konstruktivt. Og vit mugu heldur ikki gloyma, at nettup ein stovnur sum Norðurlandahúsið eigur at metast sum ein livandi vera, ið skal haldast til og mennast við árunum. Og enn er henda vera ung. VIT ynskja [...] alt landið er bert at fegnast um. Fyrstu árini ráddi um at skapa áhuga fyri húsinum og virkseminum har, men so við og við er stovnurin eisini farin at víðka um sítt virksemi úti um landið. Prix Føroyar [...] ynskja Hjörvar hjúnunum vælkomnum og góða eydnu í Føroyum. Vit hava brúk fyri íblástri alla staðni frá. Ísland og íslendingar eiga eisini pláss í hjørtunum á mongum føroyingum. Tað skal vera vón okkara, at
Marknaðardagurin, sum serstaklig er fyri børn og ung, byrjar klokkan 10 og endar klokkan 18. Hesar tímarnar verður skipað fyri nógvum tiltøkum í Vágsbotni og úti í Bakka. Har eru framsýningar, rógving, fuglaberg [...] spurnarkapping og sum nakað heilt nýtt tráðufiskikapping. Møtt verður úti í Bakka at innskriva seg til kappingina og síðani verður lagt frá landi. Tað er bert loyvt at fiska við tráðu, og tann, sum fær [...] motorum, og Bátafelagið fer at sýna fram báta- og skipsmodell. Av øðrum tiltøkum kann nevnast uppvísing í karate, køkutobola, mattombola, lutaseðlasøla umframt tær mongu sølubúðirnar við grønmeti og fukt,
stuttur og breiður og loðin, tað er líkasum hann er settur saman av tveimum ella fleiri avskornum monnum. Mikkjal er innanhokin og tolir illa, at tú sigur nakað við hann, og bæði í útsjónd og lyndi er [...] Williami Heinesen, við minni av mytu og meira av realismu enn hinar bøkurnar. Baksýnið og partur av íblástrinum eru niðursetubygdirnar frá 19. øld og traðalógin frá 1894 og seinni. Nú var endiliga ein møguleiki [...] nýggjum og á tann hátt gerast - um ikki akkurát bøndur, so í hvussu er traðarmenn. Eitt bæði kærkomið og neyðugt íkast aftrat útróðrinum og skipsfiskiskapinum. Ætlanin var, at William Heinesen og Heðin Brú
mótaskúlan John Casablanca, ið er ein stórur og viðurkendur mótaskúli í USA. Mánadagin millum kl. 17.00 og 22.00 kunnu áhugað, gentur og dreingir, kvinnur og menn, ringja ella koma á ovaru hædd í Café Natúr [...] New York, og skipar á hvørjum ári fyri kappingini Elite Model Look, sum er ein av kendastu og mest viðurkendu vakurleikakappingunum í heiminum. Heimskendu vakurleikastjørnurnar Cindy Crawford og Naomi Campbell [...] uttanlands, og tvær íslendskar gentur eru ávegis á altjóða mótapallin, har tær í fyrsta umfari skulu vera við í sjónbandaupptøku hjá bólkinum Guns And Roses. Vilja fólk vita nærri um Icelandic Models og teirra
pilkar og skavar í glasurinum og setir spurnartekin. Annars er einki við listini. Bara at lýsa tað pena, deiliga og ódramatiska er keðiligt. Sonn list er til, har tað brýtir millum tað pena og vandamikla [...] til Føroya, og tað eydnaðist loksins. Hon fekk ein flogtúr fyri lívið, frammi í flogskiparaklivanum millum flogskipararnar, har hon kundi halda eyguni við, hvat fór fram og hvat varð sagt, og hálvan tíma [...] Norðurlandahúsinum, trein hon inn meðan lógvabrestirnir dundu. Leikarar og filmslið, donsk bløð og sjónvørp, sluppu ikki til Føroya, og tí gjørdist heimsfrumframførslan ikki heilt til tað, hon varð ætlað.
