ÍSF-forsetin
Á aðalfundinum hjá ÍSF leygardagin var Heðin Mortensen afturvaldur til eitt nýtt tvey-ára skeið sum forseti, meðan Katrin Joensen varð afturvald til nýtt eitt-ára skeið sum varalimur í starvsnevndini. Bæði vórðu vald uttan mótvalevni.
Men hetta er seinasta forsetaskeiðið, ið Heðin Mortensen nú byrjar. Í formansfrágreiðing síni segði hann soleiðis:
- Í fjør vóru 25 ár liðin, síðani eg tók við sum forseti í Ítróttasambandi Føroya, og eg kann framvegis bert ásanna, at hetta hevur verið ein stak góð og rík tíð, sum bæði hevur verið mennandi og spennandi. Hetta hevur verið besta tíðin í mínum lívi.
- Við stórum takksemi kann eg líta aftur á hesi mongu árini, har talan hevur verið um vítt og breitt samstarv við mong menniskju, ið øll hava havt eitt bankandi hjarta fyri ítróttini. Hetta hevur verið bæði spennandi og mennandi, ikki minst fyri meg persónliga.
Nú verður punktum sett
Heðin Mortensen hevur róð fram undir, at næstu tvey árini verða seinasta skeiðið hjá honum sum ÍSF-forseti, og hetta staðfesti hann eisini í síni formansfrágreiðing.
- Sjálvur haldi eg tað vera rættast at siga frá í góðari tíð, nú eg havi gjørt upp við meg sjálvan, at hetta verður mín seinasta seta sum ÍSF-forseti og at eg ikki fari at taka við afturvali um tvey ár.
- Onkur hevur sagt, at ein fráfarandi leiðari er ein, ið hevur givið upp. Soleiðis havi eg tað ikki, og eg fari hesi komandi tvey árini framhaldandi at leggja stóra orku í at røkja hetta álit eftir míni bestu sannføring. Avbjóðingarnar fyri framman eru nógvar og stórar, og tær skulu ikki bíða í tvey ár, tí nógvar av teimum krevja, at brotið verður upp um armar her og nú.
- Tað verður eisini gjørt, men við hesi fráboðan vóni eg, at høvi verður givið til umhugsni og ta fyrireiking, ið krevst, tá nýggj leiðsla skal finnast, segði Heðin Mortensen.