bygninginum Albert Hall úti á Argjum, og ætlanin er helst eisini, at tey flestu stýrini skulu verða undir einum og sama taki. Og nú var tað so landsstýrismaðurin í skúla- og mentamálum, Signar á Brúnni, sum [...] umsiting undir eitt og sama tak. Bygningurin keyptur Ætlanin er at keypa bygningin við Hoyvíksvegin 72, somu megin sum heilsølan hjá Poul Michelsen er, og sum skilst, er keypið so at siga avgreitt. Hús [...] landsstýrið. Fíggjarnevndarformaðurin Jørgen Niclasen, sigur, at fíggjarnevndin metti ikki, at málið hevði nakran skund, og roknar tí við at málið kemur fyri løgtingið
flúgvingin gevur nógv meira fíggjarliga, og tí velja flestu skiparar at fara úr sjóverjuni og í privatu tænastuvinnuna at flúgva. Óvist hevur verið, hvør hevur bóltin. Er tað fiskivinnuumsitingin í Tinganesi? [...] kanska Almanna og Heilsudeildin? Rakar sjúrkaflutningin Tað er undir øllum umstøðum greitt, at sjúkraflutningur kann verða raktur, nú danska sjóverjutyrlan ikki verður tøk í eitt hálvt ár. Tað sama kann eisini [...] teirra. ? Vit hava eina tænastu, og ein kunnleika á økinum. Og vit eru eisini sinnaðir at átaka okkum tænastur av slíkum slag. Eg vil tó leggja dent á, at vit eru ikki áhugaðir at taka nakran sum gísla í hesum
Bæði Javnaðarflokkurin og fakfelagsrørslan eiga at læra av teimum mistøkum, sum vóru gjørd í 80?unum og í 90?unum, har persónligt stríð legði hetta søguliga samstarv í spønir. Tað var ein gamal danskur [...] einaferð segði, at tá tíðirnar eru góðar, kemur egoisman upp í fólk, og tey velja borgarligt, men tá tíðirnar versna, og alt sær meira dapurt út, tá vaknar tørvurin á øðrum enn einum sjálvum, og tá velja fólk [...] vera ójøvn á máli, men eyðsæð er, at vilja vit hava vinstraveingin at hava ávirkan á føroyskan politikk, so mugu Javnaðarflokkurin og fakfelagsrørslan draga somu línu. Tað sum hendi við valið í 1994 við
eru næstan ógjørligir at síggja við berum eyga. Bæði hvat viðvíkur urum og klokkum, er tað ótrúliga nógvar smáar detaljur, sum ein hevur við at gera, og tí krevur tað bæði gott tol og góð eygu", sigur Jóhann [...] stóran áhuga fyri at sleppa hagar at arbeiða. Í hesum økinum kann Jóhann eisini fáa møguleikan fyri at verða við til at smíða ur og klokkur. Slíkt verður als ikki gjørt í Føroyum, og tað er eisini júst í [...] við Yngd, at tá ið hann einaferð verður útlærdur, hevur hann ætlanir um at fara til Mið-Europa at arbeiða. Sveiss, Suður-Frakland og Suður-Týskland er miðstøð fyri alla ur- og klokkuvinnuna, og Jóhann hevur
er við at verða burtur. Alt glitrar og glampar - jólatræið er pyntað - nú er klárt at fgara at dansa rundznum. Eg veit, - og tit vita - at pyntið er fyri eygað, ið sær - og serliga børnini, - og træið stendur [...] hjá teimum, at fáa sær - ella at taka sær - enn størri framíhjárættindi. Hetta, at ogn og skuld uttanlands, skjótt verður líka stór, haldi eg prógvar - fyri ein part - tað eg júst havi sagt. Tað eru tey fáu [...] nógvir og uppgávurnar stjórar - men eg havi fingið trúnna og álitið aftur, nú floksleiðslan hevur ásannað, hvussu stóran týdning rótin og gróðrarbotnurin hevur fyri ávøksturin, og er tað tí, at eg her