Havnar Hornorkestur, Saksáringurin Greipur, Føroya Ferðaleiðarafelag og fleiri. Veðrið var av tí besta leygardagin og tey vitjandi, ung og eldri, hugnaðu sær óført. [...] børnini, ið sluppu ókeypis, og tey vóru minst líka nógv í tali, um tey vaksnu. Byrjað varð klokkan 10.00 og tiltakið helt fram til klokkan 18:00 Kiwanis stóð fyri tiltakinum og stóð fyri at gera karmarnar [...] Glottin, AFS, Skótalið Sigmund Brestisson, KFUM og KFUK, Sankta Jørund ,Rovarar, Stuðulsfelagið fyri svimjihyl í Nólsoy, Bátafelagið, Parkinsonfelagið, Astma- og Allergifelagið, Giktafelag Føroya, Sílaveiðufelagið
Føroyum, og hesi noyðast tí av landinum. Fleiri og fleiri leita út um Danmark Millum ungar føroyingar tykjast áhugin fyri at lesa uttan fyri Danmark at vera støðugt vaksandi. Mangan hava vit hoyrt um ung úr [...] frá eitt nú Danmark, og tískil kann tað bæði vera trupult og lætt hjá teimum at fáa starv í heimlandinum. Trupult, tí at arbeiðsgevarnir møguliga ikki kenna nakað til útbúgvingina, og lætt tí teir halda [...] upptikin til hægri lestur úti í heimi og harvið fluta av landinum. Vit kenna tað øll. Hvørt summar fer onkur, sum man er góður við, av landinum í lestrarørindum, og saknurin er stórur. Tað verður sagt,
vóru ?The Phantoms?, ?Krit?, ?Salute?, ?Peachy Bounder? og ?Almost Perfect?. Vinnari gjørdist ?The Phantoms? við 82 atkvøðum. ?Krit? fekk 50 atkvøður og ?Peachy Bounder 44 atkvøður. Allir lutakandi tónleikararnir [...] tiltakinum og í ár var nakað av nýggjari útgerð roynd fyri fyrstu ferð. Áhoyrarar í øllum aldri høvdu leitað sær í Grasagarð at njóta tónleikin í góðveðrinum fríggjadagin. Tó sást, at serliga ung vístu konsertini
Børnini eru Napoleon, 11 ár, Líggjas, 10 ár og Anna, ið er 7 ár. Tey eru virkin í Musikskúlanum. Børnini hava verk við á framsýningini og eru tað t.d. fuglar og blómur, ið hugtaka ety. Ólav á Váli kenna [...] at verða sýndar fram og sum Eli tekur til, so er Ólavur ikki tann, ið sjálvur troðkar seg framat. Saman hava teir báðir Eli og Ólavur gingið á listaháskúla saman, ferðast saman og sýnt fram saman. Blátt [...] letur upp forvitnislig framsýning í Smiðjuni í Lítlivík. Eli Smith, børn hansara og svágurin Ólavur á Váli sýna fram tekningar og málningar. Afturvið verður tónleikur, ið børnini standa fyri, tá framsýningin
pening, og skjótasta og lættasta loysnin er at bíleggja nakrar eskjur av tombolaseðlum og vinningar úr Danmark, og síðani halda tivoli á stevnunum. Eg veit væl, at ítróttarfeløgunum vantar pening, og eg haldi [...] børnini, og hetta hevur verið sera væl eydnað. Foreldrini rindaðu eitt ávíst gjald fyri at børnini skuldu sleppa inn á spæliplássið, og so kundu tey hugna sær har, so leingi tey vildu. Tað, eg og helst [...] ið var mennandi fyri børnini, og sum eisini gav eitt sindur í Kassan hjá fyriskiparunum. Her rindaðu børnini fyri at sleppa inn á økið, har djóraframsýningin varð hildin, og síðani kundu tey vera har so