Tann 6. desember 1941 var ringt veður vestaneftir við vindmegi 10, og móti kvøldi hækkaði hann upp í útnyrðing og vaks til ódn.
Seint seinnapartin, klokkan 1610, raktu viðingar við, at ein dampari kom suður ímillum Viðoynna og Fugloynna saman við einum trolara. Damparin legði seg inn móti Dølunum nakað sunnanfyri Eiðsvík, meðan trolarin fór suður á Viðvík. Tað var tjúkt í veðrinum, og viðingar kendu ikki damparan, men nakað løgið tóktist tað teimum, at eitt skip skuldi koma inn higar úr havinum at leggja seg uppundir ódnarveður av høgætt.
Hans Jákup á Brekkumørk var álitismaður hjá bretska hervaldinum og hevði bundið seg til at boða Skansanum frá, tá ið hann helt seg hava rakt við eitt skip, sum hevði løgnan atburð. Hann ringdi til fútan klokkan 17.10 og segði frá báðum skipunum, og hann hugsaði við sær sjálvum, at sendu teir onkran av oyðarunum, sum lógu á Skálafirði, norður beinanvegin, so fingu teir høvi til at kanna skipini, áðrenn dagsett var.
Einki skip kom tó norður at kanna, um hetta vóru friðar- ella ófriðarskip, men Hans Jákup fekk at vita, at Skansin hevði fingið tráðleyst samband við bæði skipini. Á Skansanum høvdu teir skilt tað soleiðis, at tey vóru komin á Fuglafjørð. Skiparin á tí 414 NRT stóra franska damparanum, sum æt »Sauternes« og sigldi undir Union Jack við útgerð til herliðið í Føroyum spurdi Skansan, hvat hann skuldi gera. Skansin svaraði aftur, at hann skuldi ankra.
Tað bleiv av ringasta veðri av útnyrðingi og norði hesa náttina.
Fólkið á Kirkju sá hesi bæði skipini koma inn millum Viðoynna og Fugloynna og inn ímóti Viðvík. Tað sá út fyri teimum, sum tey ankraðu har, og tað var tað ringasta plássið, nakar kundi velja sær at ankra á, tí hann stóð og hótti við at koma av landnyrðingi, og tað var tí sum at fara í felluna. Men tá ódnarveðrið kom, lættu bæði skipini og fóru út aftur millum oyggjarnar og gingu undir á Kirkju. Tað bleiv av allar størstu dyningum.
Dagbókin hjá Lovat Scouts sigur, at hitt minna skipið var vápnaði trolarin »Kerrera«, ið fylgdi damparanum. Skipini vóru stødd so eystarlaga og norðarlaga, tá ið tey fingu landkenning, at tey fingu ikki søkt havn fyri veðri meðan ljóst var. Tey royndu so at sleppa inn á Viðvík at kroka, men har var ikki liggjandi. Damparin fór so útum aftur, og Skansin tykist hava havt samband við skipini aftur, tí War Diary hjá Lovat Scouts sigur, at tey vóru í havsneyð alla náttina.
Símun Hansen var lærari í Fugloy og sá allan tilburðin. Hann skrivaði í Norðlýsinum í 1952 soleiðis:
»Sunnudagur kom. Vindurin var minkaður. Hann var útnyrðingur við hvøssum, tjúkkum heglingsælingi og ógvuliga kaldur. Ta ringastu øðina hevði hann tikið úr sjónum, tó enn var meir enn vanligt vetrarbrim. Menn hittust á Vegginum, tosaðu um veður og ---skipini. Kanska vóru tey hildin til havs, áðrenn ódnin kom. Fólk fóru í kirkju, men tá klokkarin fór upp í tornið at ringja út, sær hann skip koma rekandi inn um sundagrynnuna. Tað stóð framá, brúgv og mastur tyktist skotin framat, og straks vóru allir greiðir yvir, at hetta var annað tað skipið, sum kvøldið fyri fleyt útfyri Viðvík. Ivaleyst høvdu teir roynt at sloppið sær úr deyðsfelluni, ein fáfongd roynd, sum hevði gjørt skipið lamið, og sum eitt hjálparleyst vrak slept tí leyst aftur eina løtu, fyri tess betur at fanga tað aftur og geva tí mønusting. Ja, havið er lúrið. Eftir eystfallinum kom tað rekandi viljaleyst suður gjøgnum fjørðin. Í kikara sóu vit, hvussu vorðið var: alt í einum hurlivasa, bond og endar slongdust higar og hagar, skipið hevði væl av slagsíðu til bakborðs, men lá upp í vindin, á dekkinum sløddist órudd allar støðir. Fólk sást einki, men tað reyk. Meðan vit so standa og hyggja mest sum niður yvir skipið, sum av teim veldugu breiðu dyningum verður blakað aftur og fram eins og var tað ein borðabátur, koma trý ófør óløgi suður gjøgnum fjørðin - skipið lá nú nógv undan alduni. Tað fyrsta kastar afturendan upp í loft, men tað liggur sum flesin, komið fram um tvørs brýtur tað tvørtur um bátin frá báðum síðum og fyllir hann framman, so forendin fer langt niður, nú er annað óløgið undir hekkuni, skumpar av grimd upp frameftir undir ta søkkandi skútu og gevur henni tað drepandi skumpið framyvir, so hon eftir høvdinum hvørvur í dýpinum. Eitt puff úr skorsteininum var tað síðsta vit sóu? Triðja óløgið kom bert fyri at leggja síðstu hond á hesa havsins ógerð, ella breyt tað bert fyri at káva burtur tey síðstu sporini av hesum oyðingarverki? Ja, havið skavar skjótt burtur misgerðir sínar og sigur ikki frá. Tær næstu aldurnar sóu út, sum vistu tær einki ilt at siga. Høvdu vit ikki staðið og hugt at, var sorgarleikurin ókendur, men vit stóðu hjálparleysir, umgyrdir av brimi«, skrivar Símun Hansen.
