Hetta er tíðin, tá ið ungfólk í spenningi bíða eftir at fáa at vita, um tey eru upptikin til hægri lestur úti í heimi og harvið fluta av landinum.
Vit kenna tað øll. Hvørt summar fer onkur, sum man er góður við, av landinum í lestrarørindum, og saknurin er stórur. Tað verður sagt, at tey fara av landinum at lesa, tí at næstan eingir útbúgvingarmøguleikar eru her á landi, men er tað nú einaferð satt?
Hetta er tíðin, tá ið ungfólk í spenningi bíða eftir at fáa at vita, um tey eru upptikin til hægri lestur úti í heimi og harvið fluta av landinum.
Umleið 100 møguleikar í Føroyum
Í forvitnisliga bóklinginum, Útbugv teg í Føroyum, sum Lítla Forlagið gav út fyrr í ár, stendur alt, sum er vert at vita um útbúgvingarmøguleikarnar her heima á klettunum. Ikki færri enn umleið 100 útbúgvingarmøguleikar, harundir eisini miðnámsútbúgvingarnar, eru umrøddir í snotiliga bóklinginum, og nógvar góðar og forkunnugar upplýsingar standa í honum. Tað er tó heldur einki loyndarmál, at nógvar av teimum útbúgvingum, sum eru umrøddar í bóklinginum, umfata lærutíð, har ein partur av tíðini verður brúktur til skúlagongd í Danmark.
At summar av teimum útbúgvingunum, sum standa í bóklinginum, eru rættuliga sjáldsamar, er eingin sum helst ivi um. Hvør hevur til dømis áður hoyrt um eitt nú møguleikan fyri at læra til traktormekanikara, meiarist ella skrivstovutóla-mekanikarar? Greitt er, at innan summi av hesum økjum eru ikki so nógv lærupláss, tí at tørvurin á slíkari arbeiðsmegi er ógvuliga avmarkaður.
Ikki bara útbúgvingarmøguleikarnir lokka
Tað er greitt, at hjá einum stórum parti av teimum mongu ungu, sum hvørt ár leita sær av landinum í lestrarørindum, ikki einans er stóra útboðið av útbúgvingarmøguleikum, sum lokkar. Fyri nógv ung er tað eisini ein avbjóðing at sleppa at búgva í einum øðrum landi við eini aðrari mentan. Eingin ivi er um, at tað er mennandi fyri øll fólk at royna at búgva í einum øðrum samfelag í longri ella styttri tíðarskeið, og serliga eru tað ung, sum hava áhuga fyri hesum. Teir mongu spennandi frítíðarmøguleikarnir, sum til dømis ein stórbýur sum Keypmannahavn hevur at bjóða einum ungum føroyingi, eru sjálvsagt eisini við til at lokka nógv ung av landinum.
Hjá teimum, sum eru eitt sindur eldri, er tað ofta torførar at flyta, tí tey til dømis hava sett føtur undir egið borð og fingið sær familju. Ein ungur nýklaktur studentur er neyvan í hesi støðu, og hann hevur helst ongar skyldur, sum halda honum aftur.
Sjálvsagt eru tað eisini tey, sum helst vildu blivið her heima, men sum ikki hava møguleika fyri at lesa til tað, sum tey vilja og hava áhuga fyri, her í Føroyum, og hesi noyðast tí av landinum.
Fleiri og fleiri leita út um Danmark
Millum ungar føroyingar tykjast áhugin fyri at lesa uttan fyri Danmark at vera støðugt vaksandi. Mangan hava vit hoyrt um ung úr Føroyum, sum hava leitað sær til eitt nú Skotlands ella Onglands at lesa. Hetta hevur í nógvum førum verið í sambandi við onkra útbúgving, sum er knýtt at oljuvinnuni, ið øll jú vóna og vænta fer at gera sítt innrás her á landi í næstum. Hjá hesum er eisini møguleiki fyri at fáa lestrarstuðul úr Føroyum, tí fyri nøkrum árum síðani byrjaði skipanin, sum verður kallað fyri ÚSUN, ið stendur fyri Útbúgvingarstuðul Uttan fyri Norðurlond.
Nógv av teimum, sum lesa uttan fyri Norðurlond, fáa sær útbúgvingar, ið ikki vit annars ikki kenna frá eitt nú Danmark, og tískil kann tað bæði vera trupult og lætt hjá teimum at fáa starv í heimlandinum. Trupult, tí at arbeiðsgevarnir møguliga ikki kenna nakað til útbúgvingina, og lætt tí teir halda útbúgvingina vera øðrvísi og spennandi í mun til tað vanliga.
Tey flestu koma heim aftur
Tað eru uttan iva nógv, sum hava hug til at ilskast á øll tey ungu, sum leita sær av landinum, men vert er at hava í huga, at tey flestu av útisetunum koma aftur til Føroya at búgva. Tá ið tey so koma heim aftur, hava tey ein førning við sær, sum uttan iva kann geva øll okkum, ið her heima sita, eina rúgvu av góðum íblástri, sum kann vera okkara lítla samfelag at frama!