útgagnsstøði tosað um at vera varnir við at loypa ov nógv á, men er ætlanin at vinna ein dyst, nyttar tað altso einki at bíða við at leggja trýst, til mótstøðuliðið er komið einar 10 metrar oman á egna hálvu. [...] soleiðis at HB verjan ikki hevði stórvegis trupulleikar at vinna bóltin av teimum. Neyðloysn sum loysn At HB megnaði somikið væl at halda bóltin í egnari røð komst eisini av, at Rói Árting aftur er at síggja [...] , uttan at satsa alt ov nógv frameftir, og tí skaptu teir ikki teir stóru møguleikarnir hesa løtuna. At B36 ikki royndi at trýsta hevði í fyrstu atløgu við sær, at teir fingu alt ov fá høvi at seta nakað
teirra hava greitt politinum frá, at tær høvdu fingið upplýst, at vinmenn teirra ætlaðu at vera burturi í tvær vikur. Annar hevði sagt, at hann fór til Íslands, hin at hann fór til Pollands. Mánadagin var [...] einki løgið vera í, at teir fóru til Íslands at arbeiða, sjálvt um Ísland tá var komið í svára fíggjarkreppu. Kreppan var stór í Litava, og teir vildu burtur fyri at vinna nakrar krónur. At tað stóð so [...] vita, at teir tosaðu saman við at lata vindeyguni á glopp. Nakrar av teimum avlurtingunum vórðu spældar av í rættinum mánadagin, og tá kundu teir báðir ikki lata vera við at flenna. Ikki minst tí, at teir
og fáa tey flokstrúgva at fara á val, heldur enn at sita heima. Stríðið upp undir val Tað gamla var, at øll valskeið vóru líka long. Tingfólk vistu, at tey høvdu frið í fýra ár at gera sítt besta. Toluliga [...] hvat gera fólk, um inntøkuskatturin lækkar? Summi vilja vera við, at tey fara at arbeiða meira í gleðini um at fáa meiri í sín part. Onnur halda, at fólk tvørturímóti heldur arbeiða minni, tí tey fyrr hava [...] út um á wc, men ikki var so, at alt at durðum stormaði. Eftir hálvt fjórða umfar orkaði eg ikki longur. Sveittur og keddur fór eg útum at lurta, og haðani oman til vermóðir at fáa mær drekkamunn. Tá eg fór
skil á. Og einki er at ivast í, at her hevur verið sum í Grindavísuni, at ».....Her hersker bulder og larm og raab, forvirring over al maade.« Landshøvdingin Vit vita úr evangeliunum, at rómverski landshøvdingin [...] og hvussu tað bar til, at hann var endaður sum landshøvdingi í hesum landinum, har hann fyri okkum vestaneftir kom at fáa ein rættilig avgerandi leiklut. Maðurin tykist ikki at vera nakar sterkur leiðari [...] hann av sínum eintingum at døma. Lukas sigur, at tá Heródes sá Jesus, gjørdist hann ógvuliga glaður, tí han væntaði at síggja okkurt tekin frá honum. Hann hevði eisini fyrr roynt at fáa orð á Jesus, vita
seg skjótt við selan og tykjast at trívast væl, sigur Joan Jacobsen. Í løtuni hevur hon ikki ætlanir um at fáa sær fleiri kettur. - Tað er umráðandi, at vit ansa eftir, at flokkurini ikki verður ov stórur [...] Og tað var eisini her, at kettuævintýrið hjá Joan Jacobsen byrjaði. - Tá vóru børnini hjá okkum vaksin, og vit høvdu líkasum yvirskot til at taka okkum av eini kettu aftur. At tað so skuldi blíva til [...] umførum, men tað var hetta her við, at tær fingu kettlingar í tíð og ótíð, og so máttu teir avlívast, og tað var ikki so stuttligt. So foreldur míni valdu at steðga at hava kettu, greiðir Joan Jacobsen frá