Hann nevnir m.a., at um reglur verða gjørdar so við og við so kann samfelagið tillagast og broytast til tað hann nevnir vinnarabreytina og koma burtur av taparabreytini. Hesa siðvenju hava vit tíverri [...] bert at leypa á bláman er óðamannaverk. Landskassin eigur at vera so sterkur fíggjarliga, at ein munandi niðurgongd í fiskivinnuni kann tolast samstundis sum eingin olja er at finna. Tað vil siga at landskassin [...] nakrar mia. kr. í lansbrøvum. Og tað tekur tíð at samla hesa upphædd. Viðvíkjandi tí at miðfyrisitingin skal umskipast hevur Kjartan púra rætt. Tað er púra burtur við, at skipa fyrisitingin sum var talan
fjarskotnir, tí at ein fløguútgáva krevur nógv tilfar, og haraftrat skal tónleikabólkurin tá helst hava eitt sindur av peningi at arbeiða við. Tað er heldur ikki óhugsandi, at bólkurin fer at skiljast innan [...] verður um, at fyrimyndirnar hjá Steingrími, Jan og Jógvani eru bólkar so sum Metallica, Gun?s?n Roses og Pantera. Tó viðgongur Steingrím, at honum eisini dámar sera væl Boyz 2Men. Við tað, at bólkurin enn [...] Jógvan og Steingrím hava ein dreym um at fara inn í herin og møguliga fáa sær eina útbúgving har, og tá eru umstøðurnar til tónleik ikki av teimum bestu. Teir tríggjar siga at enda við Yngd, at teir halda
umboð at verða tungan á vágskálini og gera av, hvør fekk stjórnarvaldið. Vit boðaðu valkvøldið frá, at hóast vit ikki fóru upp í tingbólkin hjá Socialdemokratínum, og hóast vit ikki vildu verða partur [...] útskrivað til at verða 11. marts. Sum vera man, vildi Javnaðarflokkurin gera alt fyri at vinna umboðanina aftur, sum flokkurin misti í 1994. Men skuldi vit gera tað, so varð neyðugt, at vit løgdu sjógv [...] ikki at fella eina danska javnaðarstjórn. Hetta var ein av grundunum til, at Poul Nyrup Rasmussen kundi sama kvøldið í formansumfarinum siga, at hann nú fór til drotningina at boða henni frá, at stjórnin
Alanis Morissette at koma við eini nýggjari fløgu. Fløgan, sum kemur á marknaðin tann 3. November fer at hava heitið "Supposed Former Infatuation Junkie". Tað er eisini nógv, sum bendir á, at Alanis Morissette [...] Up" og Aerosmith við "Pink" og "I Don?t Want To Miss A Thing". Alanis Morissette á veg við nýggjari fløgu Hon hevur selt ikki færri enn 19 milliónir eintøk av fløguni "Jagged Little Pill", og nú fer Alanis [...] men fyrst skal hon á eina sokallaða klubb-turne í USA. Á hesi konsertferð fer Alanis Morissette bert at spæla í náttklubbum og líknandi. Aqua er ovast á popptindunum Dansk-Norski poppbólkurin Aqua er ovast
torført at fáa onnur sera viðkomandi mál fram í kjakinum. Hetta málið og valuppleggið annars vil eg venda aftur til seinni. Flokkurin legði stóra orku í at fáa eitt so virki og gott valstríð sum gjørligt. [...] runt í landinum, og flokkurin setti fólk burturav til at samskipa teir ymisku aktivitetirnar. Samanumtikið kláraði Javnaðarflokkurin seg væl í valstríðnum, og var tað tí við spenningi, at bíðað varð eftir [...] okkum 3918 atkvøður svarandi til 15,3% og fimm tingmenn, so vónin var, at vit fingu eitt munandi betri úrslit. Og so var. Vit fingu 6062 atkvøður svarandi til 21,9% og 7 tingmenn valdar. Hetta var ein framgongd