Ársúrslitið fyri 2009 er 1.707.000 krórnur. Suðuroyar Sparikassi hevði eitt úrslit í 2008 á 154.000 krónur. Eginpeningurin við ársbyrjan er forrentaður 5,1% áðrenn skatt, móti 0,4% árið fyri.
- Hóast rembingartíðir eru í heiminum, hevur Suðuroyar Sparikassi megnað at komið ígjøgnum 2009 við einum positivum úrsliti, skrivar sparikassin í tíðindaskrivi.
Árið 2009 hevur verið eyðkent av nýggjum fíggjarligum lógarkrøvum, sum seta størri krøv til sparikassans virki. Ein av teimum týdningarmestu broytingunum er skiftið frá avsetingum til niðurskrivingar.
Ein onnur týðandi roknskaparbroyting er skiftið frá beinleiðis inntøkuføring av ómakslønum til útjavnaða inntøkuføring yvir alt tíðarskeiðið.
Henda broyting hevði eina negativa ávirkan á eginpeningin hjá sparikassanum við 4,8 mió. kr. í 2009.
Sparikassin fór upp í kredittpakkan í 2009. Sparikassin fekk av hesum eitt kapitalinnskot sum hybridkapitalur upp á 10,3 mió. kr.
Bankapakkarnir hava ført við sær stórar útreiðslur fyri sparikassan, tí umframt ómaksgjøldini fyri bankapakka I uppá 1,6 mió. kr., hevur sparikassin verið noyddur at gjalda 1,0 mió. fyri ábyrgdina, og harumframt 0,4 mió. kr. fyri kredittpakkan.
Netto rentu- og kostnaðarinntøkurnar hækkaðu við 5.914.000 krónur úr 21.666.000 krónur til 27.580.000 krónur í 2009. Hetta er ein øking uppá 27%.
Sparikassin staðfesti í 2009 ein kursvinning á 551.000 krónur, í mun til eitt kursvinning á 489.000 krónur í 2008.