EM 2012 umfar í kvøld

Tað verða 23 dystir í undankappingini til EM 12 í kvøld. Okkara menn eru í Italia og skulu spæla ímóti heimsmeistarunum frá 2006 í Firenze. Føroyar hava tapt tveir teir fyrstu dystirnar í bólkinum higartil, meðan Italia vendi 1-0 til 1-2 á útivølli ímóti Estlandi í teirra fyrsta dysti. Hin dysturin í bólki C er ímillum Serbia og Slovenia. Serbia vann sum kunnugt 3-0 á Tórsvølli fríggjakvøldið, meðan Slovenia tapti 1-0 ímóti Norðurírlandi.

 

Í bólki H er ein dystur millum grannarnir hjá okkum, Danmark og Ísland. Tað ljóðar frá danska landsliðnum, at Thomas Sørensen ikki verður við, tí hann er blivin skaddur. Tað merkir at Anders Lindegaard, sum spælir í norska Aalesund, spælir sín fyrsta dyst á danska landsliðnum í kvøld. Tað triðja norðurlandi í bólki H, Norra, fær vitjan av Portugal, sum hevur nógvan mótgang í heimlandinum. Tað er serliga eftir 4-4 javnleikin ímóti Kypern á heimavølli fríggjakvøldið, sum er atvoldin til kritikkin. Norra vann í fyrsta dystinum í bólkinum 2-1 á Íslandi í Reykjavík.

 

Í bólki E fær Svøríki vitjan av San Marino, meðan Finland skal á eina heldur torførari uppgávu. Teir skulu á vitjan hjá HM finalistinum, Holland. Í bólki G fær Sveis vitjan av Onglandi, sum vann 4-0 á Bulgari fríggjakvøldið.

 

Fult yvirlit yvir dagins dystir er at finna á millum annað www.uefa.com