Otto fann brosjuna hjá prinsessuni

- Sum 13-14 ára gamal smádrongur stóð eg og saksaði eina hippiveltu nakað heimanfyri Korndal í Nólsoy, har søgan sigur, at skotska prinsessan búði. Niðri í mógvinum sá eg ein forvitnisligan moldklump, sum eg tók upp í hondina. Tá ið eg hevði turkað moldina av, sá eg, at hetta var ein sera vøkur træbrosja. Nakað eftir hetta var Sverri Dahl, fornfrøðingur, úti í Nólsoy, og tá ið hann sá fornlutin, segði hann beinanvegin, at hetta var brosjan hjá skotsku prinsessuni, sigur tann skjótt sjeyti ára gamli, Otto Frits Hansen

Flestu munnu hava hoyrt søguna um skotsku kongsdóttrina, Mariannu, sum í gomlum døgum búði úti í Korndali í Nólsoy. Hon var dóttir skotska kongin, Jákup II.
Í søguni "Kongsdóttirin í Nólsoy" skrivar Oddvør Johansen, at døturnar hjá Jákupi kongi vóru tríggjar í tali.
Ein góðan dag, tá ið Marianna, sum var elst av prinsessunum, fylti 14 ár, sendi kokkurin hana út at henta blommur til søtsúpan. Har ber hon eyga við ein ungan, reyðhærdan drong, sum stendur og gevur hesti sínum at drekka. Aldrin hevði hon sæð ein so vakran drong áður. Marianna stendur púra býtt og gløðir at dreinginum, tá ið hesin vendir sær á. Tá ið hann sær prinsessuna og hennara gula hár, hevði hann ongantíð áður sæð eina so fitta gentu. Tá ið tveir dagar eru farnir, ivast hvørgin teirra í, at tað skulu vera tey bæði. Teir næstu dagarnar ríða tey bæði á hestinum og stuttleika sær saman.
Men ikki gongur long tíð, til Jákup kongur fær snevilin av, at dóttir hansara gongur og beistast úti í haganum saman við einum vanligum dreingi. Hann gerst ógvuliga illur og sigur, at so leingi hann livir, sleppur Marianna ikki at fáa sær Díðrik, sum drongurin eitur í søguni hjá Oddvør. Dóttirin skal giftast einum prinsi, greiva ella baróni. Tí steingir hann Mariannu inni, so hon kann sita og angra og gloyma. Men tað ger hon kortini ikki. Hon setir seg at karða, spinna og syngja, og onkuntíð sær hon reyða knokkin á dreinginum langt burturi.
Nakrar mánaðir seinni sleppur Marianna útaftur. Hon hevur ikki gloymt og ikki angrað, tí kærleikin til Díðrik er ikki minkaður. Tá ið hon so eisini finnur út av, at hon er við barn, elskar hon hann uppaftur meira enn áður. Tey leggja saman ráð um at flýggja burtur og altíð vera saman. Alt, sum prinsessan hevur bundið uppi í torninum, verður koyrt í eina kistu, og Marianna hentar upp í fleiri kurvar av súreplum og øðrum fruktum. Díðrikur keypir sær eitt hóskandi skip fyri sínar sparipengar, og tá ið alt er klárt, leggja tey í loyndum frá landi og stevna norðureftir.
Fimm dagar seinni eru tey á Nólsoyarvík.
...

