Fótbóltur
Kanska er hann ikki gull verdur. Men Rodrigo prógvaði aftur í gjárkvøldið, hvussu stóran týdning hann hevur fyri KÍ. Ella sum onkur tók til, so man brasiliumaðurin í løtuni vera populerasti klaksvíkingurin í Føroyum.
Mikukvøldið vitjaðu meistararnir úr NSÍ í Klaksvík, og leingi var NSÍ eisini á sigurskós. Gestirnir fingu betru byrjanina upp á dystin, og fyrsta hálva tíman lógu teir støðugt framvið. Og tað eydnaðist teimum eisini at leggja seg á odda, tá Hjalgrím Elttør gjørdi sær dælt av verjuvillu.
Púra óneyðugt misti Harley Bertholdsen bóltin, og so streyk Hjalgrím avstað, áðrenn hann legði tvørtur um til ein púrasta blankan Øssur Dalbúð, sum bara skuldi pota í netið.
Eftir leiðslumálið tók NSÍ seg nakað longur aftur á vøllin, men teir áttu framvegis vandamestu møguleikarnar.
KÍ tóktist hava ilt við veruliga at skapa nakað, men sum seinni hálvleikur leið, fluttu teir alsamt meira fólk fram á vøllin.
Tað gav eisini betri pláss hjá NSÍ at kontra, men 12 minuttir fyri dystarlok javnaði KÍ. Rodrigo Silva tók sær av støðuni, tá fríspark varð gjørt á brotsteigarmarkinum, og við einum dundurskoti sendi hann bóltin í meskarnar handan Tórð Thomsen til endaligu støðuna.
Dýrir javnleikir
Eftir eina byrjan, har mest sum einki vildi bera til hjá KÍ, tykist flaggskipið hjá norðoyingum veruliga at hava fingið ferð á.
Seks teir seinastu dystirnir hava allir givið stig, og tað hevur lyft liðið væl av vandaleið. Hinvegin skerst ikki burtur, at talan enn er um ov nógvar javnleikir. Bert tvær ferðir av seinastu seks ferðunum eru trý stig fingin til høldar, og tað ber við sær, at liðið enn ikki veruliga er farið at klintrað móti ovaru hálvu á talvuni.
Hjá NSÍ tykjast javnleikirnir eisini at hava sítt at siga. Meistararnir hava langt í frá spælt sum meistarar higar til í ár, og fleiri ferðir eru stig mist í støðum, har liðið í fjør vann stig.
Enn sum áður verður sagt, at kappingin er ung, men nú munurin aftur øktist, eru altso 11 stig upp til toppin. Og tey kunnu verða serstakliga tung at vinna aftur.










