sambært fólkateljingini frá 11.11. 2011, vóru tað 6.500 kvinnur og 2.300 menn, ið arbeiddu niðursetta tíð, t.v.s. færri enn 35 tímar um vikuna. Av hesum kvinnum vóru tað um 1.550, ið arbeiddu færri enn [...] teimum, ið arbeiddu 35 tímar ella fleiri. Har vóru tað 1.414 av teimum 5.258 kvinnunum, umleið ein fjórðingur, ið ynsktu at arbeiða minni, meðan 1.885 av teimum 11.641 monnunum, ið arbeiddu fulla tíð, ynsktu [...] Á altjóða kvinnudegnum hevur Hagstova Føroya kunngjørt hagtøl frá fólkateljingini yvir hvussu nógv kvinnur og menn arbeiða. Hagtølini vísa greitt, at tað serliga eru kvinnur, ið arbeiða niðursetta tíð
Ísland javnaði tá lítil hálvur tími var spældur, og 1-1 var eisini støðan, tá liðini fóru at hvíla seg. Men meðan tað vóru føroysku kvinnurnar, ið komu væl frá byrjan í fyrra hálvleiki, so løgdu tær íslendsku [...] í Íslandi. Úrslitið gjørdist 6-1 til íslendsku vertinar í FÍFAN-høllini í Reykjavík, skrivar heimasíðan hjá fótbóltssambandinum. Hóast føroyska kvinnurnar komu væl frá byrjan, og vóru væl við allan fyrra [...] av álvara í føroysku verjuni, og tá avtornaði vunnu tær íslendsku sannførandi. Úrslitið gjørdist 6-1 til U19 Ísland. Næsti uppgáva hjá føroyska A-landsliðnum við kvinnum verður undan undankapping á Malta
Joensen 1, Durita Thomsen 1 Neistin: Barbara Brauer 9, Marjun Damberg 5, Nicoleta Hansen 5, Ása á Neystabø 4, Bára Hansen 4, Jacklin Durhuus 3, Lilja Mohr 2, Rakul Augustinussen 1 og Birita Jacobsen 1 [...] stigatal og eina málúrtøku, sum sigur +28. Sunnudagin vóru tær bláu úr Havn á vitjan í Klaksvík. Longu frá byjan var greitt, at Neistin var væl sterkara liðið. Fyrstu trý málini fullu Neistan í lut og tað myndaði [...] fyrra hálvleiki og fimm í seinna. Tað var Duritu Christophersen at takka, at Stjørnan kom livandi frá fyrra hálvleiki. Hon skjeyt fimm av sínum seks málum í fyrra hálvleiki. Millum annað skoraði hon fýra
2001-2002 ? 500m Gentur & Dreingir f.1999-2000 - 500m Gentur & Dreingir f.1997-1998 ? 1,1 km Gentur & Dreingir f.1993-1996 ? 1,1 km Kvinnur & Menn f.1964-1992 ? 2,9 km Kvinnur & Menn, veteranar f.1954-1963 ? [...] raðfylgjuni. Tey vaksnu byrja øll samstundis klokkan 10.45. Tilmelding verður á staðnum inni í Intersport frá klokkan 9.00 til 10.00. Luttøkugjaldið er kr. 20 fyri børn og kr. 50 fyri vaksin. Allir vinnararnir [...] renniskóm. Lutakast verður eisini millum allar luttakararnar um eitt par av renniskóm og fýra gávukort frá Intersport. Á málinum verður bæði frukt og vatn at fáa. Øll eru vælkomin at luttaka í Klaksvíksrenningini
vikurnar. Tað vísir nýggjast uppgerðin frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Seinastu tvær vikurnar hava 40 fólk latið seg kannað, og fimm hava fingið staðfest H1N1-beinkrím. Landslæknin sigur, at hetta merkir [...] neyvan, at sjúkan er við at hæsa av í hesum umfari og heilsumyndugleikar vænta, at ein nýggj bylgja av H1N1 tilburðum fer at taka seg upp á norðaru hálvkúlu, tá ið nakað er liðið út á heystið. Tí mæla myndu [...] ið hava niðursett lungnavirkni, astma, hjartasjúku, sukursjúku, niðursetta immunverju, barnakonur frá 13. viku og fram (2. og 3. trimester), fólk við høgari yvirvekt (BMI meira enn 35) og børn undir 2
