Náttúra og tøkni í skúlanum

Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út fyrstu lærubókina til nýggju lærugreinina Náttúra og Tøkni

Eirikur Lindednskov


Í nýggju fólkaskúlalógini, sum kom í gildi 1. august 1998, er ásett, at frá 1. august 1999 verður undirvíst í nýggjari lærugrein í fólkaskúlanum, nevnd náttúru/tøkni.

Í ár byrja fjórðu flokkarnir nýggju lærugreinina. Komandi skúlaár byrja fimtuflokkarnir lærugreinina og í 2001 byra sættuflokkarnir.

Føroya Skúlabókagrunnur hevur gjørt undirvísingartilfar til frálæruna í trimum pørtum: Grundbók, arbeiðsbók til grundbókina og ein amboðskassi.

Tað er Hallur Ellingsgaard, lærari í Oyndafirði, sum hevur lagt bókina til rættis, og tær mongu og hugvekjandi tekningarnar hevur Janus Dam Guttesen teknað.

Bókin, sum er 72 síður, er í níggju pørtum. Tann fyrsti parturin er um náttúruna, um smákykt á landi og í áum og vøtnum, um gróður og dýralív í fjøruni og um fuglar. Annars eru evnini luft, vatn, landalæara, el, ravmagn, mát, magnet og sansir.

Í formælinum til bókina sigur Føroya Skúlabókagrunnur, at undirvísingin í náttúr og tøkni tekur støðið í landafrøðiligu, alis-/evnafrøðiligu og lívfrøðiligu umstøðunum í heimstaðnum, í Føroyum og um heiminum.

? Næmingarnir sklu læra um tøkniligu menningina, ið er ein sjálvsagdur partur í okkara gerandisdegi. Ætlanin er, at næmingarnir við sínum forvitni - við eygleiðingum, kanningum og royndum - skulu læra at skilja heimliga umhvørvið og duga at seta tað í økis- og alheimshøpi.

Næmingarnir skulu í náttúru og tøkni læra sjálvir at kanna og gera royndir. Ætlanin er, at arbeiði vð einum evni verður gjørt í smáum bólkum ella einstaklingavrik við møguleika at skipa undirvísingina við støði í fortreytunum hjá tí einstaka næminginum. Skal undirvísingin við royndum fáa næmingin at skilja evnið, má gloppið millum tað, sum hann kennir frammanundan, og tað nýggja ikki vera ov stórt. Ein onnur treyt fyri at undirvísingin skal eydnast, er, at næmingurin kennir málið við tí, sum hann skal læra, at hann fær frið og stundir at hugsa um tað, ið hann hevur lært, og at hann eisini fær høvi at royna nýggju vitanina saman við f´lokkinum og læraranum.

? Tilfarið er skorið eftir hesum leisti, sigur Skúlabókagrunnurin.

Sagt verður eisini, at bøkurnar og amboðskassin eru samskipað á tann hátt, at sama evni verður uppafturtikið fleiri ferðir. Tí skal næmingurin ikki fara í dýpdina við hvørjum evni fyrstu ferð, ið evnið kemur fyri, men so hvørt byggja á tað, ið hann frammanudan hevur lært. Undirvísingin kann eisini ganga frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga - abstrakta.

Tekstir og tekningar í bókini venda sær til næmingin. Fyri hvørt evni er ætlanin, at lærari og næmingar tosa saman um innihaldið og endamálið við undirvísingini og somuleiðis, hvat annað tilfar skal nýtast aftur at hesi bókini.


Eitt sindur

um meturin:


Tá ið fólk mátðu long strekki, mátaðu tey í mílum. Mílin var ymisk í teim ymsu londunum. Ein míl í Rómverjaríkinum var 1000 fet.

1000 eitur mille á látínskum, og haðani er orðið míl komið. Ein tílik míl er 1,609 km.

Í Danmark var ein míl tann longdin, sum maður gekk í ein tíma. Hendan mílin er 7,532 km.

Føroyingar brúktu fjórðingar. Ein fjórðingur er 1,852 km, ið er tað sama sum ein sjómíl.

Í 1799 gjørdu fransmenn av, at teir skuldu brúka sjálva Jørðina sum mát. Teir mátaðu, hvussu langt er úr norðpólinum í miðkring og býttu alt strekkið í 10 milliónir. 1/10.000.000 skuldi so verða 1 metur. Fransmenn sjálvir fóru at brúka hetta mátið um 1840. Seinni fóru fleiri og fleiri lond at brúka hetta mátið, eindina 1 metur.


Úr bókini Náttúra og Tøkni 1