hevur nógva ferðing við sær í øðrum londum, umframt at eg síggi nógvar dystir í íslendsku kappingini, sigur íslendski landsliðsvenjarin, sum í síni tíð spældi fimtan ár á besta liðnum í ÍA, Akranesi. Hann var [...] Nou Camp var spenningurin ikki so stórur, tí har vunnu Allan Simonsen og teir 5-0. Guðjón Þórðarson sigur seg fylgja væl við føroyska landsliðnum, hann veit væl um Óla Johannesen, Toda Jónsson, Julian Johnsson [...] spæla móti føroyingum á sama hátt, sum tú ætlar at spæla í EM undankappingardystunum á heimavølli? ? Fyrsti dysturin er móti Andorra. Eg rokni Føroyar at vera væl betri lið enn Andorra, og tí fara vit ikki
i tekningarnar hevur Janus Dam Guttesen teknað. Bókin, sum er 72 síður, er í níggju pørtum. Tann fyrsti parturin er um náttúruna, um smákykt á landi og í áum og vøtnum, um gróður og dýralív í fjøruni og [...] Annars eru evnini luft, vatn, landalæara, el, ravmagn, mát, magnet og sansir. Í formælinum til bókina sigur Føroya Skúlabókagrunnur, at undirvísingin í náttúr og tøkni tekur støðið í landafrøðiligu, alis-/ [...] smáum bólkum ella einstaklingavrik við møguleika at skipa undirvísingina við støði í fortreytunum hjá tí einstaka næminginum. Skal undirvísingin við royndum fáa næmingin at skilja evnið, má gloppið millum
landsliðsleikarar í hópinum sigur so mikið, at talan er um eitt sterkt lið. Hóast tað, at liðið er væl mannað, so er tað púra og fullkomiliga ókent fyri strandingum. Jónleif Sólsker sigur, at hann hevur roynt [...] sum var venjari hjá Kyndli fyri nøkrum árum síðani, men tað hevur ikki eydnast enn tíverri. Tað hevði verið góð hjálp, tí Igor er úr Kosice, og kennir uttan iva okkara mótstøðumenn, sigur Jónleif. Størsta [...] steypavinnarunum. Tað er alt eg veit, og tað er alt, sum hevur verið møguligt at finna fram til, tíverri, sigur Jónleif Sólsker. So talan er í veruleikanum um eitt ókent lið, sum uttan iva er gott kortini, leggur
sluppu av aftur oynni, orsakað av illveðrinum. Altíð dupultfunktiónir Jákup Petersen sigur, at tað ikki ber til hjá landsstýriskvinnuni í almanna- og heilsumálum at tosa um, at flestu dupuletfunktiónir [...] ? Tá ein persónur hevur fingið lívshóttandi skaða, er tann fyrsti tímin avgerandi fyri, um sjúklingurin yvirlivir. Tí er tað ógvuliga umráðandi, at skurðlæknavaktirnar í Klaksvík og á Tvøroyri verða varveittar [...] hetta. Sostatt skulu vit hava aðrar tyrlupallar, ið hava elektrónisk innflúgvingartól, so til ber hjá einari tyrlu at lenda, sjálvt um einki sýni er. Alt hetta er nógv dýrari enn at varveita skurðlækn
sína roynd ? bæði á vølli og áskoðaraplássum. Áskoðarafelagið hjá fótbóltslandsliðnum, 12. maðurin, ætlar sær at leggja harðliga fyri, nú fyrsti veruliga týðandi landsdysturin verður spældur á nýggja Tórsvøllinum [...] Estlandi er fyrsti undankappingardysturin, sum verður spældur í Havn, og 12. maðurin ætlar ikki, at teirra partur skal liggja eftir í royndini at gera Tórsvøll til veruligan heimavøll hjá landsliðnum. [...] ? Vit høvdu tað gott á Svangaskarði, og vit vóna, at tað verður líka gott á Tórsvølli, sigur Regin Egholm, formaður í 12. manni. Nýggj høli at hita upp í 12. maður hevur nú útvega føroysku áskoðarunum
