Føroya Løgting at hava eina breiða og greiða støðu til, hvørja leið vit vilja halda. Uppgávan hjá stjórnarskipanarnevndini er í stuttum at fáa til vega tað best møguliga grundarlagið at taka støðu á. Tey [...] stjórnarskipanarnevnd. Stevnan staðfestir, at tað er sera umráðandi í framtíðar ríkisrættarliga støðu okkara, at fram verður farið við røttu raðfestingini. Løgtingið eigur at hava neyðuga grundarlagið fyri eini [...] nýggjari lóg, * sum staðfestir, at ríkisfelagsskapurin byggir á sáttmála millum javnbjóðis tjóðir, * sum staðfestir at øll málsøki koma undir fult føroyskt málsræði og ábyrgd, so hvørt hetta verður gjørt
støða er, at greiður skilnaður skal vera ímillum lands- og kommunuuppgávur: Kommunan skal gjalda tað, ið kommununar er, og landið tað, ið landsins er. Uppgávur kommununar, við allari ábyrgd og myndugleika [...] byggja og umsita havnir og lendingar, og trivnaðarmál (mentanarvirksemi, ítróttur, spælipláss, íbúðartilboð, bygdarhús o.t.) Øll onnur mál verða landsmál. Fyri at økja tænastustigið og arbeiðstilboðini um [...] a, verða: ? at fyrireika, standa fyri ella saman við øðrum luttaka í vinnuskapandi virksemi í heimaumhvørvinum ? at skipa kommununa tekniskt (vegir, kloakkir, vatn, byggi- og býarskipan o.t.), ? at byggja
gerast upp í lógargreinum og peningi. Eg haldi, at tað skal gerast upp í okkara søguliga felagsskapi, í vinarlag millum Føroyar og Danmark, og okkara avgerð um, at tað lítla og tað stóra vælferðarsamfeløgini [...] væl at eg kom at vitja. Á bygd søgdu fólk, hvussu fegin tey vóru, at eg kom at vitja teirra bygd, og at tað høvdu tey als ikki væntað. Eg hevði ikki ímyndað mær slíka móttøku. Spurdur hvussu tað kendist [...] fólkaatkvøðuni í 46, at forsætisráðharrin nú fer avstað aftur. Tað hava vit sjálvandi planlagt soleiðis, sigur Nyrup Rasmussen og brosar, men viðgongur síðani, at tað visti hann ikki. Tað kann sjálvandi eisini
dømdi einki? Men tað var uppiborið, at HB kom á odda, og tað var ikki heilt tilvildarligt, at tað var Allan Mørkøre, sum fekk fyrsta málið. Allan var klárt besti maður á vøllinum, og í roynd og veru var hann [...] allir góðar møguleikar fyri at skora á ymsum tíðum í dystinum, áðrenn HB kom upp á 3-1 og avgjørdi dystin. Hinvegin ber tað ikki til at siga, at HB ikki hevði uppiborið at vunnið, tí um nakað av liðunum [...] Højgaard kom illa fyri og noyddist av vøllinum. Seinni vísti tað seg, at hann hevði brotið beinið, og tað kemur illa við hjá toftamonnum, sum ikki hava breiðasta hópin í landinum. Tað sá annars løgið út,
við flagginum, tá tað fer at ganga illa. TB hevði lítið og einki at bjóða upp á seinnu 45 minuttirnar, har teir ikki komu veruliga í gongd, fyrr enn B36 hevði gjørt trý mál. Við tað at ÍF fekk eitt stig [...] stig í Runavík, sær tað út til, at TB og Sumba fara at stríðast um, hvør skal beinleiðis niður, og hvør sleppur at royna seg móti LÍF ella Royn í tveimum upp- og niðurflytingardystum. Í løtuni liggur TB eitt [...] »kritiska punktið« hjá TB, og tað vísti tað seg eisini at vera hesaferð. Stutt eftir leiðslumálið stútaði Jens Kristian Hansen hornaspark frá Arnbjørn Danielsen í kassan, og so var 2-0. Og tá so Sivic nakað seinni
