høgt í klett og skrivað á talvu. Prentsmiðjur, bøkur og bløð bera tíðindi, vitan og undirhald. Tøknin setti orðið í hásætið, stenografi, telefon og fax. Áður ókendar víddir verða troyttar. Og við tøkni á [...] skapandi. Vit samskifta og samstarva, og samtalan er neyðug bæði millum fólk og tjóðir. Eisini sálarstøðan verður borin út á víðavang og skoða. Sálin verður løgd á borðið, og viðkvamar kenslur koma út úr [...] fyri jólahaldi. Partvís í skúlanum, har tað hevur verið undirhald og framførslur av næmingum og lærarum og partvís í kirkjuni, har kór og orkestur, mannað við næmingum, hava sett dám á. Tá skúlin var við
varisliga yvir hendan vakra og stilla vetrardag. Fjørðurin liggur spegilsblankur og innbjóðandi, og tað er næstan ein farri av vári í luftini. Brandur er komin heim úr skúla, og hann hevur nú frí í tveir [...] konsertum í Íslandi og Danmark, har ið hann nú stílar eftir einum tónleikaligum gjøgnumbroti. Men alt byrjaði á Tvøroyri, har Brandur býr og virkar út frá. Hornið á ferð Tey standa í gongini og bíða eftir at [...] mamman, Brandur og eldra systur hansara. Tey spæla øll í hornorkestrinum á Tvøroyri, og hetta kvøldið skulu tey spæla til eitt tiltak í Fámjin. Tað tekur eitt korter at koyra til Fámjin, og niðan fyri kirkjuna
danskur prestur hjálpti okkum, og vit vóru send undir jørð, greiðir Zeljka frá. - Vit gjørdu onki hesa tíðina. Vit høvdu onki arbeiði, og børnini vóru ikki skúla í eitt heilt ár. Vit bara ótu og svóvu. [...] stovuhurðina, og lítla løtu seinni kemur ein streymur av hita út í durin. Zeljka og Milan standa í hurðini og bjóða vælkomin. Húsini eru gomul, men hugnalig. Nógvar umvælingar eru gjørdar, so tey eru í [...] í góðum standi. Her búleikast Zeljka og Milan Konzar saman við børnunum Milana og Nemanja, og lítlusystir Milan, sum eitur Ljubinka. Henda familjan er úr Kroatia. Men tað er long tíð síðani tey hava verið
frá gólvi og upp undir loftið. Har er ikki ein blettur á vegginum berur og hevði tað borið til at hongt reolir upp á hurðini og gluggan við, so hevði Hensar gjørt tað. Allar hillar eru fullar. Og stór rúgva [...] tekin eru eisini í sól og mána og stjørnum um at endin er nær. Les bara skriftirnar og hygg eftir, hvat hendir í Miðeystri í dag. Tað verður ongantíð aftur friður í Miðeystri. Og her heima síggja vit eisini [...] LOVSONGUR Í KELDUNI Hensar er virkin andaliga og hann ber orð fyri at ferðast víða millum kirkjur og samkomur. - Eg haldi meg til kirkjuna og missiónshúsið og seinastu tíðina havi eg verið nógv í Kelduni
formaður í Fólkaheilsuráðnum og yvirlækni á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu granskar hann og ger metingar um heilsuna hjá føroyingum og er javnan frammi í miðlunum og fortelur um nýggjastu vitanina [...] grind og spiki. Eg vildi vera høviskur og væluppdrigin, so eg át sjálvandi forrættin. Tá steðgur er í borðhaldinum, kemur ein maður fegin yvir til mín og sigur “Øll við mítt borð ótu grindina og spikið [...] heldur, at fólk so við og við eru farin at skilja boðskapin. - Serliga kvinnur við barn lurta eftir boðunum, og tað er sjálvandi gleðiligt. Eg plagi at siga, at samfelagið er frælst, og fólkini hava ein frían
