftur á ting og kanska var tað nettupp ein avleiðing av, at hann dittaði sær at nerta við leiðsluviðurskiftini á Sjúkrahúsunum.

 

Men nú staðfestir sjálvur løgmaður, at tíðin er farin, tá ið hvørt sjúkrahús hevur sína egnu leiðslu.

 

- Tað ber ikki til, at fleiri fólk sita við ábyrgdini av okkara heilsuverki, sigur hann.

 

- Skulu vit skilbøta raksturin á sjúkrahúsunum av álvara og sleppa undan, at fleiri sjúkrahús gera tað sama, er tað eitt krav, at tað verður ein stjóri fyri alt tað føroyska heilsuverkið, staðfestur løgmaður.