Tosaðu saman hóast avbyrgdir

Rúsevnissmugling: Tveir litavar, sum síðan 13. november hava sitið varðhaldsfongslaðir fyri at hava smuglað stórar nøgdir av rúsevnum til Føroya, ætlað til íslendska marknaðin, nokta seg sekar. Teir kendu einki til rúsevnini í bilinum, siga teir

Bara tað at ein bilur kemur til Føroya við litavum, eru tollararnir á varðhaldi. Nógv rúsevnissmugling fer fram úr Balkanlondunum til Skandinavia og onnur lond í Vesturevropa.
Tí høvdu tollararnir í Havn beinanvegin eitt illgrunasamt eyga til ein bil, sum kom í land av Norrönu 9. november í fjør.
Bilurin varð kannaður væl og virðiliga við hassjhundi og øllum, men einki var at finna.
Meðan bilurin varð kannaður, fóru teir báðir menninir í bilinum ein túr.
Ætlan teirra var at fara víðari við Norrönu sama dag til Íslands.
Teir spákaðu sær ein túr gjøgnum býin, men tá ið teir komu oman aftur á bryggjuna, sóu teir í hekkuna á Norrönu, sum hevði framskundað fráferðina orsakað av óveðri.
Tá ið so Norröna kom aftur úr Íslandi, fóru teir umborð eftir sínum klæðum og øðrum, ið teir høvdu ligið eftir.

Kannaðu bakgrundina
Litavarnir fóru á skrivstovuna hjá Smyril-Line, sum hjálpti teimum við at fáa innvist á hotel Skansanum.
Har búðu teir, meðan politiið kannaði hvørjir menninir vóru, um orsøk var til at hava illgruna til bilin o.s.v. Hesar dagarnar vórðu teir eygleiddir, og 13. november kom politiið handtók teir, tí teir vóru skuldsettir fyri at hava smuglað stóra nøgd av rúsevnum inn til Føroya.
Hesar dagarnar høvdu tollarar, politistar og kønir bilmekanikarar kannað bilin nærri. Bilurin var pilkaður sundur, og inni í akkumulatorinum vórðu funnin umleið 4200 ecstasy-tablettir og 2781 gramm av tí sera sterka evninum methamfetamin. Samanlagt svarandi til umleið fýra kilo av sterkum rúsevnum.

BMW-málið
Av tí at bilurin, sum menninir komu til Føroya í, var av slagnum BMW 523, hevur fútin doypt málið at eita BMW-málið.
Teir báðir ungu menninir hava hetta seinasta hálva árið sitið varðhaldsfongslaðir, og líka til seinast í februar sótu teir avbyrgdir. Tá varð so annar fluttur til Danmarkar at sita.
Av tí at menninir alla tíðina hava noktað seg sekar, og revsingin fyri smuglingina, teir hava verið skuldsettir fyri, er upp í 10 ár, skuldi nevningating til at døma í málinum.
Og mánamorgunin varð nevningatingið sett at døma í hesum BMW-málinum.
Teir báðir ungu litavarnir, 23 ára gamli Andrey Fedosiuk og 24 ára gamli Genrik Karuzel vóru ikki sjónliga ávirkaðir av at hava sitið í varðhaldi so leingi.

Undir eftirliti
Saman við teimum i rættin, sum í hesum døgum heldur til í Starvsmannafelagnum, kom ein heilur hópur av politistum at ansa eftir teimum. Tað mesta av tíðini hava bara tríggir politistar sitið í rættarsalinum, men aðrir, sum hava verið við til at útgreinað málið, ganga uttanfyri. Onkur sleppur ikki inn, tí hann skal vitna.
Tað er greitt, at rúsevnini í bilinum ongantíð vóru ætlað til føroyska marknaðin. Hevði tað ikki verið, at Norröna tann dagin 9. november í fjør hevði framskundað fráferðina til Íslands, vóru menninir farnir víðari við ferjuni. Í staðin fyri at verða tiknir her, høvdu teir verið tiknir í Íslandi og komið fyri rættin har.

Alt skal tulkast
Hetta er eitt ógvuliga drúgt mál, tí alt, sum menninir siga, og alt tað, sum sagt verður í rættinum skal tulkast. Av tí at tulkurin kemur úr Danmark, er rættarmálið hesa ferð danskt.
Ætlanin er at hoyra fleiri vitni, men ivasamt er um øll vitnini koma úr Danmark og úr Íslandi, vegna dagliga hóttu flúgvingina. Tvey vitni eru eisini biðin um at koma úr Litava, og tað eru genturnar hjá teimum ákærdu monnunum.
Rúsevnismál hava altíð greinir í øðrum londum, og so er eisini við hesum málinum.
Tríggir litavar í Íslandi í sama máli hava verið fyri rættinum, men dómarnir eru ikki feldir enn. Fleiri fólk í Litava eru somuleiðis undir illgruna, men fútin Karen Marie Olesen, sum er ákæri í hesum málinum, upplýsti í rættinum mánadagin, at politiið í Litava er trekt við at koma við upplýsingum um hesi fólk.
Teir báðir ákærdu eru vinmenn.
Mánadagin varð Andrej Fedosiuk avhoyrdur, og týsdagin átti Genrik Karuzel tørn at avhoyrast.