sum, eftir at einaveldistíðin var av, setti spurnartekin við stættarskipanina og gudagivna valdinum hjá fáum einstaklingum. Í Føroyum var háskúlin úrslit av tjóðskaparligu vekingini, sum tá hevði um fjórðingsøld [...] sonurin má verða burturi eitt ár afturat, og harumfamt ger tað honum framtíðina heldur óvissa. Hon sigur í brævinum soleiðis við hann um hesar stóru ætlanir: ..... jeg har hørt lidt i Dimmalætting om højskolen [...] skrivar norður til Símun, sum tá er staddur á Skarði, stutt eftir at skúlin er fluttur til Havnar. Hann sigur soleiðis um viðurskiftini: ....?tey dagligu húsforholdini eru nakað sum tey vóru har norðuri í ringasta
viðingar við, at ein dampari kom suður ímillum Viðoynna og Fugloynna saman við einum trolara. Damparin legði seg inn móti Dølunum nakað sunnanfyri Eiðsvík, meðan trolarin fór suður á Viðvík. Tað var tjúkt í veðrinum [...] millum oyggjarnar og gingu undir á Kirkju. Tað bleiv av allar størstu dyningum. Dagbókin hjá Lovat Scouts sigur, at hitt minna skipið var vápnaði trolarin »Kerrera«, ið fylgdi damparanum. Skipini vóru [...] Damparin fór so útum aftur, og Skansin tykist hava havt samband við skipini aftur, tí War Diary hjá Lovat Scouts sigur, at tey vóru í havsneyð alla náttina. Símun Hansen var lærari í Fugloy og sá allan tilburðin
vinstri vongur hjá vestmenningum, Martin Hummeland, gav finnum grá hár í høvdið við sínum skjóta fótskifti og sera neyvu málroyndunum av vonginum. Leygardagin gekst tað hjá Martini, sum hjá restina av liðnum [...] liðnum hjá VÍF, stak illa í hond, og tá ið vit hittu hann beint eftir dystin, sást tað týðuligani, at hann var ikki sørt skuffaður yvir avrikið hjá vestmenningum. Einki hugflog í álopinum Martin helt eftir [...] álopinum og royna seg við skoti upp á mál. At málverjin hjá finnum stóð nógv betur í seinna dystinum, hevði eisini, sambært Martini, við sær, at leikararnir hjá VÍF ikki tordu at skjóta upp á mál, og um teir gjørdu
í juli, men hon hevði onga upptøku sæð áðrenn fyrsti partur varð sendur fyrrakvøldið. ? Tað kundi eg væl, um mær lysti, men mær dámar best spenning, sigur Erla í telefonsamrøðu við Sosialin. Erla var sera [...] hepni er. Hon sigur seg hava samband við fleiri teirra, sum vóru við á ferðini. ? Eg eri ikki serliga køn í svikaráðum, so eg havi ongar óvinir fingið á ferðini; bert nakrar nýggjar vinir, sigur hin fegna [...] nóg væl til sjóndar í sendingini. ? Í løtum tyktist tað sum talan var um eina vanliga frítíðarferð, sigur hon flennandi. Øgiliga spennandi Áðrenn Erla og kappingarneytar hennara fóru úr Danmørk, hugsaði hon
Sunnudagin vóru kvinnurnar hjá VB komnar norður um fjørðin at taka dystin upp við føroyameistararnar úr B36. Vágskvinnur noyddust at fara suður aftur við einum lemjandi ósigri, eftir at tað hevði eydnast [...] Arnbjørg Danielsen eina løtu seinni driblaði seg ígjøgnum alla verjuna hjá VB, áðrenn hon trillaði bóltin í netið til 2-0. Eitt sera gott mál hjá Arnbjørg! Tá ið fyrri hálvleikur var um hálvrunnin, var aftur mál [...] Lindu Kjærbo í málinum hjá VB. Gestirnir úr Vági fingu tó møguleikan at pynta um úrslitið eina løtu seinni, tá ið tær fingu eitt brotsspark, men Halltóra Joensen skeyt upp um málið hjá B36. Ístaðin var tað