annars betra liðið í dystinum. VB lá langt afturi á vøllinum og lúrdi upp á kontraálopini. Tað uppleggið hevur riggað væl fyrr, eitt nú í Gøtu, men hesa ferð gekk tað ikki. Í fyrra hálvleiki høvdu klaksvíkingar [...] men kortini var tað VB, sum hevði teir størstu kjansirnar. Eina ferð tók Gunnar á Steig, og eina ferð bjargaði Jan Andreasen á sjálvari málstrikuni. Í hinum endanum var John Hansen tvær reisur nær við at [...] málroynd, og inni á málstrikuni stóð Símin Waag Høgnesen, sum setti hondina fyri bóltin. Reytt kort til Símin og brotsspark til VB. Brotssparkið setti Milan Culjic trygt í netið, og so stóð aftur á jøvnum. Kl
heimaliðið seg á odda. Eftir nakað av trunkaspæli endaði bólturin hjá Áslakki Petersen, sum var knappur og skeyt bóltin í málið hjá Dejan Milanovic. Áslakkur var ein av teimum frægastu spælarunum á ÍF-liðnum [...] hvørjari takkling. Serliga var tað samanspælið millum hann og Bárð á Lakjuni, sum riggaði sera væl í fyrra hálvleiki. Áslakkur vann fleiri bóltar á miðjuni og sendi teir skilagott frá sær, men Bárður hevði ikki [...] hjá NSÍ. Í Fuglafirði sást eisini, at hvørjaferð Jónstein fór fram við bóltinum, var vandi á ferð, og ólag kom á ÍF-verjuna. Rættvíst úrslit 1-1 endaði dysturin, og hóast fuglfirðingar vóru misnøgdir við
tað gekk, soleiðis sum tað gekk, og tað vil so vera, at tað eru altíð fleiri áskoðanir og metingar. Teir umborð á Snopprikki vóru drúgvastir, og teir høvdu tískil uppiborið at vinna. Onkur vísti á, at [...] Alt bendir á, at kappingin um FM heitið verður knallhørð millum fleiri seksmannafør. Sjey manningar tóku lut í róðrinum á norðoyastevnu, og skulu vit døma út frá tíðunum, so kann tað væl fara at vera, [...] at blanda seg upp í kappingina ? í hvussu so er meðan tað verður róð á fimtan hundrað metrum, og um vit bara meta út frá tíðunum á norðoyastevnu. Vunnu í spurtinum Sølmundur hjá NSÍ leyp avstað, og hann
seg at avgreiða róðrarnar. Máta vit tíðina, sum á norðoyastevnu gekk frá tí, at skotið varð fyri fyrsta róðrinum og til síðsta tíggjumannafarið var komið á mál, so gingu tríggir tímar, og tað er neyvan nøkur [...] fyrri á startmálinum, enn teir hava verið áður. At tað allíkavæl tók fitt av tíð komst av veðrinum, sum eingin er harri yvir. Fríska lotið hevði við sær, at tað stóð nógv á fasta startinum, og á tvey túsund [...] stimbrandi fyri spenningin í kappróðrinum, at høvuðsstaðurin á nógvum stevnum hevur vunnið so nógvar róðrar. Hetta hevur ikki minst gjørt seg galdandi á norðoyastevnu, tá tað er komið fyri meiri enn bæði tvær
tað sama, sum teir á vinnarabátinum á norðoyastevnu hava vant. Umborð á Vestmenningi eru nógvir av teimum, sum í fjør róðu við Gullbrandi, umborð á Kjøli eru fýra nýggir, og umborð á Havnarbátinum eru tríggir [...] enn vit høvdu roknað við. Kom tað púra óvart á teg, at tit fóru at vinna? ? Tað vil eg ikki siga. Vit vóru á bygdastevnuni á Skála, og tá vunnu vit greitt á Vestmenningi og Kjøli, so vit vóru greiðir yvir [...] møguleikin var har. Heldur tú, at tað var ov lætt? ? Hesa ferð gekk tað upp á stás, men tað vil ikki siga tað sama, sum um at vit eru upplagdir vinnarar á øllum hinum stevnunum. Tað snýr seg nógv um, hvussu tað
