Málið aftur í landsstýrið

Mánadagin viðgjørdi fíggjarnevndin mál um eykajáttan uppá 6 mió. kr., so landsstýrið kann keypa ein stóran bygning við Hoyvíksvegin til Mentamálastýrið

Okkurt stýrið í landsumsitingini hevur longu fingið sín egna bygning, eitt nú er Fíggjarmálastýrið í gamla bygninginum Albert Hall úti á Argjum, og ætlanin er helst eisini, at tey flestu stýrini skulu verða undir einum og sama taki.

Og nú var tað so landsstýrismaðurin í skúla- og mentamálum, Signar á Brúnni, sum hevði biðið fíggjarnevndina um eykajáttan uppá 6 mió. kr. so Mentamálastýrið kann fáa alla sína umsiting undir eitt og sama tak.


Bygningurin keyptur

Ætlanin er at keypa bygningin við Hoyvíksvegin 72, somu megin sum heilsølan hjá Poul Michelsen er, og sum skilst, er keypið so at siga avgreitt.

Húsalánsgrunnurin, Lønjavningargrunnurin, Bókamiðsølan, Landssmiðstøðin fyri Undirvísingaramboð húsast nú í hesum bygningi og hvat verður av hesum grunnum og sølum, tá nú Mentamálastýrið skal hava bygningin, er ikki greitt. Húsalánsgrunnurin hevur so treytað sær, at hann fær annan bygning, tá Mentamálastýrið flytir inn.


Ongan skund

Mánadagin hevði fíggjarnevndin umbønina hjá landsstýrismanninum til viðgerðar á fundi, men fíggjarnevndin beindi málið aftur út í landsstýrið. Fíggjarnevndarformaðurin Jørgen Niclasen, sigur, at fíggjarnevndin metti ikki, at málið hevði nakran skund, og roknar tí við at málið kemur fyri løgtingið