Siga lítið
Ikki er tað nógv, sum teir ákærdu hava upplýst í rættinum, og eingin spurningur varð settur til funnu rúsevnini í bilinum.
Andrej Fedosjuk segði, at upprunaliga ætlanin var, at hann og ein annar maður skuldu fara til Íslands at arbeiða í byggivinnuni. Ein litaviskur vinmaður teirra har hevði sagt, at hann skuldi útvega teimum arbeiði. So kom Genrik Karuzel uppí, og hin maðurin settist aftur.
Hin maðurin átti bilin. Teir báðir ákærdu sóu einki løgið í, at hann setti bil til, tí tað lá í luftini, at tann maðurin skuldi koma til Íslands seinni at arbeiða.
6. mai fóru teir úr Litava, koyrdu gjøgnum Polland og Týskland og til Esbjerg í Danmark.
Andrej Fedosjuk rindaði allar útreiðslurnar, tí hin átti ongan pening. Hin maðurin skuldi gjalda helvtina, tá ið henn hevði vunnið nakað í Íslandi.

Kendu einki til Ísland
Teir hildu heldur einki løgið vera í, at teir fóru til Íslands at arbeiða, sjálvt um Ísland tá var komið í svára fíggjarkreppu. Kreppan var stór í Litava, og teir vildu burtur fyri at vinna nakrar krónur. At tað stóð so illa til í Íslandi, vistu teir einki um, tí teir fylgdu ongantíð við tíðindum.
Við sær høvdu teir umframt klæðir og tílíkt handverkaraamboð og eitt tjhald. Tjaldið høvdu teir við, tí báðir søgdu seg hava stóran alsk til náttúruna.
Tá ið teir komu til Esbjerg, fingu teir ikki fartelefonir sínar at rigga. Langt um leingi fingu teir keypt sær eitt talutíðarkort, og ein kvinna á posthúsinum hjálpti teimum við at aktivera tað. Eina aðrastaðni fingu teir hjálp til at fylla á kortið.
Navnið á Genrik Karuzel stóð ikki á ferðaseðlinum, sum teir høvdu, men tað var eingin forðing fyri at sleppa umborð á Norrönu. Pass høvdu teir báðir.

Væl krógvað
Mánadagin legði ákærin fram myndir, sum vístu, hvussu snildisliga rúsevnini vóru krógvað í akkumulatorinum. Stengur vórðu tiknar úr akkumulatorinum fyri at geva pláss fyri rúsevnunum. Fyri at kunna seta bilin í gongd var eitt minni battarí sett í bilin har frammi.
Illgrunin fall á akkumolatorin, tí hann var so lættur.
Báðir menninir eru uppvaksnir í eini bygd uttan fyri høvuðsstaðin, og teir hava kenst síðán skúlaárini. Annar gekk tey 12 árini í fólkaskúla. Hin tók eina tvey ára snikkaraútbúgving aftrat. Annar býr hjá foreldunum báðu, hin hjá mammu síni.
Inntøkan hjá báðum hevur verið eitt sindur upp og niður, og annar viðgekk, at hann eisini hevði arbeitt svart.
Hvørgin av teimum ákærdu sóu nakrar trupulleikar í, at teir ikki fóru at klára seg málsliga í Íslandi. Annars tosar litaviskt, russiskt og polskt. Hin tosar haraftrat eitt sindur av enskum.

Søgdu ikki alt heima
Báðir teir ákærdu menninir eru trúlovaðir. Gentur teirra hava greitt politinum frá, at tær høvdu fingið upplýst, at vinmenn teirra ætlaðu at vera burturi í tvær vikur. Annar hevði sagt, at hann fór til Íslands, hin at hann fór til Pollands.
Mánadagin var Andrej Fedosiuk tráspurdur um tær tríggjar telefonirnar, sum hann hevði, og um telefonkortini. Hvcønn hann hevði ringt til, og hvør hevði ringt til hansara. Maðurin mintist ikki kotuna, men politiið hevði frá rættinum fingið loyvi at fara í telefonirnar.
Menninir eru fleiri ferðir avhoyrdir av politinum, meðan teir hava sitið í varðhaldinum í Havn.

Avlurtaðir í geglinum
Eina ferð fann politiið útav, at hóast teir sótu avbyrgdir, høvdu teir samband hvør við annan.
Tað byrjaði, eftir at annar varåð avoyrdur, óður kom aftur í klivan og langaði í veggin. Hetta hoyrdi hin, og teir funnu útav, hvussu nær hvør øðrum teir sótu.
Tá tók politiið tað óvanliga stigið at biðja rættin um loyvi til avluyrting uttanfyri, tí poliitð helt seg vita, at teir tosaðu saman við at lata vindeyguni á glopp.
Nakrar av teimum avlurtingunum vórðu spældar av í rættinum mánadagin, og tá kundu teir báðir ikki lata vera við at flenna. Ikki minst tí, at teir á upptøkunum bannaðu og blótaðu.
Menninir eru í rættinum oystir undir í spurningum,og manga ferðina svara teir, at teir minnast ikki. Av fólkunum, teir verða spurdir um, kenna teir tey fægstu.
Màlið koyrir víðari í rættinum væntandi heilt il fríggjadagin í næstu viku. Onkran frídag fáa vitnini tó ímillum.