Italia og skulu spæla ímóti heimsmeistarunum frá 2006 í Firenze. Føroyar hava tapt tveir teir fyrstu dystirnar í bólkinum higartil, meðan Italia vendi 1-0 til 1-2 á útivølli ímóti Estlandi í teirra fyrsta [...] Tórsvølli fríggjakvøldið, meðan Slovenia tapti 1-0 ímóti Norðurírlandi. Í bólki H er ein dystur millum grannarnir hjá okkum, Danmark og Ísland. Tað ljóðar frá danska landsliðnum, at Thomas Sørensen ikki verður [...] heimavølli fríggjakvøldið, sum er atvoldin til kritikkin. Norra vann í fyrsta dystinum í bólkinum 2-1 á Íslandi í Reykjavík. Í bólki E fær Svøríki vitjan av San Marino, meðan Finland skal á eina heldur
Ársúrslitið fyri 2009 er 1.707.000 krórnur. Suðuroyar Sparikassi hevði eitt úrslit í 2008 á 154.000 krónur. Eginpeningurin við ársbyrjan er forrentaður 5,1% áðrenn skatt, móti 0,4% árið fyri. - Hóast [...] virki. Ein av teimum týdningarmestu broytingunum er skiftið frá avsetingum til niðurskrivingar. Ein onnur týðandi roknskaparbroyting er skiftið frá beinleiðis inntøkuføring av ómakslønum til útjavnaða inn [...] útreiðslur fyri sparikassan, tí umframt ómaksgjøldini fyri bankapakka I uppá 1,6 mió. kr., hevur sparikassin verið noyddur at gjalda 1,0 mió. fyri ábyrgdina, og harumframt 0,4 mió. kr. fyri kredittpakkan. Netto
tílíkum dystum og kappingum, sigur Sigtór Petersen, høvuðsvenjari hjá U15-landsliðnum við gentum. 1-1 móti Estlandi, og síðani 0-4 fyri Lettlandi, og 0-2 móti Litava gjørdist samlaða úrtøkan hjá U15-gentunum [...] síggja burtur frá úrslitunum, so kunnu vit vera nøgd, sigur landsliðsvenjarin við heimasíðuna hjá FSF. Næst á skránni hjá U15-gentunum er UEFA menningarkapping í Bulgaria, sum verður frá 29. september [...] september til 5. oktober. ##med2## Sara Benjaminsen javnaði fyri Føroyar, tá U15-genturnar spældu javnleik 1-1 móti Estlandi – Mynd: Oddmar Selfoss
hjá Tjóðveldisflokkinu, Heini O. Heinesen. nevndi tvey úrslit, tá hann skuldi gita ? 1-0 og 2-1! Tá avtornaði tók hann 1-0 framum. Hann segði seg vera vísan í, at talan fór at gerast um eitt tepurt tap. Eyðun [...] Heinesen nevndi rætta úrslitið, so mugu vit vera strangir og bert loyva einum boði frá hvørjum luttakara, og tí fær Eyðun Elttør frá okkum heiðurin at vera besti politiski tipparin hesaferð. [...] men hann var ikki í iva um, at týskarar at enda fóru at sigra. Hann gitt, at úrslitið fór at gerast 3-1 til týskararnar. Politikararnir vórðu eisini spurdir um, hvønn týdning teir meta, at føroyska landsliðið
Ternuna 1 ella gomlu Ternuna, sum skipið eisini verður rópt, var úti fríggjadagin 20. juni. Tilboðini, sum vóru fimm í tali, vórðu latin upp mánadagin. Hægsta boðið, sum er 750.000 krónur, var frá einum [...] bendir alt á, at Ternan fer úr føroyskum sjógvi í næstum. Einki siglingarloyvi Ternan 1 varð tikin úr sigling tann 1. mars, tá farleiðin millum Havnina og Skálafjørðin varð niðurløgd. Síðani tá hevur skipið [...] keypara. Stjórin á Strandferðsluni, Kristian Davidsen, upplýsir, at fýra av teimum fimm tilboðunum vóru frá føroyingum, men tað hægsta tilboðið kom also úr útlondum. Strandfaraskip Landsins hava gjørt av at