Eddi Leyni tók í sínari tíð nógvar myndir, og hann var eisini við sluppini, Westward Ho, tá hon fór eina minniliga ferð til Danmarkar í 1968. Á hesi ferðini tók hann eisini fleiri myndir, sum eru virðismiklar í dag, nú bara tveir av teimum, sum vóru við, eru eftir á lívi, nevniliga Eddi Leyni sjálvur og Høgni Nielsen, sum tá var ein stórur smádrongur. Á In.fo í dag prenta vit nakrar av myndunum hjá Eddi, sum hevði mammu av Viðareiði og pápa av Stykkjunum.
- Fyri kríggið sigldi pápi fast upp á Føroyar, men tá kríggið brast á, skiftu teir rutu til Onglands. Mamma var við barn heima í Føroyum, og hon flutti niður til Danmarkar saman við ommu míni.
Eddi Leyni sigur, at undir krígnum var pápi hansara leingi burtur. - Hann hevði sæð meg, men eg mintist hann ikki. Eg var stórur smádrongur, tá eg sá pápa mín fyrstu ferð, og tískil kendi eg ikki mannin, sigur hann.
Familjan flutti heim aftur til Føroyar í 1946.
Tá Westward Ho gjørdi túrin til Danmarkar í 1968, var hetta í samband við, at havnin í Esberg tá hevði 100 ár á baki. Í 1868 vóru bara tveir garðar og trý hús í Esbjerg, og her búðu 23 fólk. Tá var hetta bara ein pinkalítil bygd í Jerne sókn. Tað var ikki fyrr enn Ríkisdagurin hin 24. apríl í 1868 hevði samtykt eina lóg um at byggja havn í Esbjerg, at býurin fór at mennast.
Og býurin mentist skjótt.
Í dag er Esbjerg fimtstørsti býur í Danmark við fleiri enn 72.000 íbúgvum.
Tá Westward Ho ger klárt at fara til hátíðarhald í Esbjerg 100 ár eftir, at samtykt er at byggja havn, hevur Eddi Leyni hug at fara við. Um hesa tíðina starvast hann sum kokkur í donsku marinuni, og starvið hjá honum er á Marinustøðini í Havn.
- Eg kendi eitt sindur Debes Christiansen, skipara á Westward Ho, og eg spurdi, um eg kundi sleppa við. Jú, tað kundi eg, men áðrenn eg kundi fara nakran veg, noyddist eg at spyrja kommandørin á Færøernes Kommando, Kaj Nolsøe Bang, sum var mín arbeiðsgevari.
Jú, tað var í lagi, og so var klárt hjá Eddi at fara við Westward Ho.
Áðrenn vit fara til sjálvan túrin, kunnu vit leggja aftrat, at Kaj Nolsøe Bang, sum var av føroyskari ætt, var fyrsti kommandørkapteynur á sjóverjuskipinum Veðrinum í Føroyum, og hetta starv røkti hann árini 1963 til 1965. Síðan starvaðist hann sum ovasti leiðari á Bornholm árini 1965 til 1968, tá hann aftur kom heim til Føroya at vera leiðari fyri Færøernes Kommando árini 1968 til 1972. Í 1974 gav hann út bókina “Færøerne - mine fædres land”, og Kaj Nolsøe Bang doyði í mars mánaði í 2003, 88 ára gamal.
Stóra hátíðarhaldið í Esbjerg skuldi vera um mánaðarskiftið apríl/ mai í 1968, og ætlanin hjá manningini á Westward Ho var at vera í Esbjerg hin 1. mai, tá hini seglskipini, Danmark og Christian Radich, skuldu koma til býin.
Áðrenn loyst varð úr Havn, hevði manningini havt úr at gera, og handverkarar høvdu eisini ymiskt at takast við umborð. Ljósmotorur og radiotelefon skuldu setast í skipið, og gasskomfýrur skuldi setast upp í kabússini. Tað, sum eftir var at gera, skuldi manningin takast við á ferðini niður. Føroysk bløð skrivaðu, at lastin á skipinum nú var innrættað til salong at taka ímóti gestum. Umframt gummibjargingarbát, hava teir eisini við sær ein vanligan bát, sum er útgjørdur við tveimum páhangsmotorum, hvør á 10 hestar og sum ætlanin er skal toga skipið inn í havnina í Esbjerg, tá komið er har til.
Á Eystaru Bryggju í Havn var stór mannfjøld komin saman, tá Westward Ho skuldi loysa henda vakra sunnumorgun. - Mannfjøldin heilsaði sluppini og Kristian Djurhuus, varaløgmaður og fiskivinnuráðharri, bað tey, ið komin vóru at siga farvæl, rópa eitt leingi livi fyri skipinum.
Ein maskinbátur togaði Westward Ho út í Nólsoyarfjørð, men byrðurin var alt annað enn góður. Teir lagaðu seg eftir sjóvarfallinum, sigldu norður ígjøgnum fjørðin og út um Stongina.
##med2##
Men, morgunin eftir var sluppin ongan veg komin. Tá sást hon úr Havnini liggja suður úr Borðuni, og síðan rak hon vestur aftur í Skopunarfjørð.
