- Føroyskt skal verða høvuðsmálið í kirkjuni

Føroyskt og danskt skulu ikki verða javnsett í eini yvirtiknari fólkakirkju, og danskt hervald skal ikki nevnast í kirkjulógunum, sigur Tórbjørn Jacobsen. Hann heldur, at politikararnir hava gjørt yvirtøkuna av Fólkakirkjuni til tabu

POLITIKKUR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo


Í Sosialinum í dag hevur Tórbjørn Jacobsen eitt lesarabræv, har hann m.a. fýlist á uppskotini til nýggjar kirkjulógir, sum skulu galda fyri Fólkakirkjuna, tá hon er yvirtikin. Tað eru serliga ásetingarnar um, at føroyskt og danskt mál skulu verða javnsett í kirkjuni, og at danskt hervald eigur innivist í føroysku lóggávuni, sum ikki hóvar tjóðveldismanninum.
Orsøkin til, at løgtingsmaðurin skrivaði lesarabrævið er m.a., at hann er ímóti, at tað í viðmerkingunum til lógaruppskotið verður róð framundir, at danskt ikki er fremmant mál í Føroyum.
Men er Tórbjørn Jacobsen ímóti, at danskt verður brúkt í kirkjuni?
- Nei, staðfestir Tórbjørn Jacobsen avgjørdur. Hann viðgongur, at lesarabrævið hjá honum kann misskiljast, so at fólk fáa ta fatan, at hann er ímóti donskum, Men Tórbjørn Jacobsen leggur dent á, at í okkara tíð metir hann danskt vera eitt fremmant mál.
- Fatanin millium fólk er, at føroyskt er høvuðsmálið í Føroyum, sigur Tórbjørn Jacobsen, og tí heldur hann, at møguligir danskir prestar í Føroyum skulu prædika á føroyskum, og um danskt skal nýtast í kirkjuni, skal serloyvi gevast til hetta eins og til øll onnur mál, sum ikki eru føroysk.

Kreppuloysn frá 1948

Men verða vit ikki noydd at halda Heimastýrislógina, har tað m.a. stendur, at danskt kann brúkast eins væl og føroyskt?
- Hvør hevur ræðið í hesi lógini, føroyskir myndugleikar ella danska statsmaktin? Tað er óskiljandi, tí Fólkaflokkurin, sum nú hevur sent hesi lógaruppskot til hoyringar, viðurkendi ongantíð Heimastýrislógina, sigur Tórbjørn Jacobsen, ið kallar hetta danska formalismu frá 1948, sum varð ásett í eini kreppustøðu.
Hoyringsfreistin til lógaruppskotini var úti 22. januar. Hevur tú ikki gjørt vart við teg, áðrenn hoyringsfreistin var úti?
- Eg havi verið í politikki í 10 ár, og tað nyttar einki at gera viðmerkingar, tá tað er hoyringsfreist. Tá nyttar nógv meira at skriva í bløðunum, sigur Tórbjørn Jacobsen.

Yvirtøkan er vorðin tabu

Hevur tú saknað kjak um yvirtøkuna av kirkjuni?
- Eg skilji ikki konseptið, tá 85 % av fólkinum eru limir í Fólkakirkjuni, at ein vakuumpakkað donsk kirkja skal flytast føroysk viðurskifti, sigur Tórbjørn Jacobsen og sipar til, at lítið og einki er komið fram um, hvat yvirtøkan inniber og at lítið og einki orðaskifti hevur verið um málið.
- Tað er løgið í einum demokratiskum samfelag, at einki kjak er.
Er yvirtøkan so eitt slag av tabu?
- Ja, politikararnir hava gjørt tað til eitt tabu. Eg veit ikki, hvat teir hava hugsað fyri sær, tí teir hava skermað kirkjuna fyri fólkinum, heldur Tórbjørn Jacobsen, sum ikki metir hetta vera tabu millum fólkið.
- Men tað er høpisleyst at kjakast um hetta, tá man ikki veit, hvat hendir, sigur Tórbjørn Jacobsen, og kallar tað eitt slag av “loyniligari losju”, sum hevur fyrireikað yvirtøkuna, av tí at so lítið er komið fram um málið.


Kirkjan hevur eingi hernaðaratlit

Fer Tjóðveldisflokkurin at atkvøða fyri yvirtøkuni?
- Tað er eitt slag av óskrivaðari semju, at einki skal kjakast um hetta. Men tað sker í eyguni, og nú má eg tala at, sigur Tórbjørn Jacobsen, ið kortini leggur afturat, at flokkurin hevur ikki viðgjørt málið, av tí at lítið og einki hevur verið kjakast um yvirtøkuna av kirkjuni.
- Um tingini ikki verða broytt, og hernaðarmálið ikki verður rikið út, og føroyskt ikki verður staðfest sum høvuðsmál, so ætli eg mær ikki at atkvøða fyri tí, sigur tann bersøgni tingmaðurin. Hann kallar uppskotið eitt sminkað lík og eina staðfesting av danskari kolonialismu, at danskt mál er javnsett við føroyskt og danskt hernaðarvald er nevnt í kirkjulógunum.
- Ein kirkja hevur eingi hernaðaratlit, staðfestir Tórbjørn Jacobsen, ið væntar, at fleiri tinglimir munnu vera samdir við honum. Hann undirstrikar tó, at hann einki hevur ímóti, at herfólk úr Danmark ella øðrum londum halda guðstænastu í Føroyum, men at hetta ikki skal ásetast við lóg, og at serloyvi skal gevast til hetta.
Er tað ikki bara fyri partapolitiskan vinning, at tú nú kemur fram við hesum?
- Hetta kann hava okkurt at gera við politisku fatan. Men eg havi á ongan hátt ætlað at brúkt sum jarnbrot til mítt politiska lív, men eg vil, at kirkjan er føroysk, sigur Tórbjørn Jacobsen, ið kallar lógaruppskotini eitt danskt plagiat, sum staðfestir danska kolonistøðu í Føroyum og javnsetur danskt mál við føroyskt.

