Freistin at lata tilboð uppá Ternuna 1 ella gomlu Ternuna, sum skipið eisini verður rópt, var úti fríggjadagin 20. juni. Tilboðini, sum vóru fimm í tali, vórðu latin upp mánadagin. Hægsta boðið, sum er 750.000 krónur, var frá einum útlendskum keypara.
Stjórin á Strandferðsluni, Kristian Davidsen, upplýsir, at fýra av teimum fimm tilboðunum vóru frá føroyingum, men tað hægsta tilboðið kom also úr útlondum.
Strandfaraskip Landsins hava gjørt av at arbeiða víðari við hesum tilboðnum, og tí bendir alt á, at Ternan fer úr føroyskum sjógvi í næstum.
Einki siglingarloyvi
Ternan 1 varð tikin úr sigling tann 1. mars, tá farleiðin millum Havnina og Skálafjørðin varð niðurløgd. Síðani tá hevur skipið ligið við bryggju í Vestmanna.
Ternan er ikki í klassa, t.v.s. at hon hevur einki siglingarloyvi, sum er útgingið, og tí kann tað ikki sigla við ferðafólki í løtuni. Strandfaraskip Landsins hava ikki viljað endurnýggjað loyvið, tí ætlanin var at selja skipið.
Strandferðslan keypti Ternuna í 1970 úr Týsklandi, og hon røkti farleiðina millum Klaksvík og Leirvík fram til 1980, tá nýggja Ternan varð sett í sigling. Síðani broytti skipið navn til Ternan 1 og sigldi fyri tað mesta millum Havnina og Skálafjørðin og um Vestmannasund.
Gamla Ternan varð smíðað í 1960 í Wawelsflath í Týsklandi og hevur tískil 43 ár á baki.