Bólkarnir og teinarnir í Klaksvíksrenningini vera hesir:
Gentur & Dreingir f.2003 ella seinni ? 250m
Gentur & Dreingir f.2001-2002 ? 500m
Gentur & Dreingir f.1999-2000 - 500m
Gentur & Dreingir f.1997-1998 ? 1,1 km
Gentur & Dreingir f.1993-1996 ? 1,1 km
Kvinnur & Menn f.1964-1992 ? 2,9 km
Kvinnur & Menn, veteranar f.1954-1963 ? 2,9 km
Kvinnur & Menn, superveteranar f.1953 ella fyrr ? 2,9 km
Startur og mál hjá øllum bólkum verður á økinum millum EIK og Intersport. Byrjað verður klokkan 10.00 við yngstu aldursbólkunum, og so verða bólkarnir avgreiddir í tí raðfylgjuni. Tey vaksnu byrja øll samstundis klokkan 10.45.
Tilmelding verður á staðnum inni í Intersport frá klokkan 9.00 til 10.00. Luttøkugjaldið er kr. 20 fyri børn og kr. 50 fyri vaksin.
Allir vinnararnir av teimum einstøku bólkunum fáa steyp til ognar, umframt at nummar eitt, tvey og trý í hvørjari kapping fáa heiðursmerki.
Til skjótasta mann og kvinnu letur Intersport eitt par av renniskóm. Lutakast verður eisini millum allar luttakararnar um eitt par av renniskóm og fýra gávukort frá Intersport.
Á málinum verður bæði frukt og vatn at fáa.
Øll eru vælkomin at luttaka í Klaksvíksrenningini, og vóna tey í Treysti at síggja nógvar rennarar í Klaksvík í morgin.