Vit flyta nú tíðina nøkur hundrað ár aftur - til tíðarskeiðið stutt eftir seinna heimsbardaga. Bygdin, sum upprunaliga var í Korndali, er eisini flutt heim fyri nøkrum hundrað árum síðan. Nærri er til sjógvin. Úti í bønum, á einum slætta uttanfyri Krákuhúsini og heimanfyri Korndal, stendur ein 13-14 ára gamal drongur og saksar eina hippiveltu. Hann stingur hakan djúpt, og við eitt sær hann ein heldur forvitnisligan moldklump, sum hann tekur uppí hondina. Skjótt sær hann, at hetta er meira enn ein vanligur moldklumpur og fer at skava moldina burtur av. Tað vísir seg, at luturin, sum liggur goymdur í moldini, er ein sera vøkur træbrosja, meistarliga skorin sum ein rósa. Aftanfyri á brosjuni sær hann festini til eina nál, men nálin er burtur. Hann stingur brosjuna í lumman og heldur fram at velta.
- Tá ið eg kom til hús hendan dagin, vaskaði eg træbrosjuna, sum gjørdist rein og ógvuliga vøkur. Í mógvinum goymist alt væl og ógvuliga leingi og tilfarið, hon er evnað burtur úr, er hart træ, helst bukkenholt. Heppið, at hakin ikki hevði rakt brosjuna.
Drongurin, vit tosa um, er nólsoyingurin, Otto Frits Hansen, sum í dag er 69 ára gamalur og pensjóneraður sum skúlatænari í skúlunum í Runavíkar kommunu.
Søgan um brosjuna er ongan-tíð skrivað áður, men hann hevur goymt hana sum reyðagull øll árini. Tá ið hann flutti úr Nólsoy, hevði hann hana við sær, bæði til Havnar og inn á Skálafjørðin. Eingin sleppur at lána brosjuna út úr húsinum, og skal hon síggjast, verður tað bara, meðan Otto sjálvur er til staðar.
- Eg vísi heldur ikki hvørjum sum helst brosjuna, sigur hann.
Otto, sum sjálvur er útbúgvin snikkari, undrast yvir, hvørji amboð teir gomlu hava nýtt til skurin, so serstakliga vakur og snøggur hann er.
Brosjan hjá prinsessuni!
Eina tíð eftir, at nólsoyingurin hevði funnið forngripin, var Sverri Dahl, fornfrøðingur, úti í Nólsoy og vitjaði.
- Tá ið eg hevði fortalt honum, hvar eg hevði funnið brosjuna, og hann hevði hugt at henni, segði hann beinanvegin, at "hetta er brosjan hjá skotsku prinsessuni, sum búði í Korndali". Tá gjørdist eg ovurfegin, sigur Otto.
Fyri nøkrum árum síðan tók kortini ein ávísur ivi seg upp, um brosjan nú veruliga stavar frá prinsessutíðini.
- Ein systursonur mín í Havn ringdi meg upp ein dagin. Hann hevði vitjan av tveimum skotskum forn- ella jarðfrøðingum og eini íslendskari kvinnu. Tey vildu fegin síggja brosjuna. Jú, tey komu so øll heim til mín eitt kvøldið. Gestirnir kannaðu brosjuna við sjóneyku og komu eftir, at hon hevur sín uppruna í 1600-1700-talinum.
Otto livir tó í teirri trúgv, at træbrosjan stavar frá prinsessuni í Korndali - ella í minsta lagi frá teirri tíðini, tá ið hon búleikaðist í Nólsoy.
- So leingi, sum tað, ið Sverri Dahl á sinni segði, ikki er mótprógvað, havi eg valt at trúgva honum.
Fornfrøðingurin, Sverri Dahl, var annars ein stórur kapasitetur í sínari tíð, og hann og Jóannes Rasmussen, jarðfrøðingur, høvdu nógv samstarv.
Martin V. Heinesen, jarðfrøðingur, sigur, orsøkin til, at trælutir og annað goymist so væl og leingi í mógvi, er, at eingin luft sleppur til, og harvið eru heldur ongar niðurbrótandi bakteriur.
Spurdur, um hann kundi hugsað sær, at brosjan var í varðveitslu á einum savni heldur enn heima hjá honum sjálvum, sigur Otto, at hetta kundi komið uppá tal, um eitt slíkt savn var í Nólsoy.
Men sum skilst, er hann ikki serliga glaður fyri at geva hana frá sær aftur.
Vit spurdu eisini Otto, um hann hevði selt brosjuna, um ein ávísur persónur kom og bjóðaði honum 100.000 krónur fyri hana.
- Nei, tað trúgvi eg ikki, at eg hevði gjørt - í hvussu er ikki til tann persónin, er Otto skjótur at leggja aftrat.
Valdi millum ríkidømi og kærleika
At enda kunnu vit tríva í aftur søguna í prinsessuna, sum noyddist at velja ímillum ríkidømi og kærleika.
Meðan prinsessan, Marianna, ein dagin situr og mjólkar kúnni úti í Nólsoy, sær hon eitt skotskt skip koma inn í Nólsoyarfjørð. Hon kennir skipið; fer innar og snøggar sær eitt sindur, letur seg í reyða floyalskjólan og flættar gula hárið í ein krans um høvdið.
Nú væntar hon tað ringasta, tí kongur, sum sjálvur stendur til róðurs, vil ivaleyst gera enda á skommini og beina fyri teimum øllum.
Saman við Díðriki og tvey ára gomlu dóttrini, fer hon oman at taka ímóti.
- Ver væl komin, pápi, eg eri dóttir tín, rópar hon.
Jákup kongur reiggjar tí blanka svørðinum ógvusliga. Nú skal hann fyrst høgga høvdið av Díðriki og síðan drepa bæði Mariannu og barnið. Men Marianna stillar seg frammanfyri sínum elskaða Díriki og rópar:
- Drepur tú Díðrik, verður tú noyddur at drepa meg fyrst.
Tá hopar Jákup kongur aftur eftir hæli og fer at ivast. Lítla smágentan hyggur inn í eyguni á kongi, smílist og hálar í ein leysan gulltráð í kortinum hjá honum.
Jákup himprast uppaftur meira og hugsar: "Áh, den skomm fyri ein kong ikki at tora..." Allir hansara menn standa og hyggja at honum, hvør við sínum blanka svørði - og teir koyra undir hann: "Høgg nú til tey bæði, harra kongur, hoyrir tú...!"
Men hvussu í verðini kann hann orka at drepa sítt einasta abbabarn...
Hann rópar á sínar menn og biðir teir allar stinga svørðini aftur í slíðran. Síðan lyftir hann ta lítlu gentuna upp til sín, og samstundis leypir Marianna um hálsin á pápanum, kyssir hann og grætur av gleði.
Tríggjar dagar seinni fara kongur og hansara menn avstað aftur, men Marianna og Díðrikur vera búgvandi í Nólsoy allar sínar dagar.
...

Fert tú til Nólsoyar, kanst tú vitja húsatoftirnar úti í Korndali, har gamla bygdin var áður. Tær eru sjónligar og lættar at finna. Enn tann dag í dag rennur Prinsessukeldan har úti - tutlandi eina hendingaríka søgu um kærleikan sum vann á ríkidøminum.
Og hvør veit: Kanska ein dag verður staðfest um brosjan, sum Otto Frits Hansen fann í mógvinum heimanfyri Korndal fyri mongum árum síðan, stavar frá skotsku prinsessuni í Korndali.