Samgongan er sinnað at kanna møguleikarnar fyri at lækka, ella avtaka, mvg á tí tað kostar at eta og drekka á matstovum og at gista á gistingarhúsum.
Tað staðfesti Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, í Løgtingunum í kvøld.
Løgtingið viðgjørdi uppskotið hjá Poul Michelsen í Framsókn um at lækka ella avtaka mvg á matstovum og hotellum.
Poul Michelsen vísur á, at seinastu árini hava fleiri lond lækkað, ella heilt avtikið, mvg á hotell- og matstovuvirksemi.
Endamálið er at økja um kappingarføri við atliti til útlendskar ráðstevnur og skeiðvirksemi.
Hesin vinnuvegur hevur stórt ringvirkni fyri samfelagsbúskapin, tí hotell- og matstovuvinnan er stór vinna við nógvum og fjølbroyttum hjávinnum.
Vinnan skapar lutfalsliga nógv arbeiði og skapar nógv nýggj og varandi arbeiðspláss, har serliga ung fólk leita sær til.
- Ferðavinnan er uttan iva ein framtíðarvinna í Føroyum og tað legst alla tíðina aftrat teimum tilboðum, sum føroyska ferðavinnan hevur at bjóða og arbeiða við, sigur framsóknarmaðurin.
Fleiri tingfólk halda, at talan er um eitt gott uppskot og tað helt landsstýrismaðurin í vinnumálum eisini.
Hann vísur á, at Løgtingið hevur játtað stórar upphæddir at menna ferðavinnuna og tað er skilagott at lækka ella avtaka mvg á matstovum og hotellum.
Hann heldur, at hetta kann birta upp undir ferðavinnuna, bæði við tað at útlendsk ferðafólk kanska brúka meir, men eisini við tað, at eggja føroyingar at gera meiri av at ferðast í egnum landi.
Tað kann skapa nógv nýggj størv í vinnuni, heldur hann.