Útbúgvingarstøðið skal vera høgt


Onkuntíð hevur verið sagt, at siðaskiftið ongantíð rættiliga vann frama í Føroyum, av tí at móðurmálið so seint vann pláss innan kirkjugátt. Tórbjørn Jacobsen nevnir týdningin av, at Brøðrasamkoman nýtti føroyskt í fleiri ár áðrenn kirkjan t.d. fekk føroyska sálmabók, og ein stórur partur av tí málsligu menningini er farin fram gjøgnum trúarlívið. Hann sigur seg vita, at fólk hava sagt, at tað var dagamunur á andaktunum, tá fyrsta føroyska bíbliutýðingin eftir Victor Danielsen varð nýtt, og so tá donsk bíblia varð brúkt.
- Tí kunnu vit politikarar í 2007 ikki knæseta ta gomlu tíðina, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Verður kirkjan yvirtikin á ólavsøku?
- Ja, sambært Jóannesi Eidesgaard verður hon yvirtikin.
- Men eg veit ikki, hvussu langt málið er komið.
- Kirkjan má ikki bliva partapolitisk kastibløka. Yvirgongdin má vera trygg, og tað er hon ikki nú, tí fólkið er ikki sloppið framat. Er tað nakað sum skal forankrast, er tað ein kirkja. Hetta eru viðurskifti hjá fólki, sum man ikki spælir við, og so slett ikki spekulerar í, sigur Tórbjørn Jacobsen, ið heldur ikki tekur undir við at skipa valkirkjulið í Føroyum.
- Útbúgvingarstøðið má vera høgt, sigur Tórbjørn Jacobsen, ið ikki heldur tað vera ráðiligt, at leikfólk, ið ikki hava guðfrøðiútbúgving, skulu sleppa at verða prestar í Føroyum í møguligum valkirkjuliðum. Heldur ikki dámar honum rákini í Svøríki í Noregi, har kirkjan ávikavist er loyst frá statinum og helst verður loyst frá statinum.
- Fólkakirkjan skal ikki verða ein fríkirkja, sigur Tórbjørn Jacobsen.



-- -- -- -- -- -- - - --

FAKTA

Brot úr “Uppskoti til løgtingslóg um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni”


§2 stk. 3 – Bispur kann loyva, at fremmant mál verður brúkt við gudstænastur og kirkjuligar tænastur. Stk. 4 – Avgerðin hjá bispi er endalig.

Viðmerkingarnar til stk. 3: Eftir grein 11 í heimastýrislógini ber eins væl til at nýta danskt sum føroyskt í øllum almennum viðurskiftum. Ásetingin er tí viðkomandi, tá ætlanin er at hava gudstænastu ella part av henni á øðrum máli enn føroyskum ella donskum. Til stk. 4: Bispur er hægsti kirkjuligi myndugleiki. Av tí at málini sbrt. hesi grein eru um ítøkilig tiltøk í sambandi við innaru kirkjuligu viðurskiftini, verður mett rættast, at hann hevur endaliga orðið.

• §22 stk. 1 – Sóknarprestur í tænastu hjá hernaðarligu verju danska kongsríkisins, hevur rætt at brúka kirkjuna til gudstænastur og aðrar kirkjuligar tænastur fyri starvsfólki hjá hernaðarligu verju danska kongsríkisins, og avvarðandi teirra.

Viðmerkingarnar til §22 stk. 1: Reglur, sum eru samlíkar hesum, hava higartil verið, sum loyva klerki í tænastu hjá hernaðarligu verju danska kongsríkisins (”Det gejslige personel, som er ansat til betjening af forsvaret….”) at nýta kirkjuna til gudstænastur fyri starvsfólki hjá hernaðarligu verju danska kongsríkisins. Ætlanin er ikki, at yvirtøkan av fólkakirkjuni skal broyta nakað, hesum viðvíkjandi…………………soleiðis verður eisini eftir yvirtøkuna; men hesum ráða ríkismyndugleikarnir fyri…………..sóknarprestur, sum er skipaður í tænastu hjá hernaðarligu verju danska kongsríkisins, eins og um talan var um prest í prestagjaldinum, hevur rætt at brúka ta kirkjuna, sum verður mett at hóska best í einstaka førinum.

Brot úr Heimastýrislógini

§ 11. Føroyskt verður viðurkent sum høvuðsmál, men danskt skal lærast væl og virðiliga, og danskt kann eins væl og føroyskt nýtast í almennum viðurskiftum.


-- -- --

MYNDATEKSTUR

Tórbjørn Jacobsen heldur ikki, at danskt skal eiga innivist í eini yvirtiknari føroyskari kirkju eins væl og føroyskt. Sambært uppskotinum til nýggjar føroyskar kirkjulógir, skal bispur geva loyvi til at nýta fremmant mál í kirkjuni, men í viðmerkingunum til uppskotið stendur, at tað sambært heimastýrislógini ber eins væl til at nýta danskt sum føroyskt í øllum almennum viðurskiftum