At enda loysti Reyði Krossur úr Havn og sleipaði Westward Ho út á landgrunnin.
##med3##
Longu fyrsta dagin á ferðini fingu teir feskt. Í góðveðrinum komu teir í ein springarabólk, og myndirnar hjá Eddi Leyni vísa, at springarin varð skorin upp á dekkinum.
Nakrar dagar eftir fráferð, skriva føroysk bløð, at skipið er á Hetlandsleiðini.
- Síðan varð siglt “bide vind” yvir til Noregs. Tað gekk striltið at røkka fram, og seinastu 100 fjórðingarnar niður til Esbjerg høvdu teir bátin til at toga sluppina við. Væl bar til, og rokkið varð fram til Esbjerg í somu løtu, sum Winston Churchill við kongi umborð - eftir eina vitjan í London - stevndi inn í havnina í Esbjerg, skrivaðu føroyskir miðlar.
Danskir miðlar skrivaðu soleiðis:
##med4##
- Westward Ho hevur fingið eina strálandi móttøku sum gestur við hátíðarhaldið. Góði stemningurin kom so skjótt, sum skipið kom í havn, eitt samdøgur seinkað.
Føroyskir miðlar skrivaðu, at fólk í Esbjerg fagnaðu sluppini úr Føroyum, og ein gamal fiskimaður í danska býnum, sum stóð og hugdi oman yvir sluppina, tók nakað soleiðis til: - Tað hava verið raskir menn, sum hava mannað før av slíkum slag, einans við seglum til fiskiskap undir Íslandi.
Í grein í føroyskum blaði verður lagt soleiðis aftrat: - Fiskimenn úr Esbjerg eru kendir um alt Danmark sum teir mest ídnu og dugandi í landinum og eru haraftrat av raskastu sjómonnum. Tí duga teir kanska eisini betur enn flestu onnur at meta um góðan, gamlan sjómansskap. Teir hava virðing fyri starvsfeløgum, sum ikki aftra seg við at leggja til havs, sjálvt undir vánaligum umstøðum, sum mangan vóru fyrr, tá einans seglini vóru á at líta.
Tá Westward Ho var aftur í Føroyum, skrivaðu føroysk bløð nøkulunda soleiðis:
##med5##
- Sluppin er komin heim aftur í øllum góðum eftir eina glæsiliga ferð í Esbjerg, har teir hava umboðað Føroyar við 100 ára havnahátíðarhaldið. Hetta var ein ógloymandi ferð. 11 dagar høvdu teir um ferðina niður og einar 12 tímar meira um ferðina heimaftur. Men, breyðmoli var ikki eftir, tá teir komu til lands, hvørki á veg niður ella heimaftur.
Lagt verður aftrat, at koyggjurnar á Westward Ho eru 18 í tali, men einans 12 mans vóru við á ferðini - elsti maður 83 og hin yngsti 15, tá lagt varð frá landi. Bløðini skriva, at á samkomu umborð, tá skipið kom aftur, greiddu Debes Christiansen og Niels Nielsen í Heiðunum, bestimaður, frá ferðini úr Føroyum og heimaftur.
- Heimferðin eydnaðist væl frá tí, at siglt varð úr Esbjerg til komið varð á Salthøvda, tá Vestfart setti enda á sluppina og sleipaði hana seinasta teinin á Havnina.
Vit hava skift orð við Eddi Leyni, men tíverri er ikki pláss fyri øllum prátinum á síðunum hesaferð, tá sjálv ferðin og vitjanini hjá Westward Ho saman við myndum fyllir so nógv.
Eddi Leyni hevur savnað bæði myndatilfar og tekstir í eina mappu, sum lýsir hesa ferð niður í smálutir.
Vit kunnu enda við at siga, at tá Fríðrikur, kongur, vitjaði í Føroyum í 1969 og eisini vitjaði á Marinustøðini í Havn, spurdi hann eftir kokkinum, sum hevði verið við Westward Ho í Esbjerg.
##med6##
- Vit fingu eitt prát, og vit drukku eisini eina øl saman, sigur Eddi Leyni, ið starvaðist sum kokkur á Marinustøðini og onkuntíð loysti av umborð á skipunum hjá Fæøernes Kommando í tilsamans tíggju ár.
Hetta gjørdist ikki seinasti túrur hjá honum við Westward Ho, tí her hevði árini eftir nógvar góðar løtur umborð.
Teir, sum vóru við Westward Ho í Esbjerg í 1968, vóru: Debes Christiansen, skipari, Niels Nielsen, bestimaður, Eddi Leyni, kokkur, Jákup F. Jacobsen, Rubek Rubeksen, Høgni Nielsen, allir úr Havn. Karl Johansen, Ánirnar, Hermand Nattestad, Tvøroyri, Frits Eið, Hvalba, Tórhallur Andreasen, Argir, Kristian M. Fagranes, Runavík og Andreas S. Jacobsen, Kunoy.
##med7##
##med8##
















