Sum so var Javnaðarflokkurin rættilga væl fyrireikaður, tá ið valið varð útskrivað. Vit høvdu á landsfundinum í novembur á Tvøroyri viðgjørt stóran part av valupplegginum serliga sjálvstýrisspurningin, og síðan høvdu fleiri floksleiðslufundir verið um valskránna.
Sum øllum kunnugt gjørdist sjálvstýrismálið stóra málið í valstríðnum. Málið stóð alla tíðina ovast á dagsskránni, so tað var torført at fáa onnur sera viðkomandi mál fram í kjakinum. Hetta málið og valuppleggið annars vil eg venda aftur til seinni.
Flokkurin legði stóra orku í at fáa eitt so virki og gott valstríð sum gjørligt. Hetta eydnaðist eisini, hóast eyðvitað okkurt kundi verið betri. Valcaféir vóru skipaðir ymsastaðni runt í landinum, og flokkurin setti fólk burturav til at samskipa teir ymisku aktivitetirnar.
Samanumtikið kláraði Javnaðarflokkurin seg væl í valstríðnum, og var tað tí við spenningi, at bíðað varð eftir valúrslitinum.
Valið í 1994 gav okkum 3918 atkvøður svarandi til 15,3% og fimm tingmenn, so vónin var, at vit fingu eitt munandi betri úrslit. Og so var. Vit fingu 6062 atkvøður svarandi til 21,9% og 7 tingmenn valdar. Hetta var ein framgongd upp á 6,6%.
Vit gjørdist í atkvøðum næststørsti flokkur, men valskipanin gjørdi, at Fólkaflokkurin við 175 atkvøðum færri fekk ein tingmann meira. So løgið tað ljóðar, so restaði Fólkaflokkinum bert seks atkvøður í í Suðuroynni, so fingu teir níggjunda mannin valdan, meðan vit framvegis høvdu teir sjey. Hetta ber boð um, at tíðin er komin til at endurskoða vallógina.
Vit vunnu mannin aftur í Eysturoynni, vunnu mannin aftur í Norðstreymoy, vunnu ein mann aftrat í Suðurstreymoy, men mistu tíverri mannin í Sandoynni.
Eg vil nýta høvið til enn einaferð at takka øllum teimum,. sum á ymiskan hátt gjørdu sítt til, at Javnaðarflokkurin fekk tvey so góð valúrslit. Takk fyri stuðulin.