Fugloyingar stóðu hjálparleysir. Tað var jú ódn í brimi, og tað var tí ikki hugsingur um at skjóta bát.
Nógv flotnaði upp av »Sauternes«, harímillum tveir bjargingarflakar, fimm mans komu sær upp á annan og tríggir á hin. Har vóru ljósglæmur at síggja, og tær komu óivað frá teimum lýsandi bjargingarvestunum, sum fólkið var í. Tann størri flakin vísti seg at flóta ógvuliga lágt í sjónum og fór mest sum eftir streyminum, meðan hin, ið fleyt høgt í sjónum, mest fór undan vindinum. Hann fór inn undir Svínoynna. Henry Mellemgaard var staddur har yvir á Eiðinum júst tá. Hann var sjálvur triði, sum farin var frá húsum, tí teir høvdu hoyrt fugloyingar boðað frá í radiotelefonini, at eitt skip við ongari maskinu var komið rekandi suður ímóti Sundagrynnuni.
Svínoyingar vistu, at »Sigurfarið« var á veg úr Aberdeen til Føroyar, og var tað nú hon, sum var stødd í havsneyð, máttu teir royna at bjarga teimum. Tí fór Henry sjálvur triði frá húsum yvir á Svínoyareiðið. Skip sóu teir einki, men fyri at síggja betur fóru teir norður á Heyggj, og tá kom undan Heygnum ein bjargingarflaki við trimum monnum rekandi inn ímóti Eiðinum. Teir royndu at fylgja við honum suðureftir, men tá ið flakin kom inn ímóti Høgkletti ella lendingini, kom eitt brot, sum hálvdi hann runt, og tá ið avfjarðaði, var eingin maður at síggja. Eina løtu seinni kom ein maður upp hinumegin við Høgklett, men tað sást, at hann var deyður. Tá ið teir komu í urðina, mistu teir hann burtur og sóu hann ongantíð aftur.
Tá ið svínoyingar seinni komu yvir á aftur á Eiðið, var flakin brotin upp á land, men hann var brotnaður og fór avstaðaftur. Teir stóðu nú her yviri, tað sum eftir var av degnum, men einki var at síggja.
Hin flakin fór suður ígjøgnum Svínoyarfjørð. Hann fór við streyminum miðskeiðis suðureftir og hevði einki við land at gera. Ljósglæmurnar sóust á Kirkju inntil hann kom suður fyri Berg, og har var slætt. Hann gekk so undir Posaklett og gekk eisini leysur av landi har. Nú kyrraði so mikið í sjónum, at fugloyingar hildu tað var líkindi hjá stórum báti at fara at royna at bjarga, men radiotelefonin hevði avmarkaða senditíð, sum hervaldið hevði ásett, og eingin senditíð var henda seinnapartin. Men so dygt tók hesin sorgarleikur fugloyingum, at teir kortini fóru í telefonina og søgdu frá vanlukkuni, sum hend var, og bjargingarflakunum, sum fóru suðureftir. Boðini hoyrdust í Svínoy, og tey hoyrdust eisini aðrastaðni í Norðoyggjum, tí sýslumaðurin heitti á Kaj Johannesen um at fara við motorbátinum »Skagen« sum var 16 tons, at vita, um nakað gjørdist.
Kaj og bróðir hansara Andreas hildu, at teir skuldu royna at fara, hóast lítið var eftir av degnum, og veðrið var ógviliga ringt. Tað var so heppið, at tað vóru bara 40 favnar út til bátin, har hann lá fyri fortoyning. Teir sluppu umborð og fóru so. Tá ið teir komu yvir á Sundaberg, var eystfallið liðugt. Tá vóru mest eystfalskyrrindir, og tað var komið fram ímóti skýming. Teir sigldu tvær ferðir millum Havnartanga á Svínoynni og Sundaberg, men tá ið tað har vendi norður móti kvøldi, var einki at hugsa um at vera har ella at fara norður í Svínoyarfjørð. Tað var ringari veður enn so. Tað vísti seg, sum alt gekk saman. Brim frá báðum londunum út á Svínoyarfjørð.
