Mánadagin lat upp nýggj húðrøktarstova í Havn. Beauty Line eitur hon og tað er Elin Madsen sum eigur og rekur húðrøktarstovuna.
Elin hevur búð í Danmark í fimm ár og hevur í hesum tíðarskeiðinum útbúgvið seg til kosmetolog.
Hon gekk á kosmetologskúla í Ålborg og fyrsta tíðarskeiðið eftir at hon var útbúgvin, arbeiddi hon á skúlanum.
Seinni lat skúlin upp eina deild í Keypmannahavn og tá varð heitt á Elina at fara við til Keypmannahavnar, at hjálpa til í byrjanini.
Men hugurin at fara aftur til Føroya var stórur og í fjør gjørdi Elin av at fara til Føroya fyri at kanna um grundarlag var fyri at lata upp húðrøktarstovu í Havn.
Hon var heima í tríggjar mánaðir og eftir hetta var hon vís í, at tað kundi bera til.
Nógvir gestir og nógvar bíleggingar
Mánadagin upprann so dagurin tá dyrnar fóru upp á fyrsta sinni.
? Fyrsta dagin var móttøka og heilt fitt av fólki vóru inni á gólvinum, sigur Elin.
? Eg kendi ein part av teimum, men har vóru eisini heilt nógv, sum eg ikki kendi so væl frammanundan.
Stóra talið av gestum fyrsta dagin sæst eftir í ordrabókini. So nógvar bíleggingar eru komnar í bókina, at Elin hevur úr at gera í hvussu er tær fyrstu tvær vikurnar.
? Jú, hetta var ein ófør byrjan. Tey, sum ætla sær at fáa viðger áðrenn Ólavsøku, skulu skunda sær, tí tað eru ikki so nógvar tíðir eftir í bókini, sigur hon.
Fleir ymiskar viðgerðir
Tað eru nógvar ymiskar viðgerðir at fáa frá Beauty Line.
? Øll fólk hava ymiska húð, og tí »skræddaraseyma« vit viðgerðirnar til kundarnar.
Tað eru annars tríggir ymiskir viðgerarhættir at fáa frá Beauty Line. Eitt kallar hon fruktsýruviðgerð, annað fyri hydratermi og ta triðju fyri aromatikk.
Kostnaðurin fyri viðgerðirnar er ymiskur - úr 170 krónum upp í 475 krónur.
Heldur tú, at fólk vilja gjalda tað fyri húðrøkt?
? Vit gjalda tað fegin, tá vit skulu til tannlækna og húðrøkt er ikki øðrvísi enn tað.