Greiður skilnaður millum lands og kommunaluppgávur

Allir landsins borgarar skulu hava somu møguleikar, sigur landsstevna Javnaðarfloksins

Uppskotið til nýggja kommunuskipan og til loysn av ovurhonds stóru skuldini hjá kommunum, sum Javnaðarflokkurin samtykti á landsstevnuni í fjør, hevur sum høvuðsmál, at allir landsins borgarar fáa somu møguleikar í vælferðarsamfelagnum, uttan mun til, hvar í landinum teir búseta seg.

Javnaðarfloksins avgjørda støða er, at greiður skilnaður skal vera ímillum lands- og kommunuuppgávur: Kommunan skal gjalda tað, ið kommununar er, og landið tað, ið landsins er.

Uppgávur kommununar, við allari ábyrgd og myndugleika, verða:

? at fyrireika, standa fyri ella saman við øðrum luttaka í vinnuskapandi virksemi í heimaumhvørvinum

? at skipa kommununa tekniskt (vegir, kloakkir, vatn, byggi- og býarskipan o.t.),

? at byggja og umsita havnir og lendingar, og trivnaðarmál (mentanarvirksemi, ítróttur, spælipláss, íbúðartilboð, bygdarhús o.t.)

Øll onnur mál verða landsmál. Fyri at økja tænastustigið og arbeiðstilboðini um alt landið verður umsitingin av landsuppgávunum í mest møguligan mun løgd út í hóskandi geografisk øki.

Landsstevnan vísir á at sum einasti flokkur hevur Javnaðarflokkurin eitt ítøkiligt boð uppá eina virðiliga loysn á kommunuskuldartrupulleikarnar, sum í stuttum er:

? landskassin og kommunali veðhaldsgrunnurin taka beinanvegin í felag toppin av skuldini hjá teimum kommunum sum eru ringast fyri, og

? at kommunali veðhaldsgrunnurin verður til kommunalan lánigrunn, so hann í framtíðini verður førur fyri at fíggja láni- og fíggjartørvin hjá kommununum.