Um nakað kundi vera farið suðurum eftir eystfallinum har, áðrenn teir komu har yvir, dugir Kaj ikki at siga, men tað er ikki óhugsandi, og hann heldur, at tað sum varð funnið í Lorvíksfirði dagin eftir, kann vera farið suður gjøgnum Svínoyarfjørð tann seinnapartin.
Ein sundabátur fann dagin eftir líkið av einum manni eysturi í Svínoyarfirði. Trý lík vórðu sama dagin eftir funnin í Lorvíksfirði og førd til Klaksvíkar. Tilsamans vórðu líkini av seks monnum funnin, og vórðu tey grivin í Klaksvíkar kirkjugarði. Teir vóru kapteynurin Perris, tríggir matrósar úr handilsmarinuni og tveir matrósar úr Royal Navy. Annar æt Ross. Kona hansara kom í 1947 til Føroyar og setti ein stein á grøvina hjá manninum, og nú hevur hon verið aftur og sett ein nýggjan stein.
Captain G. A. Perris hevði andsvarið fyri øllum vørum, sum sendar vórðu úr Leith til herliðið í Føroyum. Hann vildi sjálvur fara til Føroyar at kanna, hvussu vørurnar og harímillum ikki minst kjøtið varð viðfarið, frá tí tað fór av goymsluni í Leith, til tað kom á goymsluna í Føroyum.
Um onnur ferðafólk vóru við, veit eingin at siga, men helst hava tey bara verið nøkur fá, tí troppaskipið røkti ta uppgávuna. Mannskapið við fólkinum, sum røkti kanónina og maskinbyrsur, kann metast at hava verið umleið 25-30.
»Kerrera« trolarin, sum fylgdi »Sauternes« kom á Havnina 8. desember. Hann hevði fingið stóran skaða á brúnna, men fólkið hevði tað gott.
Dagin eftir vóru nakrir motorbátar úr Hvannasundi og sigldi yvir í Svínoyarfjørð at vita, um nakað sást til bjargingarflakar. Eingin var at síggja. Men har rak nógv, sum var flotnað upp av skipinum, og bar boð um, at ein vanlukka var hend. Ein bátur fann eisini líkið av einum manni.
Tað hendi eisini annar stórur skaði í Føroyum í hesi ódnini. Á Skálafirði slitu sjey skip, sum lógu fortoyað á fjørðinum, og fóru á land. »C. & M. Slater« á Strandalandinum, »William Martin« í Saltnesi, »Columbus«, »Lizzie« og »Galathea« í Runavíkini, meðan »Austerlitz« hekk føst í kavbátanetinum.
Á Fuglafirði fóru »Columbus«, »Bearnaise« og »Boðasteinur« á land.
Fleiri av skipinum fingu so stóran skaða, at menn hildu tey vera vrak, men øll komu tey aftur í sigling.
Hesar keldur hevur N.J. Arge brúkt:
Hans Jákup Matras, Viðareiði
Jógvan Lydersen, Kirkju
Kaj Simonsen, Kirkju
Kaj Johannesen, Klaksvík
Henry Mellemgaard, Tórshavn
Norðlýsið 22.12.52
Dimmalætting 10.12.41
Haakon Hansen, fyrrv. sýslumaður, Tórshavn
Tingakrossur 10.12.41
Meteorologisk Institut, København
PRO: Lovat Scouts, War Diary
Fútin: Dagbók (»Krígshendingar«)
-----------
Jólaskipið funnið
Turið Kjølbro
Fyri tveimum vikum síðani funnu menn umborð á vaktarskipinum Tjaldrinum jólaskipið. Tað var tíðliga í summar, at leitingin eftir jólaskipinum kom uppá tal. Vaktar- og Bjargingartænastan hevur regluligar venjingar við sjókaganum, og eftir áheitan skipaði Tjaldrið eina venjing á Fugloyarfirði, har jólaskipið sakk á sinni. Vaktarskipið leitaði á uppgivnu posisjónini, men til fánýtis. Leitingin var síðani avblást, men aftaná at hava fingið aðrar upplýsingar, var ein leiting gjørd afturat. Og tá bar betur til.
Skipið, sum hevur ligið á havsins botni í nærum seksti ár, er illa farið. Á upptøkunum, ið gjørdar eru við sjókaganum, sæst forskipið, kúgvaeygu, pullartur og annað, men navnið á skipinum sæst ikki.
Sauternes liggur á 84 metra dýpi. Skipið er funnið vestantil á Fugloyarfirði, eitt sindur frá leiðini, har menn síðan hava hildið uppá, at tað sakk. Vaktar- og Bjargingartænastan ger ikki meir við leitingina, men metir uppgávuna at vera avgreidda.
Annars høvdu bretar ætlanir um at koma til Føroya í summar at leita eftir skipinum. Henda ætlanin var tó av ongum. Sum skilst vóru hetta fólk, sum hava tilknýti til herin.