Á altjóða kvinnudegnum hevur Hagstova Føroya kunngjørt hagtøl frá fólkateljingini yvir hvussu nógv kvinnur og menn arbeiða. Hagtølini vísa greitt, at tað serliga eru kvinnur, ið arbeiða niðursetta tíð á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
- Av teimum 25.700 fólkunum, ið vóru arbeiðsvirkin sambært fólkateljingini frá 11.11. 2011, vóru tað 6.500 kvinnur og 2.300 menn, ið arbeiddu niðursetta tíð, t.v.s. færri enn 35 tímar um vikuna. Av hesum kvinnum vóru tað um 1.550, ið arbeiddu færri enn 15 tímar um vikuna, og av monnunum um 890, skrivar Hagstova Føroya á síni heimasíðu.
Um hugt verður eftir samlaða talinum av kvinnum og monnum á arbeiðsmarknaðinum í 2011 sæst, at 55,2% av kvinnunum og 16,6% av monnunum arbeiddu niðursetta tíð.
Umleið ein triðingur av teimum, ið arbeiddu niðursetta tíð, ynsktu tó at arbeiða meira.
- Av teimum umleið 6.500 kvinnunum, sum arbeiða niðursetta tíð, vóru 1.333, ið ynsktu fleiri tímar, meðan tað vóru 671 av teim 2.325 monnunum við niðursettari tíð, ið ynsktu fleiri tímar, skrivar Hagstovan.
Støðan er tó sjálvsagt øðrvísi hjá teimum, ið arbeiddu 35 tímar ella fleiri. Har vóru tað 1.414 av teimum 5.258 kvinnunum, umleið ein fjórðingur, ið ynsktu at arbeiða minni, meðan 1.885 av teimum 11.641 monnunum, ið arbeiddu fulla tíð, ynsktu at arbeiða færri tímar.










