Føroyar lagt lunnar undir samstarv innan krabbamein

Eitt føroyskt uppskot um norðurlendskt samstarv innan krabbameinsgransking og -viðgerð kann fáa alstóran týdning.

Eftir uppskoti úr Føroyum hevur Norðurlandaráðið heitt á stjórnirnar og heilsumyndugleikarnar í teimum einstøku londunum um at samstarva við Nordisk Cancerunion og at samst arva um onnur viðurskifti so sum hagtøl, granskingarverkætlanir og viðgerðarroyndir.

 

Uppskotið, sum teir báðir føroysku norðurlandaráðslimirnir, Høgni Hoydal og Helgi Abrahamsen, løgdu fyri Norðurlandaráðið, var gjørt í samstarvi við Føroya felag ímóti krabbameini, sum hevði formansskapin í Nordisk Cancerunion í fjør. Tað var í mars, at uppskotið varð lagt fram, og í november tók Norðurlandaráðið einmælt undir við tí.

 

Ov lítið samstarv

Uppskotsstillararnir eru ikki í iva um, at uppskotið hevur sera stóran týdning.

 

-Vit meta uppskotið vera eitt frambrot og eitt sera týdningarmikið stig fyri øll Norðurlond - og sjálvsagt fyri Føroyar eisini - innan krabbameinsgransking og viðgerð, sigur Høgni Hoydal. Hann vísir á, at øll Norðurlond hava serligar dygdir og serlig øki innan krabbameinsgransking og viðgerð, men at samstarvið hevur verið ov lítið og ov óskipað.

 

-Um hetta uppskotið kann elva til, at styrkirnar verða lagdar saman, og at norðurlendingar sum heild kunnu gagnnýta fremstu dygdir hvør hjá øðrum, so er nógv vunnið, sigur Høgni Hoydal.

 

-Samstarv um heilsumál er alt ov lítið millum Norðurlond sum heild, og tískil er hetta uppskotið eisini slóðbrótandi, og kann vónandi elva til onnur uppskot og samstarv innan enn fleiri heilsumál, sigur norðurlandaráðslimurin.

Fyrradagin viðgjørdi Løgtingið ta árligu frágreiðingina, sum teir løgtingsvaldu limirnir í Norðurlandaráðnum høvdu lagt fyri Løgtingið, og tingmenn fegnaðust um frambrotið á krabbameinsøkinum