er við vilja, at kommunan hevur valt gøtur, sum ikki eru tær kendastu gøturnar har um vegir. Hetta er gjørt í eini vón um, at tað ber til at fáa ferðafólk at ferðast víða, heldur enn at øll trunka seg [...] tey í Sunda kommunu sær fyri at bøta um um almennu bygdagøturnar í kommununi og at merkja tær betur. Endamálið var at gera nakrargøtur, sum eru tryggar hjá ferðafólki á at fara sær ein túr á. Í hesum føri [...] um nakrar fáar bygdagøtur. Ætlanin var ikki at gera størri inntriv í náttúruna men bert at seta vegvísarar og skelti upp, umframt at hampa um varðarnar og at seta prestar niður, har tað er ov langt millum
fyri at fáa orðið á Mammuna, Gitte, tí hon hevur úr at gera við at svara telefonini, sum ringir uttan íhald, bæði hiðani av landi og uttanlands. Men hon fær tó sagt, at hon tordi onki at siga, tó at hon [...] hann hevur sæð, hvussu nógv fólkini í Danmarks Radio, sum gera sendingina, hava hjúklað um Guðruna og tað var nokk so skjótt, at onkur av teimum fór at kalla hana ?Danmarks Radios Nattergal?, so tað boðaði [...] tað besta. Ási sigur, at tað er ikki so undarligt, at Guðrun er farin at syngja, tí har í slektini syngja øll í bæði borð. Sjálv hevur hon altíð sungið og hon hevur ein beiggja, sum syngur í MC Hár, so sangur
myndugleiki at koma við slíkum boðum. Hann var kanska á veg úr Vestmanna til Havnar, tá Jenis fekk opinberingina. Undir øllum umstøðum eigur arbeiðsfordeilingin at vera, at Løgmaður opnar tað, sum opnast skal [...] Hvør skal siga, Covid-19 kreppan er jú ein upplagdur møguleiki at sníkja ein skattalætta inn undir ein longu hart spentan landskassa. Serliga hjá teimum, sum í nevrotiskari fixering halda, at tað eru s [...] vissi tit eisini halda, at landsstýrið átti at arbeitt við Hjálparpakka 3, heldur enn at við varðandi fyriskipan gera Føroyar til eitt skattaparadís fyri obskur flogfeløg! Kanska onkur fangar løgmann onkrastaðni
ísraelum, sum fóru at gera alt fleiri og grovari fríspørk. Hetta gav at bíta í seinna hálvleiki tá Revivo varð útvístur, og tað var nokk tann beinleiðis orsøkin til at sigurin varð so stórur sum hann var [...] unum til EM 2000. At koma framum á útivølli longu eftir hálvan annan minutt er ikki hvørsmansføri, og tað var stórt sæð tað, sum danir høvdu tørv á fyri at fáa tað spæl í dystin, sum teimum lystir. Danska [...] vera noyddir at leggja taktikkin móti dønum um, og tað er ikki nakað, sum bara hendir. Danska liðið hevur víst, at teir eru sterkir tá tað um kontrafótbólt umræður, og tað var júst tað, sum kom so øgiliga
tað er tí, at roynt hevur verið at geva økinum eitt positivt skump, er trupult at siga. Dennis vísir á, at Vágs kommuna hevur havt ein fólkavøkstur seinasta árið á eini 25 fólk - eftir, at fólkatalið í [...] Holm sigur, at tað avgjørt eisini hevur sín týdning, at onkur fyritøka í økinum er fíggjarliga sterk. Hann heldur, at høvdu vágbingar ikki havt Vágs Timburhandil og Suðursmíð og tað samstarv, sum hevur verið [...] partar, hevði tað verið torført eitt nú at bygt langhylin. Hann ásannar, at samstarvið millum hesar báðar fyritøkur og veitarar eisini eigur sín lut í, at tað ber til at byggja tíggju nýggjar bústaðir - eftir