hálvleiki, og tað var so at siga greitt, at stigini fóru at verða verandi í Leirvík. HB-liðið saknaði nakrar av stuðulsspælarunum, sum eru fluttir upp á 1. deildarliðið og nú ikki hava loyvi til at flyta niður [...] fellan miseydnaðist, og Rógvi Joensen legði havnarliðið á odda. 1-0 til HB, men tað var helst júst hetta, sum fekk heimaliðið at rakna við, og sum hálvleikurin leið, bleiv tað greitt, at tað bert var ein spurningur [...] trimum dystum hevur gjørt, at hvalbingar nú eru beint í hølunum á teimum, og tað var umráðandi at fáa gongd á aftur, tá næstbesta liðið hjá HB vitjaði í Leirvík leygardagin. Og byrjanin var einki serlig
var sera gott á Eiði leygardagin, og fólk hava ivaleyst nýtt høvið til at fáa hoyggið inn, tí tað var ikki serliga nógv fólk og hugdi, hóast tað var oddaliðið, sum vitjaði. Dysturin var nakrar og 20 minuttir [...] hevur havt eina sera góða seinnu helvt, og tað kom ikki óvart á, at teir tóku leiðsluna aftur miðskeiðis í seinna hálvleiki. Teir settu eitt kontraálop í gongd, og bólturin varð stungin fram til Kára Sørensen [...] sum ikki ivaðist, men langaði til úr 16 metrum. Eitt gott mál, sum skuldi vísa seg at vera sigursmálið. Sandoyingar vóru so at siga longu fluttir upp, og dysturin móti EB/Streymi, sum liggur tungt í skeiva
hevur 17 stig, og tað verður millum hesi trý liðini, at bardagin um at sleppa undan niðurflyting fer at standa, nú bert tvey umfør eru eftir. Longu nú leygardagin spæla NSÍ og B36 í Runavík, og um runavíkingar [...] góðveðrinum leygardagin, spældu B36 og FS Vágar 2. deildardyst á niðara vølli. Tað vóru fleiri áskoðarar til landsdystin enn til 2. deildardystin, men serliga í B36-húsinum, har tað eisini sæst oman á niðara vøll [...] staðfesti John Johansen sigurin við at skora til 4-2, og FS Vágar sendi næstbesta B36-liðið út í enn størri trupulleikar. Botnliðið NSÍ vann sín dyst hetta vikuskiftið og kom upp á 14 stig, meðan B36 á n
Tað sást ikki á avrikunum, at annað liðið stríðist fyri at sleppa við í Europa Cup, og at hitt liðið stríðist fyri at sleppa undan niðurflytingini. Oyggjauppgerðin millum NSÍ og ÍF var tøtt og jøvn. Talan [...] stóra tyngd í álopspartin, og tað sást aftur í, at uppløgdu møguleikarnir vóru fáir. Serliga í 1. hálvleiki høvdu fuglfirðingar trupulleikar at skipa verjuna, og tað hevði við sær, at Mortan Hansen tvær ferðir [...] hevur í ár verið at leggja trýst á mótstøðuliðini fyri at kroysta tey at gera mistøk, sum tað so hevur verið ætlanin at fáa nyttu burturúr. Um hetta var ætlanin móti ÍF, so eydnaðist tað illa. Tá havt verður
leygardagin. Tað eydnaðist ikki føroyska liðnum at fáa nakað stig, og tað eydnaðist ikki at fáa fleiri mál enn tað eina, sum teir fingu uppá brotsspark móti Noregi. Tað vóru kanska ávísar vónir um, at úrslitið [...] dystir við samlaða málmuninum 1-12 kann ongantíð sigast at vera gott, men skulu vit finna tað ljósa í hesum, so má tað vera, at tað slapst undan veldugu tapunum, sum føroyskir dreingir so ofta hava lagt rygg [...] hálva tíman, men so var tað, sum um at tað skrædnaði. Spælararnir vóru troyttir, Arnold Berg noyddist at vera skaddur inni á vøllinum, tí allar tríggjar útskiftingarnar vóru framdar, og um walisarnir høvdu