kæruni, at tey ætla at koma í Venjingarskúlan fyrsta skúladag í nýggja skúlaárinum, og verða tey beind á dyr fara tey sjálv undir at undirvísa børnini. At Billa ikki sleppur í Venjingarskúlan uttan tógvið [...] og í hvørjum skúla tey gingu. Vit fingu als ikki frænir av, at nakar trupulleiki var. Men ein vika gekk, tá ið vit fingu bræv um, at Billa skuldi skrivast inn av nýggjum, hesa ferð í Kommunuskúlan. Vit [...] egin, har Billa gongur, hevur nógv verið gjørt burtur úr, at børnini skulu í skúla. Tey hava verið á legu, spælt skúlabørn, havt ferðslulæru og tosað um ymiskt, ið hevur við skúla at gera. Nú verður
? Eg havi ætlað at teir kundu komið á eitt savn, so áhugað kundu komið inn og sæð teir. Eg havið verið á onkrum tílíkum savni í Danmark, og har hava teir staðið á standarum, meðan teir hava gingið. ? [...] motorunum havi eg fingið hendur á, tá ið vit hava gjørt umvælingar á Mekanik. Tað er tá ið motorar skuldu skiftast út. ? Teir flestu motorarnar havi eg hinvegin fingið fatur á í Danmark. Eg havi verið fleiri [...] nøvnini á motorunum. Og tað fækkast eisini av teimum. ? Tað er eisini eitt kynstur at nýta hesar motorarnar. Teir virka nevnliga ikki á sama hátt, sum teir nýggju. Í grundini er stórur munur á. Til dømis
Rasmussen ella aðrar flokkar á fólkatingi varð gitt, men sjálv søgdu tey einki. Sóu antin fegin út ella ? ikki so sjáldan ? ógvuliga álvarsom og ótolin. Náttin gekk við at telja myndirnar á vegginum av donskum [...] vit tráspurdu, uttan at fáa meira enn eitt uppgevandi eygnabrá, um tað í løtum gekk illa, ella eitt stórt smíl, um tað gekk væl. Ongin vildi nevna eitt einasta orð um tað, sum fór fram í fundarhølinum. [...] Jelved luttóku fyri donsku stjórnina. Síðan var ein steðgur kl. 17, av tí at donsku ráðharrarnir fóru á fund við teir Konservativu og Vinstraflokkin um búskaparligu inntrivini. Fund-urin skuldi takast upp
kosmetolog. Hon gekk á kosmetologskúla í Ålborg og fyrsta tíðarskeiðið eftir at hon var útbúgvin, arbeiddi hon á skúlanum. Seinni lat skúlin upp eina deild í Keypmannahavn og tá varð heitt á Elina at fara [...] nógvar bíleggingar Mánadagin upprann so dagurin tá dyrnar fóru upp á fyrsta sinni. ? Fyrsta dagin var móttøka og heilt fitt av fólki vóru inni á gólvinum, sigur Elin. ? Eg kendi ein part av teimum, men har vóru
samráðingarnar, segði hann, hvussu fegin hann var um úrslitið. Nyrup á almenna vitjan í summar ? Tað hevur ljóðað, at Nyrup Rasmussen kemur á almenna vitjan í Føroyum í ár? ? Ein innbjóðing hevur ligið leingi [...] Tað var heldur ikki gamansleikur, serliga tí danska pressan er so málrættað, heldur løgmaður. Tað gekk kortini avbera væl, og løgmaður kendi seg væl viðfarnan av miðlunum. Myndin av løgmanni, sum spakmæltur [...] fyrstuni, men sum við so nógvum øðrum, sum tú noyðist at fara undir, so var ampin burtur, tá hol varð sett á samráðingarnar, sigur Anfinn Kallsberg. ? Eg hevði onga grund at stúra, tí danir vóru blíðir og fyrikomandi