royndir, og at gólvplássið verður bíðirúm hjá fólki. Tó heldur stjórin ikki, at tey kundu gjørt tað nógv øðrvísi á ambulatoriinum. - Eg skilji væl, at onkur hevur kent set illa, tí tað eru ikki øll, sum dáma [...] dáma at verða prikað. Men har eru onnur rúm, so fólkini áttu at verið spurd, so tey kundu sagt frá. Tí er tað forferdiliga óheppið, at fólk skulu upplivað slíkt, sigur Allan Skaalin, sum tó lovar, at viðurskiftini [...] Men hann kannaði málið og forkláraði síðani, at umstøðurnar á øllum sjúkrahúsinum eru rættiliga fyribils fyri tíðina, og at tað er eitt putlispæl at fáa alt at ganga upp. - Annað rúmið, har blóðroyndirnar
við flogfeløg, men at vit ikki skulu rokna við nøkrum øðru í 2017. – Eg fái ikki sagt, hvørji feløg vit tosa við. Men eg kann siga so mikið sum, at tað er áhugi frá fastlandinum at flúgva til Føroya. Vit [...] sigur hann. Tá Atlantsflog gavst við at flúgva til London, søgdu tey, at tey skuldi flúgva til Aberdeen í staðin. Tað enaði kortini við, at Atlantsflog heldur fór at flúgva til Edinburg. – Vit hava nógv [...] morgu, at tað eisini verður lætt at ferðast til skotsku oyggjarnar, Orknoyggjar og Hetland. Flogrutan úr Aberdeen byrjar í Sumburgh í Hetlandi, haðani til Aberdeen og so Føroyar. Tað vil siga, at tað ber
Vestmanna, torir eigarin longu nú at siga, at hetta er ein fantastiskur bátur til tað brúk, hann er ætlaður til. Hetta er ein finskur bátur, og tað er Bátatænastan í Havn, sum umboðar. Báturin er sjey metrar [...] einki hús og var tískil kaldur at vera í ein kaldan dag, sum hann tekur til. - Hetta er nakað heilt annað, og eg eri fantastiska glaður fyri bátin. Jóan Magnus Olsen vísir á, at tá hann og tveir aðrir sigldu [...] Hann heldur, at vóru teir tveir - ella tvey - í bátinum, hevði ferðin komið upp á 40 sjómíl. Bella 700 Raid, sum Jóan Magnus Olsen hevur keypt, er ikki ein gardinbátur, men meira ein bátur, sum kann brúkast
lag, men styðjandi tónar, og onkur argar teir sum spæla við, at tað er bara bum-bum. Tí er tubain øvundsjúk inn á violinirnar, sum altíð fáa besta lagið at spæla, og sum øll lurta eftir. Hvussu hetta [...] Árnafjall at siga okkum. So fara vit at hoyra “Hedwigs Theme” úr filminum um Harry Potter. John Williams hevur gjørt henda tónleikin. Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri, hevur skrivað eitt lag, sum hann kallar [...] Onnu, sum syngja. FSO heldur fram við nøkrum íslendskum fólkaløgum skipað fyri orkestur av Páli Pamplicher Pállsson. Konsertin endar við at eini stórthundrað børn úr ymsum støðum í Føroyum fara at syngja
sendingar í ÚF. Sum skilst, so er mangt yrkt til lokal tiltøk ella ymsar familjuveitslur. Tí er ikki alt sum kann gevast út og er talan tí um yrkingar í úrvali, sum nú koma í yrkingasavninum, sum telur 171 síður [...] blómukurv við heilsan, ið var sett upp sum yrking. Yrkjarin sjálvur fegnaðist, men var rørdur, so hann ikki visti, um hann var førur fyri at siga nakað, men pallvandur sum hann er, so kom góð og skemtilig røða [...] og savninum og ynskti, at hetta skuldi lýsa øðrum fram á leið og at hetta bert var tað fyrsta av fleiri frá NePtuN. Sverri Midjord segði vegna mentanarnevnd Tvøroyrar Býráð, at hetta var kærkomið, tí talan