at keypa íbúð í Spania og í Runavík, og hvat veit eg, men tað nýttist honum als ikki tí eg var longu seld, greiðir Effie frá og smílist. Einsamøll undir vígsluni So skjótt Effie og Jógvan vistu, at tey skuldu [...] dag, eins og eg hevði tá, sigur Effie. Bæði hava tey livað einsamøll øll hesi árini og hava havt ávísar vanar og siðir. Tað er tó eingin trupulleiki nú tey búgva saman: - Eg eri útbúgvin lærari og kenni til [...] uppliving í barnaárunum. Pápi Effie, sum var skoti, og mamma hennara fóru frá hvørjum øðrum, tá Effie var seks ára gomul, og restina av barnaárunum hevði hon lítið og einki samband við pápan. Henda upplivingin
at keypa íbúð í Spania og í Runavík, og hvat veit eg, men tað nýttist honum als ikki tí eg var longu seld, greiðir Effie frá og smílist. Einsamøll undir vígsluni So skjótt Effie og Jógvan vistu, at tey skuldu [...] dag, eins og eg hevði tá, sigur Effie. Bæði hava tey livað einsamøll øll hesi árini og hava havt ávísar vanar og siðir. Tað er tó eingin trupulleiki nú tey búgva saman: - Eg eri útbúgvin lærari og kenni til [...] uppliving í barnaárunum. Pápi Effie, sum var skoti, og mamma hennara fóru frá hvørjum øðrum, tá Effie var seks ára gomul, og restina av barnaárunum hevði hon lítið og einki samband við pápan. Henda upplivingin
besta, og fríggjadagin var sangløta í Viking Club umborð. Kórið sang sjey sangir, og síðani varð harmonikan tikin fram og felagssangir sungnir. Føroyingum dámar serstakliga væl at syngja saman, og meðan [...] opera, føroyingarnir upplivdu framúrskarandi vatnshow við ljósi og tónleiki, og sjálvandi varð eisini farið til handils og marknað bæði her og har. Ferðalagið ferðaðist nógv við metroini ella undirgrundstokinum [...] Fólk sótu við virðing og andakt og lurtaðu, meðan Jórun á Steinway og Son flyglið spældi triðja sats úr Pathetique av Beethoven. Áhoyrararnir settu prís upp á hennara frálíka spæl og fagnaðu henni við rungandi
hendingum og meiningum, sum fóru fram og eru havdar, verður savnað undir einum. Hetta er serstakt søgubrot úr føroyska gerandisdegnum og ikki minst úr Klaksvík seinast í 1940num og í 1950unum, og er onki [...] Dahl, sáli, og nu seinri, Viderø prestur, hava gjørt«. Nú veit eg ikki, men eg ivist í einum breiðari førleika hjá honum at døma um hetta. Í Dagblaðnum nr. 10 og 11, ávíkavist 29. januar og 1. februar 1952 [...] av søgufrøðingi og lektara á Fróðskaparsetri Føroya, Hans Andrias Sølvará, las eg hann í Norðlýsunum 26. september, 4. og 11. oktober. Haldi fyrilesturin er áhugaverdur, viðkomandi og virðismikið er eisini
sat so ofta og bant og segði dreingjunum frá søgum. Teir sótu í ring um hana og lýddu á. Tá dámdi Vensili væl at hoyra søgur um trøll og annað slíkt, og pilturin fekk kærleika til hesa søgur, og kærleikin [...] pilturin, og sum maður savnaði hann ein hóp av føroyskum søgum og fekk tær prentaðar og harvið goymdar, so tær ikki kunna gloymast.« Tá Vensil var seks ára gamal, lærdi abbin, fútin, hann at lesa – og fór skjótt [...] sunnanfyri - úti á Reyni og í Gongini og kring vágna eystanfyri. Um hetta mundið búðu um 500 fólk í Havn. Tá løgtingshúsið varð bygt í 1854 varð tað eisini bygt uttan fyri býin, og somuleiðis tá Realskúlin