Samstundis sum føroyska U16-landsliðið spældi móti Wales á ovara vølli í Gundadali í góðveðrinum leygardagin, spældu B36 og FS Vágar 2. deildardyst á niðara vølli.
Tað vóru fleiri áskoðarar til landsdystin enn til 2. deildardystin, men serliga í B36-húsinum, har tað eisini sæst oman á niðara vøll, vóru nógv, sum eisini skeittu oman á hin vøllin.
Vágamenn vunnu dystin 4-2, eftir at B36 annars hevði verið á odda 2-1 í hálvleikssteðginum, og fleiri av málunum vóru góð. FS Vágar fekk fyrsta málið í dystinum, tá Kim Poulsen hegnisliga fekk stýrt bóltinum framvið Dánjali Bærendsen í B36-málinum. Gunnar Nielsen fekk javnað fyri B36, og stutt aftan á tað legði Jørgen Meitilberg heimaliðið á odda við einum góðum skrúvandi langskoti, sum tók í innaru síðu av stongini á vegnum inn í málið.
Í seinna hálvleiki fekk FS Vágar trý mál, meðan B36 einki fekk. Petur Ritter javnaði til 2-2 og so legði Kim Poulsen útiliðið á odda fyri aðru ferð í dystinum. Hetta málið var eitt sera vakurt sonevnt »saksaspark«, sum fleyg inn uttan møguleika hjá B36-málverjanum at taka.
Móti endanum staðfesti John Johansen sigurin við at skora til 4-2, og FS Vágar sendi næstbesta B36-liðið út í enn størri trupulleikar.
Botnliðið NSÍ vann sín dyst hetta vikuskiftið og kom upp á 14 stig, meðan B36 á næstniðasta plássinum varð standandi á 16 stigum. EB/Streymur hevur 17 stig, og tað verður millum hesi trý liðini, at bardagin um at sleppa undan niðurflyting fer at standa, nú bert tvey umfør eru eftir.
Longu nú leygardagin spæla NSÍ og B36 í Runavík, og um runavíkingar vinna tann dystin, er B36 knappliga niðast deildini. Um B36 hinvegin vinnur, samstundis sum EB/Streymur fær stig móti HB í Havn, flytir NSÍ beinleiðis niður.