ikki, at eg hevði gjørt - í hvussu er ikki til tann persónin, er Otto skjótur at leggja aftrat. Valdi millum ríkidømi og kærleika At enda kunnu vit tríva í aftur søguna í prinsessuna, sum noyddist at velja [...] ivast hvørgin teirra í, at tað skulu vera tey bæði. Teir næstu dagarnar ríða tey bæði á hestinum og stuttleika sær saman. Men ikki gongur long tíð, til Jákup kongur fær snevilin av, at dóttir hansara gongur [...] minkaður. Tá ið hon so eisini finnur út av, at hon er við barn, elskar hon hann uppaftur meira enn áður. Tey leggja saman ráð um at flýggja burtur og altíð vera saman. Alt, sum prinsessan hevur bundið uppi
eina lóg um at byggja havn í Esbjerg, at býurin fór at mennast. Og býurin mentist skjótt. Í dag er Esbjerg fimtstørsti býur í Danmark við fleiri enn 72.000 íbúgvum. Tá Westward Ho ger klárt at fara til [...] hátíðarhald í Esbjerg 100 ár eftir, at samtykt er at byggja havn, hevur Eddi Leyni hug at fara við. Um hesa tíðina starvast hann sum kokkur í donsku marinuni, og starvið hjá honum er á Marinustøðini í [...] 2003, 88 ára gamal. Stóra hátíðarhaldið í Esbjerg skuldi vera um mánaðarskiftið apríl/ mai í 1968, og ætlanin hjá manningini á Westward Ho var at vera í Esbjerg hin 1. mai, tá hini seglskipini, Danmark og
endurgevur Jógvan Isaksen Amariel fyri at siga, at »Tá ið man uppdagar, hvussu býttur man er, tá er stuttligt at vera til«. - Men tað hevur eisini stóran týdning at koma í eitt umhvørvi. Tá var nógv provokatión [...] samandrátt. - Eg plagi at greiða frá byrjanini soleiðis, at Bergur - systkinabarnið - helt sínar penslar vera ov lítlar og tí fekk eg teir, smílist Amariel og letur okkum vita, at hetta er kanska ikki allur [...] stórum rørslum, fyri at vísa tey villu strokini eftir skipssíðuni. - At ganga á grafiska skúlanum var stuttligt og áhugavert. Ein lærdi nógv. Kanska brúkar ein ikki alt, men tað er gott at hava í bakhøvdinum
og hann royndi at sissa hana. Hon hevði sagt, at hon einki kendi til hetta, og at hon hevði vitað, at tað fór at ganga galið. Illa fyri Maðurin varð handtikin og fluttur til Havnar at verða avhoyrdur [...] gevast at drekka Kvinnan segði í rættinum, at hon áður hevði sett manninum ta treyt, at hann skuldi leggja av at drekka. Tað hevði hann gjørt. Hvør dómurin enn fór at verða, tók hon fegin ímóti manninum aftur [...] neyðugt var at fara á Landssjúkrahúsið við manninum, sum hevði sterkar abstinensir. Tann ákærdi maðurin segði í rættinum, at hann ynskti at vera rúsfríur. Hon hevði sett honum stólin fyri hurðina um at gevast
í boðið at flyta til Los Angeles at reka fyritøkuna. Hann tók avgerð um at flyta til USA og setti sær sum mál at útbyggja og menna fyritøkuna til altjóða marknaðin. - Eg hevði sett mær fyri, at eg vildi [...] sæð í bakspeglinum var tað kanska ein orsøk til, at hann á rættiliga ungum árum visti, at hann vildi út í verðina. Men hvussu upplivdi Christian tað at verða skildur sundur frá biologisku familjuni á so [...] studentaskúlanum við Gøtugjógv var hann greiður yvir, at meðaltalið var ov lágt, um hann skuldi lesa víðari. Hann fór at supplera á Handilsskúlanum í Havn fyri at fáa meðaltalið upp, samstundis sum hann fekk arbeiði