Tiltakið úti í Bakka eydnaðist væl

Leygardagin skipaði Kiwanis fyri marknaðardegi úti í Bakka í Havn. Kiwanis samskipaði og syrgdi fyri karminum um marknaðardagin, sum ein rúgva av feløgum fylti út

Marknaðardagurin verður mettur sum eitt slag av upphiting til stevnurnar. Dagurin úti í Bakka í fagrasta veðri eydnaðist stak væl. Fyrireikararnir meta, at eini 2000 fólk vitjaðu. Um 1000 gjaldandi vaksin vitjaðu, umframt børnini, ið sluppu ókeypis, og tey vóru minst líka nógv í tali, um tey vaksnu. Byrjað varð klokkan 10.00 og tiltakið helt fram til klokkan 18:00

Kiwanis stóð fyri tiltakinum og stóð fyri at gera karmarnar um tiltakið, umframt at hava ókeypis tiltøk. Felagsskapurin fekk so inntøkurnar av atgongumerkjunum, ið fer til at hjálpa neyðstøddum børnum, meðan luttakandi feløgini fingu ágóðan av sínum tiltøkum.

Mett verður, at fleiri fingu heilt væl burturúr. Millum luttakandi feløgini eru Glottin, AFS, Skótalið Sigmund Brestisson, KFUM og KFUK, Sankta Jørund ,Rovarar, Stuðulsfelagið fyri svimjihyl í Nólsoy, Bátafelagið, Parkinsonfelagið, Astma- og Allergifelagið, Giktafelag Føroya, Sílaveiðufelagið, Tórshavnar Manskór, Havnar Hornorkestur, Saksáringurin Greipur, Føroya Ferðaleiðarafelag og fleiri.

Veðrið var av tí besta leygardagin og tey vitjandi, ung og eldri, hugnaðu sær óført.